Røða hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni, í Norðurlandahúsinum tann 15. septemeber 2021. Talan er um afturvendandi tiltak, ið Vegleiðingarstovan skipar fyri miðnámsnæmingum, ið verða liðug komandi summar
Góðan morgun øll somul, og hjartaliga vælkomin til Markleys Útbúgving 2021!
Talan er um eitt óføra gott tiltak, sum í ár verður hildið fyri 19. ferð, og sum Vegleiðingarstovan, Setrið og aðrir stovnar og ráð eiga stóra tøkk uppiborna fyri at fyriskipa. Tiltakið er ætlað at geva tykkum ungu innlit í útbúgvingarmøguleikar úti og heima, og er eitt kærkomið høvið hjá tykkum, nú tit skulu undir at taka støðu til, hvørja útbúgvingarleið, tit skulu velja.
Útbúgving, handalig ella bóklig, er ein ómetaliga virðismikil førningur at hava við sær gjøgnum lívið, ein førningur, sum í sær sjálvum gevur tí, sum hann ber, eitt stórt frælsi. Vón mín er tí, at tit fara at fáa nógv burturúr degnum í dag.
Tit eru á einum vegamóti í lívinum, á einum vegamóti, har mangan verður sagt, at ”heimurin liggur opin fyri tykkum!” Miðnámsskúlatíðin er farin at halla, og spurningarnir um, hvat liggur fyri framman troka á. Tit skulu taka avgerð um leiðina fram, skulu royna tykkara flog - sum so ofta verður sagt.
Samstundis sum heimurin liggur opin, so er heimurin í støðugari broyting. Vit kunnu loyva okkum at siga, at tað einasta, vit vita er støðugt, eru broytingar heimsins.
Koronafarsóttin er eitt rámandi dømi um, hvussu heimurin og gerandisdagur okkara við eitt kunnu kollveltast. Samstundis vísir koronafarsóttin týdning av at hava, at vit eru árvakin og til reiðar at broyta dagliga dag okkara, fyri at standa ímóti og verja okkum og samfelag okkara móti tí hóttandi ókenda.
Á vegamótinum, tit í løtuni eru stødd á, er størsti spurningurin óivað, hvørja útbúgvingarleið tit skulu velja? Her liggur leiðin eisini opin, tí møguleikarnir at útbúgva seg eru mestsum óteljandi, og nógv fleiri enn tá eg sjálvur var ungur.
Útbúgvingarleiðin er tó eisini væl meira torskild. Eitt nú krevja ymsar útbúgvingar, at tú hevur tikið ávís fak á miðnámsstøði, og tí at tit tí longu í miðnámi skulu velja millum fak. Tí eru ráð míni, at tit nýta møguleikarnar tit hava at leita tykkum ráð og vegleiðing frá vegleiðarastovum og lestarvegleiðarum, sum eru í skúlum tykkara.
Tá eg var ungur, fóru so at siga øll, sum fóru undir hægri lestur, til Danmarkar at lesa. Í dag er meira vanligt, at føroysk ung, sum nema sær útbúgving uttanlands, leita til onnur lond enn Danmark. Seinnu árini hava føroyingar nomið sær útbúgving kring allan heim og í flest øllum heimspørtum, og er hetta eitt spennandi rák, sum eisini víðkar okkara altjóða útsýni sum tjóð.
Men rákið vendir, og aftur velja fleiri ung at nema sær útbúgvingina her heima í Føroyum. Seinastu árini, síðani 2018, hava tað verið fleiri føroyingar undir hægri lestri her í Føroyum enn i Danmark. Hetta er gleðiligt, tí tað hevur verið eitt mál hjá politisku skipanini at skapa fleiri og betri útbúgvingartilboð í Føroyum – so ung, sum ynskja tað, hava møguleikar at lesa i heimlandinum. Hóast hetta kanska ikki víðkar eins nógv um sjónarringin, sum at fara út í stóru verøld, so verður mett, at hetta ger sannlíkindini fyri, at hin lesandi verður verandi í Føroyum størri.
Kanning vísir, at 97 prosent av teimum, sum fingu prógv á Setrinum á vári og sumri í fjør, eru annaðhvørt í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir víðari lestur. Hetta vísir dygdina í okkara Fróðskaparsetri, og at arbeiðsmarknaðurin og almenni arbeiðsmarknaðurin meira enn áður taka væl útbúgvin fólk til sín.
Stór kanning, sum Mentamálaráðið í vár lat gera av tørvinum av arbeiðsmegi í Føroyum komandi 10 árini vísir, at stórur tørvur verður á bæði sjúkrøktarfrøðingum, námsfrøðingum, sjúkrahjálparum og KT útbúnum fólki - fyri at nevna nøkur øki. Her er talan um útbúgvingar, førleikar og størv, sum hava stóran týdning fyri, at vit framhaldandi kunnu hava eitt gott, trygt og liviligt vælferðarsamfelag í Føroyum.
Á hinum bógnum eru yrkisútbúgvingarnar, sum eru ein upplagdur møguleiki fyri tey, sum halla meira handaliga enn bókliga vegin. Føroysk sjófólk, handverkarar, sniðgevar v.m. eru høgt í metum um allan heim. So stendur hugur tín til eina handaliga heldur enn bókliga útbúgving, er tað eitt sjálvsagt val.
Góðu lesandi
Tit uppliva helst, at fleiri eru – ikki minst foreldur, ommur og abbar, – sum vilja geva tykkum ráð, hvørja leið tit skulu velja. Míni ráð til tykkum eru: Lurti væl eftir teimum og øðrum, sum vilja tykkum væl, men gloym ikki egna hjarta tykkara.
Í sær sjálvum er einhvør útbúgving góð, men gev tær tí at finna hana, sum tú brennur fyri, og sum tú metir hóskar best til tíni evni. Á míni lívsleið havi eg hitt og arbeitt saman við mongum eldsálum, og tað er ómetaliga hugvekjandi og gevandi at uppliva fólk, sum brenna fyri sínum starvi.
Útbúgving er ikki einans dýrabar fyri tann einstaka, men eisini eitt tilfeingi, sum ríkar okkum sum samfelag. Tað er tí, undangongufólk gjøgnum ættarlið hava kýtt seg eftir at skapa eina góða útbúgvingarskipan.
So eg vil loyva mær at koma við eini áheitan, og hon er: Verið ágrýtin, vísið áhuga, ikki bara fyri tykkara nærmastu og vinum, men eisini tykkara samfelag og medmenniskjum. Framtíðin er tykkara. Tit skulu taka yvir og eiga ábyrgdina av morgindagsins samfelag - og luturin hjá tí einstaka, tær og tínum, er við til at mynda samfelagið.
Útbúgving er ein partur av ferðini gjøgnum lívið, men lívið hevur nógv annað gott at bjóða. Lestrarárini snúgva seg ikki bara um skúla, men eisini um upplivingar og góðar løtur. So minnist til eisini at njóta tíðina og lívið, sum tit hava frammanfyri tykkum.
Og gloym ikki tað týdningarmesta, - at eftir lívsskeiðið her kemur ævinleikin.
Alt tað besta ynski eg tykkum, og signing Harrans yvir dagin og komandi.