19 filmsverkætlanir fáa nú stuðul av filmsjáttanini í Mentamálaráðnum
Nógvar umsóknir vóru um filmsstuðul í ár. 36 søktu um stuðul og av teimum hava 19 fingið játtandi svar.
Stuðul verður latin til alt frá hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er bæði um dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Játtanin hjá Mentamálaráðnum til film, sum fyri fyrstu ferða var á fíggjarlógini í fjør við 500 tús. kr. er í ár hækkað til 700 tús. kr.
Tær 36 umsóknirnar vístu á ein tørv á 7,7 mío. kr., søkt varð um 2,7 mió. kr. og knappar 700 tús. kr. eru játtaðar.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, fegnast um, at tað hevur eydnast at seta pening av á fíggjarlógini til film, tí tørvurin vísir seg at vera stórur. Stuðulin er við til at skapa møguleikar fyri verandi og komandi filmsfólk at skapa film í Føroyum. Filmur hevur stóran týdning fyri mentan og samleika í einum landi, og tí er tað sera gleðiligt, at føroyskur filmur verður framleiddur og sýndur.
Aftur í ár hava tveir kønir ráðgevar gjørt tilmæli til landsstýrismannin um býtið av stuðlinum.
Millum verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, er ungdómsfilmurin Dreymurin við Havið, sum er fyrsti spælifilmurin hjá Sakaris Stóra. Tað er Fish & Film v/ Ingun Í Skrivarastovu, ið stendur fyri framleiðsluni. Filmurin er ein samtíðarfilmur, ið snýr seg um leitanina eftir samleika, sum m.a. eyðkennir ungdómsárini.
Heiðrik á Heygum, ið vann Geytan í 2014, hevur fingið stuðul til stuttfilmin Dalurin, ið er ein ”roadmovie”. Filmurin viðger evnið kynslig misnýtsla av børnum og burturbeining av trupulleikanum.
Rammatik v/ Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir hevur fingið stuðul till listafilmin Beinta. Listafilmurin er partur av eini størri verkætlan saman við m.a. Århus Symfoniorkester. Anna Katrin Egilstrøð hevur tikið stig til eitt tónleikaverk (eina symfoni) við íblástri úr søguni um Beintu, ið bókin Barbara eftir Jørgen Frantz Jacobsen byggir á. Rammatik skal gera eitt filmsverk til symfoniina, sum skal sýnast fram sum partur av konsert hjá Århus Symfoniorkestri.
Tær 19 verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, eru:
Finnur Koba 25.000 kr.
Árni Nicolaisen 30.000 kr.
Heiðrikur av Heygum 60.000 kr.
Blue Bird Film v/ Hugin Eide 6.000 kr.
Rammatik v/ Marianna Mørkøre/Rannvá Káradóttir 50.000 kr.
Herluf Sørensen 25.000 kr.
Jónfinn Stenberg 21.000 kr.
Jónfinn Stenberg 45.000 kr.
Fish & Film v/ Ingun í Skrivarastovu 150.000 kr.
Franklin Henriksen 40.000 kr.
Rúna Ingunardóttir 18.000 kr.
Trygvi Danielsen 10.000 kr.
EKT Films v/ Gudmund Helmsdal 20.000 kr.
Annika á Lofti 20.000 kr.
EKT Films v/ Gudmund Helmsdal 30.000 kr.
Green Animation Studios v/ Magnus Johannesen 50.000 kr.
Dávur Djurhuus 50.000 kr.
Maria Winther Olsen 10.000 kr.
Hans Petur Hansen 20.000 kr.