Røður 2022 Jenis av Rana


Røða hjá landsstýrismanninum í sambandi við at okkara sendistova í Tel Aviv í Ísrael lat upp alment mánadagin 23. mai 2022

Góðu vinir, góðu gestir, tit, ið her búgva- og tit, ið eru við okkum á ferðini.

Tað er mær ein ómetalig gleði og ein stórur heiður at kunna vera saman við tykkum her í dag. Hesum degnum havi eg leingi sæð fram ímóti- og glett meg at uppliva.

Føroyar og føroyingar teljast millum allarfremstu vinir Ísraels og Ísraela! Og fyri fyri okkum øll er talan um ein heilt serligan framíhjárætt, at kunna taka lut í hesi hátíðarløtu, nú sjeynda sendistova Føroya alment letur upp, í sjálvum lovaða landi jødanna.

At síggja bleiktrandi Krossmerkið vundið í húnar hátt frammanfyri sendistovu okkara, er av sonnum ímyndin av einum vinarlagi millum tjóðir og fólk, sum ikki bert er eiti.

Á so mangan hátt kunnu Føroyar og Ísrael samanberast! Søga jødanna sigur  frá einum fólki, sum, hóast miðvísa  mótgongd og ágang í óminniligar tíðar, aftur og aftur hevur megnað at fóta sær, og sum í dag er ein fyrimynd fyri heimsins tjóðir. Trúføst hava tjóðin og fólkið trúð teimum lyftum og fylgt tí kós, sum ættarfedrar teirra fingu frá Guði og Skaparanum. Sjálvt grimastu royndir, at gera av við og strika landið og fólkið av heimskortinum, hava ikki megnað at sløkkja lyftið og káma vóninar, sum Skaparin gav teimum- Ábrahami, Mósesi, Jósef, Aron, Josva, Kaleb, David- og vit kundu hildið á. Og úrslitið er, at vit í dag síggja og uppliva eina tjóð og eitt fólk, sum blómar, og sum eru vorðin fyrimynd til eftirfylgjan, ikki bert fyri okkum, men øllum heiminum.

Um enn í veikan mun, so kunnu vit gera eina samanbering við Føroyar og lív føroyinga. Staðsetingin í krevjandi, baldruta, men so sanniliga eisini gevandi Norðuratlantshavi, hevur kravt og krevur enn ósigilig offur. Og hetta hevur fingið mong spyrjandi at undrast á, hvussu til ber, at byggja eitt so framkomið, nýmótans, fyrimyndarligt og so manngott samfelag- og við so fáum íbúgvum. Nøkur tykkara, sum hava leitað higar við okkum í dag, eru ella umboða nøkur av djørvu vinnulívsfólkum Føroya, sum fáa tað at bera til. Og tit kenna meiri enn flestu til, hvat krevst, hóast mótburð og royndir, at halda fast við og fylgja visiónum, at trúgva og vóna, eisini tá mótburður og vónbrot sáða iva um kósina.

Um hetta, at halda fast við visiónina, við tað tú vónar og kennir teg sannførdan um er rætt, at tað fer at bera á mál, og um ikki at lata teg ræða, men halda á, fari eg at siga eina frásøgn, sum hevur hugtikið meg, síðani eg fyrstu ferð frætti um hana.

”Ein vakran heystardag í 1998 stríddu væl upplagdir hvalbingar seg til fjals, summir siga tað var Suðuri í haga, aðrir at talan var um Grímsfjall, vakra fjallið, vestantil í Hvalba. Pøstir steðgaðu teir á fyri at rinda møðina, áðrenn hvør teirra fór at finna gonguleiðina, teir flestu so mangan høvdu gingið áður, fyri at fáa seyðin í rætt og dýrabara fongin til høldar. Tá brádliga skar ein rødd gjøgnum kvirruna, tað var ein av ungu monnunum, Jenis hjá Lottu nevndur, sum vísti út í hav og bað fjallmennirnar koma avstað og "bjarga monnunum harúti, teir eru staddir í neyð."

Hvussu fjallmennirnir enn kýttu seg henda morgunin, megnaði ongin teirra at síggja annað enn tað bláa hav, so langt eygað megnaði at skoða. Men Jenis stóð við sítt, "kom avstað, teir megna tað ikki leingi afturat, okur mugu bjarga teimum úr neyðini", bað og bønaði hann, meðan hann tráliga hugdi oman brekkurnar, vónandi, at onkur teirra fór at venda við og fylgja honum.

Men tað var við vónina, ongin sá tað, hann sá.

Vónbrotin, vil ein av keldum mínum verða við, royndi hann seinasta vápnið og segði við teir: "koma tykur ikki, so fari je heim í bygdina og fáið konufólkini við mer, tá verður skommin tykra".

Og við hesum orðum helt hann avstað.

Ivandi stóðu teir eftir, jamen har var einki og eingin at síggja, vóru teir rørandi samdur um, hvat í verðini bagdi unga manninum?

Tungliga fóru teir at enda aftaná Jenisi undan brekkuni, í dag mátti seyður verða seyður, samdust teir um. At hjálpa Jenisi úr tí trupulleika, hann var endaður í, vigaði tyngri.

Komnir á Fiskieiðið drógu teir bát og settust at rógva, Jenis skipaði kósina. Róðurin var teimum tungur- og tigandi. Sum teir nú sótu í bátinum, sá eingin teirra nakað óvanligt, heldur ikki Jenis, sum tó aftur og aftur tvíhelt um, at: "je sá teir, teir eru har, rógvi, vælsignaðir rógvi".

Sama morgunin vóru brøðurnir á Teigum, Niels Pauli og tvey ára yngri Hans, synir Símun bónda á Teigum, saman við einum svági og einum húskalli, farnir úr Fámjin á kalvaveiðu. Veðrið var av tí besta, teir komu á mið og settu línuna, og tá drigið varð, var hýrurin avbera góður yvir stóra fongin. Men brádliga, áðrenn nakar varnaðist, hendi vanlukkan. Teir knossaðust við at fáa ein ovurvaksnan kalva innanborðs, tá hesin brádliga gjørdi ein vørr, báturin holvdist, og hvørki kalvin ella sterki Dánjal sóust aftur.

Neyvan megnar nakar at ímynda sær neyðina rundan um holvda bátin hesa løtuna, men teir megnaðu at fáa vent honum, men javnvágin sveik aftur og aftur, og ferð eftir ferð endaðu teir aftur á sjónum.

Deyðalúgvaðir og hjartkiptir stríddust ungu mennirnir fyri lívinum, men vóru at enda sannførdur um, at her endaði lívsleiðin. Tá tók svágurin, sum dugdi at svimja, tað lagnutungu avgerð at royna at svimja til lands, "kanska megni eg tað, her er okkum ikki lív lagað".

Tá vistu teir einki um unglingan, sum í somu løtu stóð uppi á fjallinum og bar eygu við teir og, við at halda fast við tað hann sá, eisini hóast iva vinanna, gjørdist bjarging teirra.

Í bátinum róðu teir nú av grimd, tí eygu Jenisar høvdu aftur hómað teir neyðstøddu, og rópini fleirfaldaðust, so hvørt sum ein hvalbingur fyri og annar eftir fekk eyga á brøðurnar báðar, sum teir løtu seinni bjargaðu úr hondum deyðans.

Svágurin Jógvan, sum setti lív sítt í váða fyri at bjarga bóndasynunum báðum, bar tíverri ikki boð í bý.

Ein góðan heystardag árið eftir fóru tveir glaðir faminingar, við hvør sínum geldseyði á bakinum, longu leiðina til Hvalbiar. Tað vóru bóndasynirnir báðir, sum leitaðu upp Jenis hjá Lottu og vinir hansara og løntu teimum fyri bjargingina lagnutunga heystardagin árið fyri.

At hava eitt stavnhald og at halda fast við tað, tú sær og veit er rætt, tað fer altíð at bera løn við sær, uttan mun til, um tú ert føroyingur, ísraeli ella hvør tú enn ert.

Góðu gestir!

Føroyar eru í dag ein framkomin, altjóða fiskivinnutjóð við einum nýmótans flota, ið støðugt verður endurnýggjaður. Ein tjóð við professionellum alifyritøkum, ið framleiða fyrstafloks matvørur til allan heimin.

Føroya landsstýri samráðist áhaldandi um og undirritar tvíliðaðar og fleirtjóða avtalur innan fiskivinnu, handil, útbúgving og gransking, grundað á okkara egnu áhugamál, og aðalmálið er, at verða viðurkend millum onnur og at vinna fullan ræðisrætt yvir egnum viðurskiftum.

Skoða vit longur fram á okkara ferð, kemur mær til hugs orðatakið: “Neyð lærir nakna konu at spinna”.

At uppfinna og enduruppfinna er grundleggjandi fyri at byggja upp kappingarføri og styrki í einum og hvørjum búskapi.

Men annað lyklaorð, tí líkt, er innovasjón ella nýskapan. Og fá lond duga hetta betri enn Ísrael; landið, sum øll venda eyguni til, tá tað snýr seg um nýskapan.

Vit vita, at skal nýskapan geva úrslit, so má hon vera drívmegin og vera partur av øllum vit gera, og skal nýskapan geva meining, so er alneyðugt at fáa virkið samstarv í lag  millum vinnu, fakstovnar og myndugleikar. Og hartil mugu netverk og sambond skapast innanlands og úti í heimi.

Tit Ísraelar hava skapt stór úrslit, og hetta vísir, hvussu væl tit megna at samstarva, netverka og at skipa tykkum.

Tykkara úrslit er stórur íblástur fyri lond sum Føroyar, har landsstýrið er við at leggja síðstu hond á eina heildarætlan fyri, hvussu vit skapa burðardyggan vøkstur og nýskapan í okkara týdningarmestu vinnugeirum.

Góðu gestir

Sendistovan, sum formliga letur upp í dag, er ikki einans eitt tekin um tann týdning Ísrael hevur sum vinartjóð, men eisini sum samstarvspartur, har vit vilja virka fyri samstarvi, ið skal geva báðum pørtum fyrimunir.

Vit hava áhuga í at gerast partur av ísraelsku nýskapanar-vistskipanini, og vit vilja stuðla undir, at ísraelsk nýskapan kann vera við til at menna okkara vinnu til gleði fyri báðar partar.

Bæði Fróðskaparsetur okkara og Heilsuverk Føroya hava stóran áhuga í at samstarva við ísraelskar granskingarstovnar.

Føroyar eru eitt lítið, men nýmótans, hátøkniligt og samanbundið oyggjasamfelag. Føroyskt land- og havøkið hóska væl sum Beta økir fyri menning av alskyns sløgum av vørum og tænastum. Til dømis innan tøkni og talgilding, orku, sjóvinnu og heilsuøkið – fyri at nevna nøkur økir.

Føroyska sendistovan í Ísrael er til reiðar at stuðla undir, at samstarvið innan nýmenning fer fram millum Ísrael og Føroyar. Sendistovan hjálpir fegin  við at fáa handil við vørum millum londini í gongd, m.a. hágóðsku vørurnar, sum føroyska vinnan er til reiðar at selja ísraelska matmarknaðinum.

Eg gleði meg at fylgja við, hvussu hesi sambond og hesin samhandil fara at mennast.

Neyvan finna vit nakað fólk við størri huga og vitan um ísraelsku søguna enn føroyingar, og nógvir eru teir føroyingar, sum  hava vitjað Ísrael fyri at uppliva bíbilsku støðini, sum hava verið flestu okkara kær heilt frá barnaárum.

Kærleiki føroyinga til jødiska fólkið sæst eisini aftur í at eitt samt Løgting, í mei 2019, samtykti at seta á stovn Holocaust minningardagin. Síðani hava føroyskir skúlar á hvørjum ári markað 27. januar til at minnast Holocaust og fólkadráp í nýggjari tíð.

Og síðst í mars í ár, lat føroyska landsstýrið stuðul til neyðhjálpararbeiði hjá ’the International Christian Embassy Jerusalem’ fyri at hjálpa ukrainskum jødum, ið flýggja undan krígnum, sum í dag leikar í í heimlandi teirra. Mær er sagt, at hetta vakti ovurhonds frøði, tí at hetta er 1. ferð, at slíkur stuðul verður latin frá einari tjóð til virksemi teirra.

Í síðstu viku vitjaði uttanlandsnevndin í Løgtinginum í Ísrael. Og hesa vikuna er landsstýrið á vitjan við einari vinnunevnd, fyri at vitja stovnar, fyritøkur og myndugleikar.

Alt hetta, saman við hesi hátíðarløtu, er tekin um sterka viljan hjá landsstýrinum at menna og víðka um framtíðar samstarvið við Ísrael, og ber boð um kærleika føroyinga til landið.

Stóra takk øll tit, ið lýddu á - Harrin vælsigni og gevið tykum øllum nakrar gevandi dagar her í Ísrael