- Handritaløta á Føroya landsbókasavni - 23. februar 2017
Kæru tit øll.
Vælkomin til hesa handritaløtuna á Føroya landsbókasavni.
Nakrar fáar dagar eftir at eg hevði tikið við sum landsstýriskvinna í mentamálum í september í 2015, lá eitt mál á borðinum uppi í Mentamálaráðnum. Spurt varð: Skulu vit keypa eitt skaldsøguhandrit til eina óútgivna skaldsøgu eftir William Heinesen. DEN YDERSTE TID æt handritið. Fyrisitingin mælti til, at vit vístu jaligan hugburð, at vit kannaðu málið betri bæði innihaldsliga, fíggjarliga og á annan hátt. Men sum ikki einaferð: Har vóru eingir pengar at keypa fyri.
Eg skilti á lagnum, at hetta var heldur ikki fyrstu ferð, at spurningar av slíkum slag vórðu lagdir fyri landsstýrisfólkið, men tað sum var áhugavert í hesum sambandi, var, at nú skuldi ikki handlast við einari freist til á middegi dagin eftir, sum tað ofta ger, tá ið talan er um keyp á uppboðssølum. Hesaferð var skotbráið eitt sindur longri, og tað var gott fyri bureaukratarnar í Mentamálaráðnum. Tí hvørki Mentamálaráðið ella stovnar undir tí hava pengar til tílík keyp, og skal keypast, mugu stundir vera at umhugsa og fyrireika málið.
So varð farið í gongd. Allir kassar rannsakaðir, og allar kontur nærlisnar. At vit eisini nærkaðust einum ársskifti gjørdi ikki støðuna verri. Tá plagdi nógv at bera til, sum annars var vónleyst. Í evstu løtu, kundi verið sagt, varð skavað saman, tað, sum var fyri neyðini av peningi, til at keypa handritið "Den Yderste Tid", sum havnarmaðurin Petur Juul Samuelsen, hevði verið so umhyggin at bjóða uppá á uppboðssølu hjá Bruun Rasmussen í Keypmannahavn í 2012. Tað undraði hann stórliga, at einki alment boð kom úr Føroyum. Tí bjóðaði hann, og endin var, at hann átti boðið og harvið eisini handritið. Tað er hetta handritið til óutgivnu skaldsøguna hjá Williami Heinesen, sum Mentamálaráðið saman við Søvnum Landsins keypti fyri einum ári síðan.
Handritið er skrivað í seinni helvt av 1930-unum, og er ein samtíðarskaldsøga. Heitið sipar til tær mongu sektirnar, hvørs prædikantar ferðaðust kring oyggjarnar í 1930-unum og boðaðu heimsins enda. Nú skal eg ikki koma nærri inn á innihaldið, tað fara bókmentafrøðingar o.o. at viðgera seinni. Men eg havi hug at vísa á, at tað er eingin sjálvfylgja, at eitt slíkt handrit finnur vegin inn í eina handritagoymslu, soleiðis at almenningurin fær atgongd til tað. Viðhvørt kann hetta vera ein bæði langur og krønglutur vegur.
“Slíkur skattur eigur at koma á rætt stað at verða, - tvs. á Landsbókasavnið, har lærd kunnu nærlesa tað og greina tað – og har almenningurin eisini kann gleðast um tað,” segði Petur Juul Samuelsen, sum í sínari tíð keypti handritið, og legði tað í eina bankaboks - maðurin sum ikki vil lýsa seg sjálvan “sum nakran kulturellan skansa”, men sum seinni helt, “at tað var bæði synd og skomm, at handritið skuldi blíva liggjandi í einari bankaboks”.
Eg vil enn einaferð fegin takka Peturi Juul Samuelsen fyri, at hann í sínari tíð fekk handritið til Føroya aftur og at Mentamálaráðið saman við Søvnum Landsins fekk høvi at ogna sær tað.
At enda fari eg eisini at takka Føroya landsbókasavni fyri, at tey, við almennum tiltaki sum hesum, varpa ljós á handritið, á leiklutin hjá savninum at taka ímóti slíkum tilfari og ikki minst týdningin av, at vit eiga bókmentafrøðingar, sum vilja greiða okkum frá hesum sera áhugaverda parti av bókmentasøguni.
Takk fyri.
(Myndin: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu á hátíðarløtu í samband við at handrit eftir William Heinesen er latið Føroya Landsbókasavnið. Kassin við handritinum stendur á talarastólinum. Myndatakari: Haldur Suni Johansen)
- Evnisdagur fyri nývald og fráfarandi skúlastýri - 21. januar 2017
Góðu skúlastýrislimir
Tit eru fólkavald í eini fólkaræði, fólkaskúlanum at frama. Hetta eru trý gylt hugtøk, fólkavald, fólkaræði og fólkaskúlin.
Fólkaskúlin er grundstøði undir allari útbúgving og læring, men hann er eisini grundstøði undir okkara fólkaræðið og, ikki minst, okkara norðurlendsku vælferð.
Tað er ikki av tilvild, at Norðurlond eru millum tryggastu, ríkastu, friðarligastu, javnastu og mest framkomnu samfeløg í heiminum, og tað er ikki av tilvild at vit hava ein ókeypis og rúmligan skúla fyri øll, høg og lág, har fakligheit og trivnaður ganga hond í hond.
Fólkaskúlin er ongin tilvildarlig uppfinning. Skúlin er og skal alla tíðina vera í støðugari menning, so hann livir upp til dagsins krøv og dagsins tørv, samstundis sum vit mugu at halda fast í, at vit fáa onga læring uttan trivnað, og ongan trivnað uttan læring.
Flokkurin er eitt minisamfelag, har næmingarnar venja sínar fólkaræðisligu førleikar frá fyrsta degi. 24 børn verða sett inn í ein kassa í níggju ár, og har skulu tey læra at halda hvønn annan út, at samstarva og at mennast saman. Væl vegleidd av einum flokslærara, sum kennir næmingarnar, ikki bara fakliga, men eisini persónliga.
Hví hava vit floksstovur, og ikki fakstovur? Tí flokkurin er miðdepilin. Hví bólka vit ikki næmingar eftir førleikum? Tí vit duga øll okkurt, men ongin dugir alt. Hví vilja vit hava skúlan fyri øll? Tí øll eru partur av fólkinum, og skulu vit fáa eina blómu til at blóma, skulu vit ikki broyta blómuna, men umhvørvið, hon veksur í. Hví skulu vit hava læraraútbúgvin skúlafólk? Tí tað snýr seg ikki bara um fak, men eisini um pædagogik, didaktik og sálarfrøði. Hví brúka vit ikki fleiri royndir enn vit gera? Tí tá er vandi fyri, at vit leggja og stóran dent á alt tað, sum kann mátast, og ikki alt hitt týdningarmikla, sum hendir millum menniskju, og sum ikki letur seg máta.
Skúlin fyllir næstan alt í lívinum hjá børnum, og tí skulu foreldur og skúli eisini samstarva um, hvønn skúla børnini fáa. Foreldrini eiga børnini, og vilja teimum alt tað besta, og foreldrini og heimini ávirka eisini børnini mest. Kanningar vísa, at 70% av tí, sum børn læra frá 0 - 12 ár, læra tey frá foreldrunum. Og kanningar vísa eisini, at børn, hvørs foreldur eru virkin og áhugað í skúlanum, spyrja um skúlan, og taka lut í skúlatiltøkum – tey bønini læra betur.
Sum sagt, so ganga trivnaður og læring hond í hond, og barnið skal hava hóskandi avbjóðingar, sleppa at royna sínar førleikar bæði fakligar, menniskjansligar og hugsjónarligar, og skal mennast í einum tryggum og rúmligum sosialum felagsskapi. Hetta krevur nógv av okkum øllum, ið varða av fólkaskúlanum, men við felags stevi, har rúm er fyri ymiskleika, at seta orð á fatanir og góðkenna hugsanir hvør hjá øðrum, røkka vit langt.
Skipanin við skúlastýrum skal tryggja foreldraávirkanina á skúlan. At foreldur, sum vilja mynda, taka lut og ábyrgd og ávirka tann lokala skúlan, kunnu bjóða seg fram og verða vald at umboða foreldrarøddina. Við broytingini av fólkaskúlalógini í 97 varð hesin týdningur av foreldraleiklutinum viðurkendur, og ásett var, at skúlastýri skal vera á øllum sjálvstøðugum skúlum í kommununi. Hetta var eitt stórt fólkaræðisligt framstig, tí sjálvandi skal skúlin eisini myndast av teimum heimum og virðum, sum børnini koma frá.
Skúlastýrið hevur bæði eftirlit við og skal tryggja at mannagongdir verða gjørdar fyri skúlans virksemi. Skúlastýrið er við til at mynda skúlan, at skapa tann serstaka profilin, sum skal eyðkenna júst okkara skúla. Skúlastýrini eiga at vera ein samstarvspartur hjá skúlastjórunum í teirra arbeiði at leiða og fáa skúlans arbeiði at virka á fullgóðan hátt, at lyfta í felag og skapa góðar umstøður og virðing fyri skúlans arbeiði. Tað er hetta arbeiði vit skulu vera felags um.
Eitt er at vit brynja skúlastýrini til sítt arbeiðið. Men skúlaleiðslurnar mugu eisini duga at brúka skúlastýrið á skilagóðan hátt. Tí fara vit í summar undir at førleikamenna skúlaleiðslurnar við einari skúlaleiðaraútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu, sum verður boðin út á Setrinum í samstarvið við diplomútbúgvingina á Handilsskúlanum. Her fara leiðslurnar eisini at nema sær kunnleika um fruktagott skúlastýrisarbeiðið.
Men hvat kann eitt skúlastýrið? Og hvat skal eitt skúlastýrið ikki fáast við? Hetta er nakað av tí, sum vit fara at umrøða í dag, soleiðis at tit, nývaldu skúlastýrislimir, verða val ílætnir til hetta týdningarmikla álitisstarv.
Góðu tit, eg ynski tykkum hepna hond við arbeiðinum og samstavinum um tann góða skúlan fyri okkara børn.
Takk fyri.
- Mentanarvirðislønir landsins 2016 - 25. januar 2017
Listin er tíðarbær og tíðarleys
Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, til handan av mentanarvirðislønum landsins fyri 2016 á Seglloftinum á Tvøroyri, 25. januar 2017
Gott kvøld øll somul -
Hetta seinasta mikukvøldið í januar heiðra vit tey, ið fáa mentanarvirðislønir landsins fyri undanfarna árið. Vit eru komin saman á hugnaliga Seglloftinum við gamla Kgl. Handilin her á havnarlagnum á Tvøroyri. Í kvøld koma vit væl út um bryggjukantin, tí Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá handanini bæði í útvarpi og sjónvarpi – vælkomin øll somul.
Seinastu árini hava mentanarvirðislønir landsins verið handaðar á føðingardegi William Heinesens – men so er ikki í ár – ikki tí at William Heinesen ikki longur er tíðarbærur, men av tí at norðurlendsku mentamálaráðharrarnir síðsta vikuskiftið vóru savnaðir í Londum til setanina av norðurlendska mentanarfestivalinum Nordic Matters. Føroyar vóru sjálvandi umboðaðar á hátíðarhaldinum, sum markeraði byrjanina á festivalinum á Southbank Centre, sum liggur við ánna Thames í London. Festivalurin Nordic Matters, sum bjóðar fram norðurlendska mentan og list í London alt hetta árið, er eitt gott høvi at varpa ljós á føroyska mentan og list - og hjá føroyskum listafólkum at gera vart við seg uttan fyri Føroyar.
Í kvøld hátíðarhalda og heiðra vit mentan og list í Føroyum og vit skulu handa tríggjar virðislønir. Tær eru Mentanarvirðisløn Landsins, sum verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik, Heiðursgáva Landsins, ið verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv og Virðislønin til ungt listafólk, sum í ár verður handað fyri sættu ferð. Eg vóni og vænti, at vit fáa eitt gott kvøld saman. Karmarnir eru einastandandi og hugnaligir, Kringvarp Føroya spennir seg út og sendir beinleiðis frá tiltakinum, og umframt røður og heiðursrøður fara vit at hoyra og síggja framførslur frá føroyskum listafólkum.
Gerið so væl!
___
Eftir handanina:
Tá mentanarvirðislønirnar fyri 2015 fyri einum ári síðan, á føðingardegi William Heinesens, vóru handaðar í Norðurlandahúsinum, varð samstundis avdúkað, at landið hevði fingið í varðveitslu eintak av skaldsøguhandritinum ”Den Yderste Tid” eftir William Heinesen. Handritið er nú í varðveitslu á Landsbókasavninum, sum um ein mánaða, tann 23. februar, fer at hava eitt tiltak við fyrilestrum, upplestri, tónleiki og framsýning um handritið, sum ongantíð var givið út.
Í Dimmalætting tann 6. januar í ár viðger bókmentafrøðingurin Bergur Rønne Moberg eitt annað skaldsøguhandrit hjá Williami Heinesen, sum heldur ikki varð givið út. Tað er skaldsøguhandritið “Baalet”, sum er til skjals á Kgl. bókasavninum í Keypmannahavn. Í greinini í Dimmalætting viðger Bergur Rønne Moberg listaligu tilgongdina hjá Williami. Tað gingu um 30 ár frá tí at hann gav út sítt fyrsta yrkingasavn, til hann kundi arbeiða sum rithøvundur burturav. Tí hóast hann verður mettur sum fremsti rithøvundur, ið Føroyar hava átt, so var tað ikki fyrr enn við skaldsøguni “De fortabte spillemænd”, sum kom út í 1950, at William Heinesen fekk sítt veruliga frambrot sum rithøvundur.
List á høgum listaligum stigi kann hava eina tunga og trupla tilgongd. Og í nógvum førum er tað bara treiskni og áhaldni hjá listafólkunum fyri at takka, at tey ikki eru givin á hondum, og hava valt sær aðra yrkisleið, men hava tvíhildið um dreymin um, at yrkislistaleiðin við tíðini kanska – og bara kanska – fer at geva so mikið av sær, at tað fer at bera til at liva av henni.
Tí hóast William Heinesen framvegis er tíðarbærur og bøkur hansara eru tíðarleysar, so er tað eyðsæð, at tað tók honum drúgva tíð at menna seg til tann framúrskarandi rithøvund hann varð, og sum hann seinni varð heiðraður fyri við eitt nú Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Sonningprísinum og Norðurlendska Prísinum hjá Svenska Akademinum.
Man kann siga, at listin er tíðarbær og tíðarleys, men hon tekur tíð!
___
Herfyri fylti Listafólkasamband Føroya, LISA, 35 ár. Tá LISA varð sett á stovn, var tað við tí fyri eyga at bøta um korini hjá yrkislistafólkum í Føroyum. Og hóast ein kanning, sum LISA gjørdi síðsta heyst, vísir eina dapra mynd av livikorunum hjá listafólkum í Føroyum, so eru tað tó fleiri føroysk listafólk í dag enn fyri 35 árum síðan, sum kunnu liva av síni list.
Orsøkin er fyri ein part, at marknaðurin hjá føroyskum listafólkum ikki longur er avmarkaður til Føroyar. Teirra pallur er allur heimurin. Føroysk listafólk skapa, sýna og framføra film, tónleik, bókmentir, myndlist, palllist, design og arkitektur um allan heim - og tað í tali og dygd sum er ófatilig.
Men tað hevur týdning, at eisini listafólk, sum velja at liva og virka í Føroyum, kunnu gera tað undir mannsømiligum korum.
Tað er við tí í huga - at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum - at landsstýrið hevur gjørt av at styrkja Mentanargrunn Landsins komandi trý árini. Endamálið er at geva yrkislistafólkum umstøður at savna seg um sína list í eitt longri tíðarskeið. At listafólk hava góðar umstøður er ikki bara listafólkunum sjálvum at frama. Íløgur í mentan og list skapa ringar í vatninum, sum eru øðrum vinnum at frama, eitt nú ferðavinnu, matstovu- og gistingarhúsvinnu, útgávu- og handilsvinnu. Fyri ikki at tala um, at eitt livandi mentanarlív er týðandi fyri trivnaðin í okkara samfelag, og er viðvirkandi til, at ung fólk velja at búseta seg í Føroyum - og at kanska onkur av teimum tekur sær tíð at skapa tíðarbæra og tíðarleysa list!
Eg fari ikki at avdúka nakað gloymt ella goymt handrit í kvøld, men gleðast um, at tað grør um gangandi fót í føroyskum mentanarlívi. Eisini her í Suðuroy, har síðsta hond er við at verða løgd á nýggja mentanarhúsið Saltsiloina. Vit gleða okkum til at síggja og uppliva úrslitið!
Í kvøld hevur pallurin verið á hugnaliga Seglloftinum í søguliga bygninginum hjá T.F. Thomsen á havnalagnum á Tvøroyri, har vit hava heiðrað nøkur av Føroya fremstu mentanar- og listafólki, og nøkur av Føroya dugnaligu listafólkum hava ríkað okkum við framúr góðum framførslum.
Takk fyri í kvøld!
- Tíðindamiðilin Norðlýsið nýggjar eigarar - 24. februar 2017
Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, í samband við hátíðarløtu á Rygsvegi í Klaksvík, tá Jóhann Lützen, Jóannes Skorheim og Palli Skorheim tóku við sum nýggir eigarar av tíðindamiðlinum, Norðlýsinum.
Góðu Jóhann, Jóannes og Palli. Hjartaliga til lukku við Norðlýsinum.
Tað er ein stór ábyrgd at vera miðlaánari, og tað er ikki minni ábyrgdarfult at taka á seg ein miðil við so drúgvari blaðsøgu, sum Norðlýsið hevur.
Tað verða í ár 102 ár síðan, at Norðlýsið gav fyrsta blaðið út, og eg vóni, at tit framvegis fara at halda fast við páppírsútgávuna. Eg eri blaðfólk, ja, blaðfjeppari, og eg eri sannførd um, at eitt samfelag hevur brúk fyri bløðum. Í dag hava vit fleiri skjótar netmiðlar, og her stendur Norðlýsið – sum vit vita – einki aftanfyri hinar, men eg havi hug at nýta hetta høvið at sláa eitt slag fyri pappírsblaðnum, tí blaðið leggur upp til longri greinar, djúpari viðgerð og betri tíð. Og ikki minst er blaðmiðilin umráðandi í mun til at skjalprógva nútíðina fyri okkara eftirkomarar - enn ber ikki til at lætt og skjótt at leita fram farin talgild tíðindi. Hugsið tykkum allar siðsøguligu bøkurnar, greinir og granskingarverkætlanir, sum byggja á farnar blaðgreinir, sum fólk hava leitað fram, fyrr úti á Landsbókasavninum og nú á netinum, har føroysku bløðini liggja talgild á netinum, so fólk kring alt landið - og allan heimin - kunnu leita fram gomul tíðindi.
Eg veit, at tað er strævið at halda lív í einum blaði í dagsins margmiðlasamfelag, har ein og hvør í roynd og veru kann stovna ein miðil og fylla eina heimasíðu við tíðindum. Eitt er at fáa fíggjarliga partin at hanga saman, men ein líka stór avbjóðing er at laga virksemið til dagsins miðlameldur. Júst í hesum postfaktuellu, ja, fakenews tíðum, er týðandi við dygdargóðum og álítandi miðlum – eisini lokalum.
At gera blað er ein serstakur og spennandi heimur, púra øðvísi enn allar aðrir. At vera blaðfólk er fyrst og fremst ein lívsstílur, har tú verður drigin av einum instinkti. Og eg lovi tykkum, nú tit lata lívsverkið upp í hendurnar á øðrum, at trongdin til at finna ta góðu søguna ongantíð fer úr æðrunum aftur. At snodda seg fram til góðu søgurnar, at hava nøs fyri nýggjheitum, at vera virkin í einum heimi, har forvitni er drívmegin og býttu spurningarnir ein dygd og fortreytin fyri, at lesarin fær ta góða søguna afturvið kaffimunnum.
Men tað er eisini ein stressað og slítandi tilvera, sum ikki øll halda til.
Eg gloymi ongantíð fyrsta spurningin, sum Jan Müller, fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum, setti mær, tá ið eg ung og óroynd varð send út í markina: ”Rigmor, hvat heldur tú vera tað týdningarmesta, tú sum blaðfólk skalt duga?” Eg hugsaði eina løtu og svaraði, "at duga at skriva?" ”Jú, tað er ein stórur fyrimunur,” svaraði hann. Hmm, "at duga at finna søgur?" Ja, tað er eisini ordiliga gott, svaraði hann. "Men Rigmor, um tú ikki dugir at virða eina deadline, so kanst tú ikki brúkast á einum blaði! Um tú ikki megnar at skriva undir tíðartrýsti, so er síðan blonk, og tá er onki blað."
Norðlýsið ger tað, sum ein tíðindamiðil fyrst og fremst skal gera, nevniliga at kunna um tað, sum upptekur fólk her og nú við at vera til staðar har tað hendir, og tá ið tað hendir. Norðlýsið vil vera fyrst við tíðindunum og velur sínar vinklar út frá lokalum viðurskiftum. Eitt slíkt lokalblað hevur stóran týdning fyri samleikan og samanhangsmegina í einum øki, og tí eiga vit at vera takksom fyri, at fólk hava hildið fast við at geva blað út í Norðoyggjum.
Fyrsti blaðstjórin á Norðlýsinum var Símun Petur Zachariasen. Við honum sum blaðstjóra kom Norðlýsið út í fimm ár. Undir krígnum endurreisti Hákun Djurhuus blaðið, og hann stjórnaði blaðnum øll krígsárini. Síðan 1951 er blaðið komið regluliga út, og í 1976 tók Oliver Joensen við sum blaðstjóri. 40 ár eru ikki 40 dagar, og eg fari at nýta hetta høvi at takka Oliveri fyri hansara áhaldni. Tey síðstu mongu árini hava hann og familjan verið ímyndin av Norðlýsinum, og eg ivist ikki í, at tað verður gott fyri miðilin, at tit framhaldandi eru við.
Sjálvandi skal Norðlýsið fylgja við tíðini og tøkniligu menningini, soleiðis at lokalu tíðindini koma fyrst á heimasíðuni hjá blaðnum. Tað hava tit longu víst, at tit megna. Men mín vón er, at tað eisini í framtíðini fer at bera til at fáa tíðindi borin í postkassan. Tí hava vit nú fyri óteljandi ferð roynt at fáa sett í verk miðlastuðul til privatar miðlar, eitt uppskot, sum vónandi verður samtykt í næstum. Miðlastuðulin skal eftir ætlan latast privatum miðlum, sum millum annað arbeiða eftir journalistisku meginreglunum, sum viðgera aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og kunna um viðkomandi altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni. Vónandi verður Norðlýsið eisini í framtíðini ein av hesum miðlum, og vónandi vera tit ikki bara á netinum, men eisini í postkassanum.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við eigaraskiftinum og blíðan byrð!
- Listaframsýning við Beintu av Reyni - 27. januar 2016
Mynd: Hanna Vang
Beinta av Reyni: Infinity / Endaloysi
Setanarrøða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í Listasavninum 27. januar 2016
Góðu tit,
Tað er mær ein heiður at sleppa at seta hesa framsýningina við verkum eftir Beintu av Reyni.
Tá eg gjørdist landsstýriskvinna í mentamálum fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani, flutti omma Beintu av Reyni inn í Mentamálaráðið. Stóri málningurin “Minni um ommu mína” fekk heiðurspláss inni í stóru fundarstovuni, har hon hvønn morgun heilsar mær og fundargestunum vælkomnum. Við krosskastaðum ørmum og stórum stoppskelti minnir hon okkum á at taka arbeiði og álitisuppgávu okkara í álvara, og so syrgir hon eisini fyri, at vit altíð eru minst tvær kvinnur á fundi.
Við síðuni av ommuni í Mentamálaráðnum hanga tvær aðrar myndir úr sama tíðarskeiði hjá Beintu. Myndirnar eru realistiskar, men longu í hesum eldru myndunum av ommuni, stovulampuni og blondugardinunum á Eiði, hómast kritiska eygað, sum sær tað, sum fjalir seg undir skræðuni. Veruleikin er ikki bara veruleiki, men verður altíð sæddur úr einum sjónarhorni, og hvat hendir, um vit ikki viska tað burtur, sum vit halda órógvar, men heldur draga tað fram? Í nýggjaru myndunum, sum Beinta av Reyni sýnir fram á hesi framsýningini er skeivi og surrealistiski veruleikin uppaftur týðuligari. Heitið á framsýningini - “Endaloysi” – bjóðar okkum inn í eitt útsýni og eina sjón, sum peikar á rammur og sær tað, sum liggur í avmarkingunum, samstundis sum hon spreingir karmar og avdúkar op út í aðrar endaleysar veruleikar.
Sum smágenta átti eg eitt lítið kaleidoskop, sum mær altíð dámdi so væl at sita og hyggja í. Tá eg setti kaleidoskop-leikuna fyri eyguni og snaraði hjólinum, varð eg flutt inn í eina gandakenda myndaverð við malandi litum og snarandi spiralum. Eg kom at hugsa um kaleidoskopið, tá eg var boðin at seta framsýningina hjá Beintu í dag. Á sama hátt sum kaleidoskopiski meldurin, so skrúva myndirnar hjá Beintu ein øðrvísi heim fram. Realisman er har, men hon melur runt og dregur teg inn. Veruleikin er grimur , men samstundis so dragandi, at tú gevur tær ikki fær um tað, fyrr enn tú ert fangað mitt í ræðuliga vakurleikanum.
Píkatráður sprettur úr vraklutum, blómur spreingjast í psykedeliskum farvubrestum, og vápn, bingjuskip og flóttafólk fjala seg í rammum, meðan ósekar svalur flúgva runt í óendaligari, innrammaðari rúmd. Tað er hugtakandi, hvussu djarvt og opið Beinta av Reyni leitar eftir nýggjum úttrykkum, samstundis sum hon heldur fast í sín stíl og stendur trygg á sínum listarliga arvi. Við Miðmála í tí grøna við Slim Shady og Killer Bob byggir Beinta á kenda frokostmálningin hjá Manét, men djarva kvinnan, sum hugdi beint at áskoðaranum, er nú skorin sundur í blóðug petti, sum liggja slødd á bønum. Nýggju høggulokkamyndirnar minna okkum á barokkar kyrrlutamyndir við vøkrum, avskornum blómum á døkkari bakgrund. Men hjá Beintu eru stelkarnir vorðnir til høgguslokkaarmar, og blómurnar upploysast á sama hátt sum bakgrundin.
Hetta ljóðar kanska kaotiskt, men tað sum er so hugtakandi við Beintu av Reyni er, at vandin og kaosið eru latin í ein so poetiskan, narrativan búnað, at vit næstan skilja, hví vit dragast at myrkrinum. Í dag lata vit framsýningina “Endaloysi” upp, og vit fegnast um, at vit hava listafólk, sum í estetiskum formi granskar okkara veruleikafatan, okkara heimsmynd og okkara innastu longslar og dreymar. Og vit fegnast um, at vit hava listafólk, sum áhaldandi lata seg upp fyri nýggjum leiðum og nýggjum endaloysi.
Takk fyri, Beinta, at tú hevur dirvi at síggja vakurleikan í ræðuleikanum og øvut. Takk fyri, at tú leitandi speglar okkara kaleidoskopisku samtíð. Og takk fyri, at tú við hesari framsýning bjóðar okkum inn í títt estetiska sjónarhorn.
Og – til seinast – ein tøkk til Listasavn Føroya fyri at at geva mær høvi at seta sýningina við hesum orðum.
Takk fyri og góða framsýning.