Røða hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni, í sambandi við 20 ára førðingardegi hjá Felagnum lesi- og skriviveið tann 16. september 2021.
Góðu tit í felagnum lesi og skriviveik, eldsálir og næmingar.
Eg fegnist um at kunna vera saman við tykkum her í dag, nú tit hátíðarhalda 20 ára stovningardagin. Tað er sanniliga øll orsøk at fegnast og gleðast um, hvussu tit í tykkara arbeiði áhaldandi og trúføst hava hjálpt og stuðlað bæði vaksnum og børnum í teirra stremban og ofta ómegd at ogna sær kynstrið at lesa og skriva.
Tað var hjartanemandi at kunna verða á vitjan hjá tykkum seinasta heyst, og andlit til andlits at kunna møta nøkrum av tykkum eldsálum, sum dagliga eru um næmingarnar, men eisini nakrar av næmingunum, sum á teirra sermerkta og grípandi hátt megnaðu at vísa okkum virði í stóra ósjálvsøkna arbeiði tykkara.
Tað er valla nakað, sum ávirkar teg meira í dagliga degnum enn vantandi førleikar júst á hesum øki, tí stórur partur av okkara samskifti, læring og kunning er grundað á skriving og lesing. Tú fært illa luttikið í undirvísing, í teldusamskifti ella fylgt við í miðlunum uttan ávísan lesi- og skriviførleika. Og einki er so svárt hjá barninum og tí unga sum ikki at kunna luttaka á jøvnum føti við onnur. Men hetta er og hevur verið tykkara hjartamál- at læra, stimbra og fjálga um øll tey, ið hava trupult við at týða tekn og tøl.
Lesi- og skriviførleiki hava grundleggjandi týdning í allari læring og í øllum arbeiðslívinum. Tí er tað so umráðandi, at børn, ið eru lesitarnað, m.a. orðblind, fáa holla fakliga og námsfrøðiliga hjálp, so tíðliga sum til ber. Her hevur fólkaskúlin ein stóran leiklut og fremstu ábyrgd at tryggja, at orðblindir næmingar fáa serligar venjingar og amboð at menna sín lesiførleika. Hetta er ein fortreyt fyri og grundarlagið undir, at orðblind kunna luttaka í framhaldandi skúlagongd, bæði í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum.
Her eiga tit í Felagnum lesi- og skriviveik eina stóra tøkk. Tykkara aðalmál er at hjálpa lesi – og skriviveikum í øllum aldrum, orðblindum, talblindum og øllum við lesitarni. Tey eru mong, ið hava funnið hjálpina hjá tykkum, tá á stóð og fingið undirvísing í lesing, skriving, støddfrøði og øðrum lærugreinum, og ikki minst hava tey lært at nýta hjálpitól í lesing og skriving, tól, sum kunnu nýtast í gerandisdegnum og í undirvísingarhøpi.
Næmingatalið liggur um 50 – 60 næmingar, og tørvurin tykist tíverri ikki at minka. Tit hava ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, sum megnar at veita hjálp og undirvísing, um tað eru tilkomin ella børn og ung. Og so hava tit eisini eina serliga skipan at veita hjálp og undirvísing á staðnum, so øll, sum tørva hjálp ikki nýtast at koma til Havnar.
Eg takki tykkum landsstýrisins vegna hjartaliga fyri tykkara eldhuga! Tit gera veruliga mun fyri tann einstaka, ið leitar til tykkara. Hjartaliga til lukku við ynski um Guds signing í stórverki tykkara.