Røða hjá landsstýrismanninum á aðalfundinum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya á Hotel Føroyum leygardagin 23. apríl 2022
Fyrst vil eg takka fyri heiðurin at vera boðin við á aðalfundi tykkara í ár at halda gestarøðuna!
Eftir at hava upplivað tykkum og arbeiðið tykkara so nær, sum yvirhøvur ber til, í sambandi við aldrandi og gomlu foreldur míni, kenna eg og míni eitt stórt takksemi til tykkum fyri virksemi tykkara. Vitjanir, røkt og umsorgan tykkara fyri foreldrunum byrjaði í barnaheiminum í Trongisvági, og alt endaði á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri fyri ávikavist 19 og 7 mánaðum síðani. Tá var mamma 92 ára gomul og pápi 95.
Sum vónandi mong undan mær hava gjørt, fari eg at takka tykkum so hjartaliga fyri stóra takið, tit tóku undir korona-kreppuni. Meðan aðrir starvsbólkar fingu høvið at arbeiða heimanífrá, so hildu tit skansan - úti á stovnum og heima hjá brúkarum.
Tit vístu ábyrgd, mettu tykkum kanska einki annað val at hava, men í hesum torføru tíðarskeiðunum, tá okkara eldru og veiku medborgarar vóru avskorin frá umheiminum… tá vóru TIT har.
Við tykkara umsorgan og røkt.
Við tykkara nærleika og kærleika.
Og var tað so ”bara” Korona, so var tað nóg ringt. Men harafturat hevur støðugt vaksandi starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum eisini lagt stein omaná byrðu hjá tykkum… krøvini um at renna skjótari og skjótari, náa meira og meira, fyri at fáa alt at ganga upp.
Men tað gongur jú ikki í longdini…
Tað sigur seg sjálvt, at her má vend koma í…. áðrenn orkan er uppi. Áðrenn fingrarnir kropna- og hendurnar sleppa.
Eg sá tíðliga í starvstíð mínari sum landsstýrismaður, at okkurt munagott mátti henda!
Tí góvu okur í Mentamálaráðnum, á vári 2021, í hendur búskaparráðsins at gera eina temafrágreiðing, sum nevndist: ”Starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini”.
Henda temafrágreiðing vísti, at álvarsligur starvsfólkatørvur fór at verða á vælferðarøkinum, um støði, bygnaður, arbeiðshættir osfr. bert vórðu framskrivað. Avbjóðingin av, at aldursbólkurin omanfyri 80 ár fer at vaksa við uml. 1.200 fólkum ella 52% komandi 10 árini, fór at verða ovurhonds.
Landsstýrið setti tí eitt tvørgeiraligt arbeiði í gongd at lýsa trupulleikan, sum temafrágreiðingin vísti á, og koma við boðum um, hvat kann gerast fyri at tryggja, at vælferðartænasturnar í árunum, sum koma, kunnu loysast á ein fakliga fullgóðan hátt. Og at bera fram samskipað boð uppá, hvussu avbjóðingin við stóra starvsfólkatørvinum kann loysast komandi 10 árini - á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.
Nýggja frágreiðingin, sum ber heitið ”Í góðum hondum”, er løgd alment fram. Nú hava so allir áhugaðir partar, feløg v.m., høvi at lata inn møguligar viðmerkingar til hana í seinasta lagi 17. mai 2022. Viðmerkingarnar verða saman við frágreiðingini latnar politisku skipanini, sum íkast til víðari arbeiði í fyrireikingini av átøkum.
Umframt at lýsa starvsfólkatrotið verður í nýggju frágreiðingini víst á møguligar loysnir, sum fata um útbúgving, at arbeiða øðrvísi, at umskipa tilgongdir, at meta um fíggjarligan kostnað, at birta upp undir og eggja fólkum at starvast og mennast innan økini v.m.
Sum sagt lýsir og gevur frágreiðingin nøkur boð um, hvussu vit tryggja okkara borgarum, at tey eisini frameftir verða í góðum og tryggum hondum?
Ein avbjóðing so umráðandi, at vit øll mugu arbeiða saman, skulu vit gera okkum vón um at megna tað. Land, kommunur, skúlar og fakfeløg. Vit mugu øll lyfta í felag.
Vit hava brúk fyri tykkara fakligheit, og vit hava brúk fyri tykkara royndum. Og tølini tala sítt greiða mál…. vit hava eisini brúk fyri royndunum hjá teimum mongu ófaklærdu, sum starvast innan tykkara øki.
Júst tí samskifta vit í løtuni við Heilsuskúlan, kommunurnar, Vegleiðingarstovuna og aðrar partar, um eina førleikametingartilgongd, sum kann opna eina hurð afturat inn til útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari (og námsfrøðihjálpari).
Ítøkiliga arbeiða vit við einum leisti, har tey, sum eru omanfyri 25 ár, og hava minst 3 ára starvsroyndir, taka alt ástøði út í eitt, ella býta tað sundur í meira konsentreraðar skúlapartar, so savnaða útbúgvingargongdin kann styttast, væl at merkja uttan at gera seg inn á kravda savnaða tímatalið.
Harafturat arbeiða vit við møguleikanum fyri, at Heilsuskúlin skipar ein part av útbúgvingini umvegis fjarundirvísing í góðkendum skúlahølum norðanfjørðs. Eisini her uttan at tað ger seg inn á dygdina í undirvísingini.
Hesi nýggju skúlatilboðini skulu, eftir ætlan, byrja longu eftir summarfrítíðina í ár.
Og lat meg, Mary, bara skunda mær at siga, at her verður hvørki talan um nakra ”quick-fix”-loysn ella nakra ”discount-útbúgving.” Tað vil eg fegin tryggja tykkum. Eg hevði ongantíð góðtikið eina loysn til so týdningarmiklar útbúgvingar, bara tí at tað var bíligari ella lættari.
Hetta er tann sama útbúgvingin. Hetta er tann sama fakliga dygdin. Hetta er presis tað sama prógvið.
Einasti munurin er, at vit leggja eina serskilda útbúgvingargongd til rættis, so tey førleikamettu, við teirra royndum á økinum, fáa eina høgligari atgongd til útbúgvingarnar. Gjøgnum førleikameting kunnu tey tilkomnu verða frítikin frá starvsvenjing, so tey í størri mun sleppa til arbeiðis. Og gjøgnum fjarundirvísing kunnu tey tilkomnu verða minni burturi frá heimi og børnum.
Kommunurnar taka væl undir við hesum møguleikanum, og vit samskifta eisini væl um spurningin um løn undir útbúgving.
Tað hevur riggað væl við øðrum útbúgvingum. Og eg skal vera persónligur garantur fyri, at tað eisini kemur at rigga væl við tykkara útbúgving.
Í so máta verður hetta ein win-win støða fyri allar partar!
Samfelagið fær fleiri starvsfólk inn á økið.
Tit fáa hægri fakligheit út á teir einstøku stovnarnar.
Okkara borgarar fáa betri røkt og umsorgan, heilsu og trivnað.
Tey ófaklærdu fáa tað prógv, tey hava uppiborið, fyri alla ta orku, sum tey longu hava lagt í økið.
Starvsfólkini fáa betri setanartrygd, og hægri løn.
Heilsuskúlin fær fleiri næmingar- og fær høvið at skipa part av frálæruni sum fjarundirvísing. Harvið fær skúlin víðkað um virksemi sítt á heimstaðnum í Porkerishaganum, umframt úti um landið, og fær harvið tryggjað tilverugrundarlag sítt enn betri.
Og Heilsuhjálparafelagið fær fleiri limir.
Eg fari at enda við at nýta høvið at bjóða felagnum vælkomnum á fund í Mentamálaráðnum í komandi viku, har vit fáa høvið til at samskifta nærri um ætlanirnar. Tit hava fingurin á pulsinum. Og tit kunnu hjálpa til við rekrutteringini av teimum røttu starvsfólkunum, so vit øll fáa fleiri hendur og betri fakligheit inn á økið.
Annars vil eg bara takka tykkum fyri tað stóra arbeiðið, tit gera á øki tykkara, eisini sum fakfelag.
Tit gera tað, sum tit skulu. Tit eru á varðhaldi fyri tykkara limir.
Men tit eru eisini á varðhaldi fyri okkara eldru og óhjálpnu.
Sum fakfólk eru tit ein partur av sosialu samvitskuni hjá Føroya Fólki.
Tit minna okkum á tað, sum veruliga hevur týdning.
Og tit minna okkum á, at vit eiga at verða eyðmjúk.
Tí einki er so vist sum tað, at vit øll kunnu gerast sjúk og óhjálpin.
Og um vit bara liva nóg leingi, so sleppa eisini vit at gerast gomul…
Tá fáa vit øll tann sama tørvin, á vernd og virðing, á tryggleika og trivnað, á kærleika og nærleika.
Og tá skulu vit øll hava rætt til at vera í góðum hondum.
Eg fari at enda við at ynskja tykkum ein framhaldandi góðan aðalfund og Guds hjálp og signing í arbeiði tykkara!