Røður 2021 Jenis av Rana


Røða hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni, á skúlaleiðaradegi á Hotel Brandan tann 8. september 2021

Góðu Skúlaleiðarar!

Takk fyri høvið, eg havi fingið at bera tykkum eina heilsan her í morgun!

Je havi hugsað nógv um, hvat je skal siga, nú je møti so mongum leiðarum í so týdningarmiklum og ábyrgdarfullum samfelagsligum størvum.

Eg fari at byrja við at greiða tykum frá royndum mínum við persónliga leiðara mínum frá barnaárum av - pápa, sum skjótt fyllir nýtiseks ár.

Pabba hevur alt sítt lív eisini verið seyðamaður. Hann røktaði hagan, har kolaminurnar eru, tað er Ranghagi, hagan beint yvirav hesum, Líðarhaga, og so hagin í Trongisvágsbotni, sum er eitt satt paradis fyri seyð- staðsett millum Ranghaga og Líðarhaga vestanfyri Trongisvág.

Í Líðarhaga hevði hann m.a. ábyrgd av seyði, ið gekk í skorðunum norður móti Hvalba og í einum øki suður móti Trongisvágsbotni, sum okur kalla »undir Soyði«. Fyri tey, sum hava verið har suðri, so er hetta eitt bjargalendi, sum tú sært, um tú gongur niðurvið røðini frá kikaranum, sum stendur vestanfyri gamla tunnilin til Hvalbiar. Tú sært hetta økið, ”undir Soyði”, um tú hyggur útav røðini niður í hav.

Hann leiddi og lærdi okum synirnar at ganga har. Hann var leiðarin - okur vóru hansara fjallmenn kundi man sagt.

Við tí mátanum hann var- og við tí, hann segði - skapti hann ein tryggleika í okum. Eitt álit á, at hóast tað var bratt- og hóast okur sóu snipst niður í havið - so vóru okur á tryggari grund, um okur fylgdu honum. ”Fyrr skal Oyrnafjall detta í havið enn okur báðir”, minnist eg hann siga tann eina dagin, je var um 6 ára aldur.

Hann skapti ein tryggleika í okum, sum ger, at ogur gingu og ganga leiðir, har mong aftra seg fyri at fara.

Millum annað ”undir Soyði”.

Tað er sum ein yvirvaksin grasfløta, sum hongur niðri í berginum vestantil. Har elskar seyður at ganga, og listiliga mugu okur sleppa niður um hesar, fyri at fáa rikið teir upp, annars hvørva teir niðanfyri okkum, niður í tað, sum kallað verður Ongamannaland.

Framhaldið av hesi yvirvaksnu grasfløtuni er »rókin undir Soyði«. Og har, á ”rókini undir Soyði”, gongur eisini seyður. So tungu leiðina niður á ”rókina” noyðast hann, ið hevur verið niðri á grasfløtuni ”undir Soyði”, aftaná at verða komin upp aftur frá tí strævnu gonguni.

Rókin undir Soyði er umleið hundrað metrar til longdar. Hon er smøl, slíggjut og hál og hellir móti havinum. Hyggur tú útav, sært tú einar 200 metrar lúkst niður í havið.

Tað er í grundini púra ørt at ganga har.

Men síðani okur vóru smádrongir, hava okur gingið har við pápa okra í fullum áliti á, at tað nokk skal ganga.

Fyri fáum árum síðani - kanska 5 árum -  segði pápi soleiðis hissini, at tá hann var tannáringur, var alt eitt øki, og tú gekk frá fløtuni ”Undir Soyði” beinleiðis yvir á ”rókina undir Soyði”. Men so ein dagin rapaði mittasti parturin í havið, meðan endanir báðir, grasvøllurin Undir Soyði og ”Rókin undir Soyði” hingu eftir.

Okur sótu sum kánus. Varisliga spurdi annar okkara, hví hann ikki hevði sagt okum tað áður. Hann svaraði ongantíð, hugdi bara burtur og fór at tosa um okkurt annð.

Og je hugsaði mítt. Óivað varð svarið, at um hann hevði sagt okum tað, ja, so vóru okur ongantíð farnir at røkja hetta økið. So høvdu okor kanska hildið okum burtur.

***

Og je hugsi, at fyri ein leiðara er júst hetta umráðandi. Hvussu man er, hvat man sigur, men eisini, tað man IKKI sigur.

Avgerandi er, at fáa fólk at kenna seg trygg – ikki bert, tá tað gongst sum eftir ánni, men eisini í tíðarskeiðum, har ymist kann fara av lagi.

***

Tykur eru leiðarar. Men tykur hava ikki heilt sama leiklut, sum aðrir leiðarar í landinum. Sum leiðarar í einari fyritøku, einum virki ella á einum stovni. Tykra økið er heilt øðrvísi.

Tykur eru skúlaleiðarar, hava ábyrgd av komandi og mangan viðkvæma unga ættarliðinum. Og tað setur tykum í eina serliga støðu.

Mangan man tað vera sum at ganga eftir smølum rásum í brøttum lendi. Og hartil við einum stórum fylgi, sum kann vera tvørligt at reka og at fáa at ganga sama veg.

Tykur hava børnini, sum eru fitt, men sum eisini kunnu bjóða av, foreldrini, sum eisini seta krøv og ikki at gloyma skúlastýrini at fyrihalda tykkum til. Og so er tað Undirvísingarstýrið, sum heldur tykum í oyrini og Mentamálaráðið, sum støðugt broytir umstøður og treytir - og fjórða hvørt ár hava tykur enntá eitt nýtt landsstýrisfólk, sum eisini tekur sær loyvi til at hava egnar tankar um tykra øki. Og harafturat hava tykur pressuna, sum altíð vísir áhuga - og ikki at gloyma almenningin, sum so gott sum øll loyva sær at hava eina greiða meining um tykra arbeiði.

Og enn manglar ein týdningarmikil bólkur, lærararnir, sum als ikki kunnu samanberast við arbeiðsfólkið hjá nøkrum øðrum stjóra. Lærarar, sum eru vanir at standa einsamallir inni í skúlastovunum og taka egnar avgerðir uppá standandi fót. Teir flestu hava sterkar hugsanir - og eitt alment góðkent læraraargument sigst vera tað vælkenda "tí eg sigi tað!"

Tað kann ikki vera lætt hjá tykum.

Og tí leitaðu hugsanir mínar til pápa - og brattlendið undir Soyði. Tykur ganga meira enn so eftir eini smalari, slíggjutari rás, sum hellir útav, og har tað ræður um at halda tunguna mitt í munninum. Har eru nógvir snávingarsteinar og nógvar skriður, sum kunnu leypa.

Og je hugsi við mer sjálvum - akkurát sum hjá pabba – at søgdu tykur altíð allan sannleikan um royndir tykkara og vandan fyri leypandi skriðunum, ja so fóru fólk kanska at halda seg aftur við at røkja hesi øki. So hevði tað kanska verði trupult at fingið onnur at bjóða seg til.

Je fór annars inn á netið at leita eftir orðinum skúlaleiðari, tá je fyrireikaði meg.

Leitiúrslitini útpenslaðu nakað av tí, tit skulu fyrihalda tykkum til. Sum tykur skulu hava ella duga: Administrativa leiðslu, pædagogiska menning, fakliga kompetensu, skúlaleiðsluútbúgvingar og -skeið av øllum handa slagi, reflekterað og nuanserað vitanargrundarlag og so framvegis.

Je ivist ikki í, at tykur spenna tykum í hvørjum kongi, fyri dagliga at megna at fevna um alt hetta.

Men - ikki nokk við tí. Tey, sum hava fylgt eitt lítið sindur við í seinastuni, hava varnast, hvussu nógvum bóltum tykur allatíðina eisini skulu lofta.

Úr miðlunum - bara hesa seinastu vikuna ella so - kunnu okur nevna spurningar sum:

Skulu næmingar kunna brúka nalvablusur ella ikki?

Skulu okur fylgja svenskari gransking og tryggja næmingunum heitan mat á miðdegi?

Hvussu takla okur undirvísingina, tá landslæknin sendir heilar flokkar heim í sóttarhald?

Hvussu fáa okur undirvísingina at hanga saman, tá allir ítróttalærarar skuldu á skeið at fyrireika seg til Skúlaleikir?

Soleiðis koma, afturat øllum uppgávunum við at reka í sama rætning, og afturat øllum krøvunum, sum verða sett tykum, ítøkiligir dagligir spurningarnir, stórir og smáir, sum allir skulu loysast- sum TYKUR skulu loysa.

Kanska ikki løgið, at je fór at hugsa um brattlendið har suðuri?

Og sum tað seinasta - afturat øllum tí, sum tykur dagliga so fyrimyndarliga fyrihalda tykum til, ja, so var fjórða leitiúrslitið soljóðandi:

»Kann man klaga yvir ein skúlaleiðara?«

Je má siga - treytaleyst og við hondini á hjartanum – tit hava alt rós uppiborið!

Je havi í dag ongan boðskap um skúlatekniskar formalitetir ella løgfrøðiligar krussidullur. Je vil bara nýta høvið at siga tykum takk fyri tykra innsats. Fyri tykra ágrýtni. Fyri, hvussu tykur dagliga royna at leiða fylgið tykkara ígjøgnum røkur og skorðar á ein hátt, sum ger, at tey kenna seg trygg. Á ein hátt, sum eggjar tey, og sum ger, at tey kenna seg vera á tryggari grund – eisini har tað er bratt - um tey bert fylgja tykum. Eisini tá tað viðhvørt eru 200 ella kanska 300 metrar snipst niður í havið.

Tykur kenna uttan iva mín longsil eftir trivnaði fyri hvønn einastakan næming í skúlanum. Tykur hava hoyrt, at okur fara at endurskoða fólkaskúlalógina, styrkja kreativu fakini, minka tímatalið - og tykur vita alt um, at okor nú seta full segl málsliga fyri teimum fremmandu, sum koma til okkum at verða. Men her er talan um serøki tykra, sum tykur vita nógv meiri um enn je.

Vóni, at je havi megnað at sagt tykkum, at eg havi stóra virðing fyri tykkum og tykra arbeiði.  Je vil fegin geva tykum eitt stórt herðaklapp og eina stóra tøkk fyri, hvussu tit vísa vegin í tí so mangan bratta lendinum, sum tit arbeiða í.

HJARTANS TAKK og Harrans signing í týdningarmikla arbeiði tykra!

Je vóni, at tit fáa ein góðan og gevandi dag saman.

Takk fyri!