Góðan dag – og hjartaliga vælkomin. Og hjartans tøkk tit øll í Barnakórunum hjá Tórshavnar Musikkskúla fyri vakra sangin. Eg kann siga, at hesir sangirnir, sum tit sungu: Vestan fyri Mykines, Kom og henta nakrar summardáar og Dukkan Fía, allir eru við í Barnasangbókini.
Hví eina sangbók?
Tað byrjaði við einum hugaroksfundi her í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani. Har luttóku ymisk fólk, sum varða av barnagarðsøkinum. Nógv góð hugskot komu fram um mangt og hvat – millum annað søgdu tey seg sakna eina sangbók til børn.
Vit tóku tráðin upp við fleiri av hugskotunum – og landsstýrið var samt um at geva 2018 almenna heitið “Ár fyri málmenning hjá børnum”.
Vit hava sett pengar av til verkætlanir, sum snúgva seg um málmenning hjá børnum – bæði tað vanliga talaða málið, men eisini alternativar samskiftishættir til teirra, sum ikki kunnu nýta talumál. Tað eru nógvar spennandi verkætlanir á veg, og nakrar eru eisini lidnar.
Men eg bleiv við at hugsa um hugskotið við sangbókini. Sangur er jú góður fyri alt. Og hópatals kanningar vísa, at tá vit syngja við børnum, stimbra og menna vit tey á so nógvar hættir.
Sum tað stendur í fororðunum til bókina:
"Sangur skapar gleði og nærveru. Hann lærir okkum orð og tónar, ljóð og rørslur. Sangur styrkir felagskensluna" – og gransking vísir enntá, at tað, at syngja fyri smábørnum eisini kann mótvirka føðsilstunglyndi hjá mammum.
Og so stimbrar sangur eisini mál og mentan.
Men, kann man spyrja - er hetta nakað, sum landsstýrið eigur at taka sær av og leggja í? Og til tað er svarið: ja! Sjálvandi er hetta ein uppgáva fyri landsstýrið! Tí vit eiga at verja okkara føroyska mál – sum jú er bulurin í allari okkara mentan. Øll gransking – eisini hjá føroysku Sissal M. Rasmussen – vísir á týdningin av at geva børnunum eitt so stórt orðfeingi, sum møguligt - so tíðliga sum møguligt.
Málið er lykilin til fólkaræðið. Til at hugsa kritiskt, til at skilja tað, sum onnur siga. Tað er lykilin til, at vit kunnu verða hoyrd og til at okkara sjónarmið eisini skulu telja við. Og orðfeingið byrjar at vaksa, áðrenn børnini sjálvi duga at siga nakað. Tí eiga vit tilvitað at stimbra orðfeingið beinanvegin. Til tess er sangur er eitt so sera gott amboð.
Og tað hepna er, at øll smábørn halda ræddirnar hjá júst sínum foreldrum vera tær vakrastu.
Arbeiðið
So vit fóru undir at gera eina sangbók. Vit settu okkum í samband við Bókadeild Føroya Lærarafelags – og samstarvið við tey hevur verið framúr gott og sera tætt.
Føroya Prent vann útbjóðingina og tey hava eisini verið ein sera góður viðspælari í hesum samstarvinum.
Hugsanin var at gera eina Føroya Fólks til børn – við einum breiðum úrvali úr okkara stóra barnasangskatti. Og vit hava eisini fingið hjálp frá børnum kring landið, sum hava sent teirra yndissangir inn til okkara. Hartil hevur almenningurin sent uppskot inn, og listin hevur eisini verið til hoyringar hjá Sanglærarafelagnum.
Í ritstjórnini vóru trý fólk: Eydna Skaale, sum starvast í Mentamálaráðnum; hon er retorikari við stórum áhuga og fakligari vitan um málmenning hjá børnum.
Turið Kjølbro, sum dagliga starvast við barnabókum á Bókadeild Føroya Lærarafelags og saman við øðrum hevur heimasíðuna málmenning.fo. Eisini hevur hon verið við til at gera lesikanningina.
Og Ísak Sambleben, tónleikafrøðingur, sum dagliga undirvísir í tónleiki og hevur stórt innlit í føroyska barnasangskattin.
Hartil hevur Magni Husgaard gjørt allar nótarnar og hevur syrgt fyri, at teir allir liggja í eini tónalegu, sum hóskar til børn.
Og bókin hevur eisini so avbera vakrar illustratiónir, ja, hvør síða er eitt listarverk – og teimum hava 11 føroysk myndlistafólk syrgt fyri. Tey eru:
Allan Korsager Davidsen, Heiðrik á Heygum, Hannis Egholm, Edward Fuglø, Jóannes Lamhauge, Kathrina Skarðsá, Herdis Jakobsen, Lena Nicolajsen, Marjun Reginsdóttir, Solveig Hansen og Mia Haldursdóttir Smith.
Vøggugáva til øll nýggj børn frá 1. januar 2018 at rokna
Bókin verður latin øllum nýføðingum og teimum, ið verða ættleidd, í gávu frá landinum. Tey, sum eru fødd higartil í 2018 fara at fáa bókina ígjøgnum heilsusystrarnar kring landið – og tey, sum hereftir verða fødd fáa bókina á føðideildini. Tey, sum verða fødd heima ella ættleidd fáa hana framyvir eisini frá heilsusystrunum.
Tað vil siga, at øll børn, sum eru fødd í Føroyum frá 1. januar 2018 fáa Barnasangbók Føroya í vøggugávu.
Bókatasku frá Dugna
Men hendan bókin er nokkso stór. Og nokkso tung, tá man er lítil. Og tí hava vit leitað eftir eini loysn uppá tað – Og vit funnu Dugna!
Hjá Dugna arbeiða tey við at geva fólki við vinnu-avbjóðingum møguleika fyri at arbeiða so nógv, sum tey orka og hava førleika til. Og tey hava ment eina fitta lítla tasku, sum bókin hereftir verður latin í.
So tá bókin verður latin, fer hon at liggja í handseymaðum unika-taskum, sum føroyingar, ið til dømis eru á fyritíðarpensjón, sita og seyma við nærlagdni og kærleika til okkara smæstu.
Alt toyið er væl vaskað endurnýtslutoy – til dømis gamlir dúkar, gardinur og telt frá festivalunum – sum nú verður endurnýtt, og sum hegnigu hendurnar á Dugna umskapa til nýnýtslu og meirvirði. Og so eru eisini smáar detaljur av endurskini.
Vit eru ótrúliga fegin um eldhugan hjá Dugna, tí tað merkir, at tey børnini, sum verða fødd frá í dag at rokna um eina tíð kunnu fara so errin á stovn við sínari egnu lítlu tasku – við síni egnu Barnasangbók afturat matpakkanum.
Trupulleikin við youtube
MEN... ikki nokk við tí. Tí herfyri hoyrdu vit eisini um MA granskingina hjá Eyð Steinbjørnsdóttir, sum staðfestir, at ensk orð hava brotið sær veg inn í málið hjá bæði barnagarðs- og vøggustovubørnum í Føroyum.
Føroyska málið verður nú álopið langt fyrr, enn tað áður hevur verið, tí skíggjar og skermar nú eru ein partur av gerandisdegnum. Og tað sama er tað enskt-domineraða youtube! Og tað ávirkar. Eisini málið hjá okkara smæstu.
Tí vóru vit sera fegin, tá NÁM ynskti at leggja allar sangirnar, sum eru í Barnasangbókini, út á netið. Allar samlar 114 sangirnar. Tað er eitt super lág-budget og idealistiskt prosjekt, men eitt so sera kærkomið prosjekt.
Tí kanningin hjá Eyð staðfesti nevniliga eisini, at føroysk foreldur fegin vildu víst børnum sínum føroyskt tilfar, um tað var tøkt.
Og tað er tað nú! Enn eru ikki allir 114 sangirnir komnir út, men tað eru nakrir og hálvfjers - og hinir eru allir á veg. Tað vil siga, at umframt sangbókina – so hava vit eisini alternativið við skjótt 114 føroyskum barnasangum á heimasíðuni hjá Námi og á youtube.
Nám hevur tikið eitt ordans hál – og serliga Árni Øregaard hevur tikið tað tunga takið. Men tey hava eisini fingið vælvild frá øllum, sum tey hava tosað við, skilji eg á lagnum. Kringvarpið hevur gingið á odda og hevur latið NÁMI allar sangirnar, sum tey lógu inni við, ókeypis, so tað kann gagna børnunum, heldur enn at liggja í goymsluni.
Og øll tey, sum annars eiga rættindi: fotografar, grafikarar, redaktørar, privatfólk og feløg, hava eisini víst stóran vælvilja, so alt hetta frálíka sangtilfarið kann koma børnunum til góðar.
So umframt sangbókina, og umframt ryggsekkin – ja, so fáa børnini eisini sangirnar á netinum.
Á nam.fo er ein bannari, sum førir teg beinleiðis inn á youtubekanalina – tað er kanska lættasti vegurin at fara.
Til sølu kring landið
Og eg vil at enda hjartaliga takka øllum tykkum, sum hava verið við.
Fyrst og fremst í mun til sjálva bókina, sum er eitt megnartak og eitt satt listarverk.
Men sanniliga eisini tykkum hjá Dugna, sum nú fara at sita og seyma smáar sangbókaryggsekkir til okkara smæstu.
Og at enda tykkum á Námi – og øllum hinum, sum gera tað møguligt at fáa tilfarið út á netið, so børnini kunnu læra sangir, orð og hugtøk á føroyskum, heldur enn á enskum.
Bókin verður hereftir latin øllum nýføðingum – men hon verður eisini sett til sølu til øll teirra, ið ikki ætla sær fleiri børn ;)
Hon fer at kosta 248 kr og verður til sølu um alt landið. Tað verður Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum fer at standa fyri søluni.
Og so skulu vit hoyra tveir sangir úr bókini afturat frá hesum frálíka kórinum úr Tórshavnar Musikkskúla.
Tann fyrri verður tann, sum børn í Føroyum valdu sum kláran eitt’ara, tá tey vóru biðin um at senda uppskot inn, nevniliga Dukka mín er blá. Hann fekk fleiri enn dupult so nógvar atkvøður, sum nummar tvey á listanum.
Hjartaliga takk - og til lukku til okkum øll við hesi frálíku bókini.
Barnasangbók Føroya
Sangkór frá Tórshavnar Musikkskúla sungu 5 sangir úr bókini + eykanummar
Meiri enn fullsett var til framløguna; øll sluppu ikki inn
Dugni seymar unika-taskur av endurnýtslutoyi, sum sangbókin verður latin í
Leinkjan til sangirnar á youtube er her
(Høvuðsmyndina hava fólk frá Norðurlandahúsinum tikið)