Nú er tað avdúkað og alment, hvørji listafólk – sera væl uppiborið - eru heiðrað í 2020.
Enn einaferð hjartaliga til lukku tit trý, Sigrun Gunnarsdóttir, Ósbjørn Jacobsen og Birita Poulsen – og takk fyri at tit lata okkum onnur sleppa at njóta gávur tykkara. Eg vil eisini takka øllum tykkum, sum framførdu fyri okkum í kvøld, og hugtóku okkum við tykkara sangi og tónleiki.
Eg vil eisini takka Runavíkar kommunu - og fólkunum her í Løkshøll fyri at hýsa tiltakinum í kvøld. Somuleiðis fáa nevndin og teir ráðgevar, sum hava skotið listafólk upp - og Kringvarpið, sum hevur sent beinleiðis í kvøld - eina hjartans tøkk.
Takk øll somul, sum hava arbeitt við hesum tiltakinum og fingið tað at bera til.
Tá eg stóð her í fjør, segði eg, at eg droymdi um, at vit skjótt skuldu fara at handa Mentanarvirðirslønirnar í einum nýggjum, føroyskum Tjóðleikhúsi.
Tann dreymurin er nærri nú, enn hann var í fjør. Vit hava nevniliga skrivað út eina kapping í tveimum stigum.
Fimm ymisk samtøk av arkitektum hava meldað til kappingina, og tað sermerkta er, at teir eru allir føroyingar. Tað er flott!
Fyrsta stigið í kappingini snýr seg um, hvar nýggja Tjóðleikhúsið skal staðsetast. Og 1. februar – tað vil siga um einar tríggjar vikur – skulu uppskotini vera inni.
Fyrsta mars verður kunngjørt, hvør staðseting er vald. Og 3. mars verður næsti parturin av kappingini útskrivaður. Tá skulu tey fimm luttakandi arkitektasamtøkini geva sítt boð uppá, hvussu tjóðleikhúsið skal síggja út og innrættast – hvussu tað skal byggjast - á valdu staðsetingina.
Áðrenn summarferiuna í ár vita vit sostatt, hvar Føroya tjóðleikhús skal byggjast – og hvussu tað skal síggja út.
Og tá vit - um Gud vil - komandi ár aftur heiðra fremstu listarfólk okkara, eru vit kanska komin so mikið langt á leið, at arbeiðið kann bjóðast út.
Stóra takk fyri í kvøld øll somul.