Hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtuna, nú vit fara at vísa nøkrum av teimum, sum hava virkað og ávirkað á mentanarliga økinum í Føroyum, uppiborna virðing og heiður.
Vit eru í kvøld stødd í Runavík – í høllini við Løkin.
Og her um leiðir – við tann vakra Skálafjørðin – dvaldi mangan eitt av størstu listafólkum okkara. Hann búði ikki her, men vitjaði javnan skyldfólk í økinum.
Jørgen Frantz Jacobsen varð í móðirætt ættaður higani. Tað er skjalfest, at honum dámdi væl at vera her, og at hann vitjaði ofta. Summi av fólkunum í »Barbaru« eru eisini grundað á fólk, hann kendi higani.
Jørgen Frantz Jacobsen var gløggur og gávaður á so mangar mátar. Men tað er serliga skrivingina, vit minnast hann fyri. Og í tí, hann skrivaði, standa Føroyar og føroyska náttúran rótsterk.
Í einum brævi til vinmannin, William Heinesen, lýsir Jørgen Frantz fyllipenn sín, sum eina ímynd av virkisfýsni og gróðursemi. Sum eina »ótornandi lind« - eina keldu, sum undir øllum umstøðum heldur á at renna.
Tá hann skal lýsa sína skapanargleði, vísir hann sostatt til gróður og áir; til føroyska náttúru.
Og sum heild fylgir føroyska náttúran hesum merkismanni, hvar í heiminum hann so ferðast. Stórfingnar upplivingar í stóru verð verða samanbornar við heimliga umhvørvið.
Og á drúgvum sjúkralegum er tað skilligt, at hann droymir seg heim. Til náttúruna. Hann lýsir út í æsir hvønn tanga, hvønn áarløk og hvørt gil, so vit, sum lesa, ganga saman við honum á heimligum strondum og í haga – og bæði hoyra, anga og síggja alt fyri okkum.
Og tað er neyvan at gera ov nógv av at nevna náttúruna sum kveikjara undir føroyskari list sum heild. Eg segði tað eisini í fjør - og eg meini tað veruliga – at tað er ótrúligt, hvussu nógv og hvussu dugnalig listafólk, Føroyar hava fostrað.
Tað er ótrúligt, men eg hugsi, at ein partur av frágreiðingini kann finnast í orðunum hjá Jørgen Frantz. Tá hann liggur á sanatorium í Danmark og lýsir smáar heimligar áir og løkir, letur hann samstundis lesaran sanna, hvønn týdning náttúran hevur. Og hann nevnir ikki tær stóru perlurnar, sum ferðafólk nú koma higar at sígga, men tað - at sýna til - lítisverda. Tað, sum vit kanska ikki altíð eru so errin av ella veruliga varnast. Hann lýsir tað stóra í tí smáa.
Hann sigur:
»Til samans mynda øll hesi vatnræsini eitt orkestur, sum er ein av grundharmoniunum í mínum lívi. Tey leika bert á klett, á eyr og sand – og á álvarabrúnar heiðar. Tey eru smá og fátækslig, smæða seg burtur í støðum, eru aðrastaðni kát. Tey ráða kortini yvir øllum menniskjansligum kenslum. Ja, eg kann næstan liggja her og hoyra áirnar. Tað er fjallanna, hagans og traðanna sál, ið bragdar.«
Enn í dag bragdar náttúran í okkum, sum her búgva. Og tí bragdar hon eisini í føroyskari list.
Flestu føroysku listamálarar mála úr náttúruni – ofta sama motivið umaftur og umaftur.
Við myndlistini er tað sama galdandi – tað eru støð, sum aftur og aftur verða avmyndað, meðan skiftandi ljósið klæðir tey í ymsar litir.
Sangarar og tónleikarar vísa somuleiðis á føroysku náttúruna, sum størsta íblásturin.
Og innan nýggju matlistina leita vit til strendur, í líðir og skorðar fyri at finna tað smáa og bera tí heiður.
Júst sum Jørgen Frantz Jacobsen gjørdi. Til dømis tá hann samanber vanliga føroyska illveðrið við tónleik, ið fær hann at kenna seg væl til passar: Uttandura er altíð illfýsið og vindut. Ørgrynni av regni. Ørgrynni av stormi. Ørgrynni av myrkri. Stórt orkestur.
Ella tá hann skrivar: Heimurin hjá Hoydalsá er hagi og aftur hagi. Men gildisglaður hagi, lynghagi, har sum vindurin ber brot av tjóðsonginum við sær.
Og vit kunnu bara staðfesta, at tað er eitt veldigt, stórbært skaparaverk, sum vit hava tann framíhjárætt at kalla okkara heim – okkara land. Vit noyðast at lata okkum mynda og lynda av náttúruni her. Og afturfyri gevur hon okkum íblástur og elur fram eina skapandi trongd. Ein virkishug, eitt gróðursemi, eina ótornandi lind, sum einki – enn ikki heimsfarsóttir – fáa steðgað. Tíbetur.
Í kvøld fara vit at heiðra nøkur teirra, sum eins og Jørgen Frantz Jacobsen, við sínum listarligu gávum hava ríkað okkum. Fáa okkum at síggja tað stóra í tí smáa – tað stórbæra í tí, vit kanska ikki vanliga gáa um.
Og heiðursfólkini hava ikki bara ríkað okkum her í Føroyum, tí tey hava øll staðið seg væl uttanlands eisini – hvør innan sína grein.
Enn einaferð: hjartaliga vælkomin at fylgja við, nú vit fara at handa Mentanarvirðislønir landsins fyri 2020.