Røður 2019


Røða hjá Honnu Jensen, landsstýrikvinnu í skúlamálum, á skúlaleiðaradegnum 26. februar 2019

Góðu Skúlaleiðarar

Hjartaliga vælkomin øll somul skúlastjórar, varaskúlastjórar og fyrstu- og einalærarar umframt umboð fyri lærarafelagið og fyrisitingina. Eg takki fyri høvið at bera tykkum eina heilsan á skúlaleiðaradegnum, sum hevur verið eitt afturvendandi átak í mong ár, men sum nú er umskipað við atliti at nýggja bygnaðinum, har tað er nýskipaða Undirvísingarstýrið sum á fyrsta sinni skipar fyri hesum degi og sum fer at leiða okkum gjøgnum dagin.

Skúlaleiðaradagurin hevur verið eitt serligt høvi, har landsstýrikvinnan ella landsstýrismaðurin  kann hitta allar skúlaleiðarar samstundis og umrøða tykkara arbeiði og tær ætlanir, Mentamálaráðið hevur fyri næsta skúlaár, umframt at kunna um ymsk átøk og eftirmetingar, sum eru gjørdar farna árið.

Fólkaskúlin

Fólkaskúlin er tykkara arbeiðspláss. Tit eru meginæðrin og drívmegin í virksemi fólkaskúlans, sum er ein av hornasteinunum í føroyska samfelagnum, og sum hevur alstóran týdning í samfelagsmenningini. Fólkaskúlin er tann samfelagsskipan, sum skal stimbra og rúma øllum næmingum stóran part av teirra barna-og ungdómslívi. Tað er tí so umráðandi, at tað er eitt skipað, mennandi og trygt umhvørvi, sum møtir næmingunum. Í fólkaskúlanum verður grundarlagið lagt fyri lívlangari læring og harumframt fyri persónligari og sosialari menning. Fólkaskúlin hevur eina alstóra menningaruppgávu. Hann skal taka atliti at tí einstaka og samstundis at fjøldini, so at næmingarnir hava umstøður at nýta og menna sítt forvitni, virkishug, síni evni at kanna og skapa, at virða seg sjálvan og onnur, at samskifta og seta orð á hugsanir og kenslur og ikki minst at einstaki næmingurin er ein virkin luttakari í felagsskapinum,

Hetta fjøltáttaða arbeiði setur stór krøv bæði til leiðslu og starvsfólk, at fólkaskúlin hevur ein starvsfólkahóp, sum hevur holla námsfrøðiliga og fakliga útbúgving umframt og góðar menniskjansligar eginleikar, sum eru fortreytin fyri at kunna skipa skúlan fyri øll, ein skúla í  støðugari menningartilgongd.

Fólkaskúlalógin, fólkaræði. Siðalæra og siðmenning

Fólkaskúlaláogin, sum er karmur um undirvíngina og innihaldið í fólkaskúlanum, leggur áherðslu á, at fakligir førleikar ikki eiga at standa einsamallir í undirvísingini, men eiga at virka saman við øðrum týðandi streingjum sum fólkaræði, siðalæru og siðmenning ella dannilsi. Kynstrið er at duga at nýta og samansjóða  fakligar førleikar, hugflog, kreativitet og persónligar og sosialar førleikar. Hetta skapar bæði fjølbroytni og persónliga menning í lærutilgongdini, har næmingurin nýtir og mennir sínar eginleikar til støðutakan, nýskapan og sjálvstøðuga meting umframt at virka í og vera partur av einum sosialum felagsskapi. Hetta eru virðir, sum mynda okkum sum menniskja, men sum ikki eru so løtt at máta í einari próvtøku ella landsroynd sum stavseting, lesing, prosent og brøkur.

Dannilsi í breiðum týdningi, har næmingurin ognar sær breiða vitan, er tilvitaður um seg sjálvan og onnur og dugir at virða fólkaræðisligar mannagongdir og ymiskleikan í samfelagnum, er ein týðandi partur av virksemi fólkaskúlans og eigur at setast javnbjóðis við fakligu menningina. Samstundis  krevst, at fólkaskúlin  er kveikjandi í sínum virksemi, og at tann námsfrøðiligi parturin í læringini hevur stórt pláss, soleiðis at fólkaskúlin birtir uppundir, at næmingarnir ogna sær andsfrælsi, sjálvbjargni, hugflog og mót, sum Kartin Hoydal nemur við í yrkingini barnið, bergið og blómurnar:

Men, mítt barn, um blómur tú

vilt vinna eingin eigur,

mást tú klúgva huga tíns

brøttu bjargaleiðir.

Fortreytirnar fyri fjølbroyttari læring eru, at lærarar og leiðsla hava umstøðurnar fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og har skúlin er eitt lærandi umhvørvi bæði hjá næmingum og starvsfólki.

Self-efficacy og relatiónskopetansa

Eitt hugtak, sum nógv er frammi í skúlapolitisku umøðuni, er self-efficacy, sum vit kunnu umseta sum sjálvtreysti, egin førleiki og ávirkan. Sambært heimsfelagsskapinum, Education International, hevur  self- efficacy / sjálvtreysti ein dupultan týdning. Í fyrsta lagi merkir tað, at lærarin kennir, at hann hevur førleika og møguleikar at fremja eina góða undirvísing og í øðrum lagi, at lærarin kennir, at hann hevur ávirkan á skúlans menning og undirvísing.

OECD og Education International hava m.a. víst á, at tá ið vit styrkja sjálvvirkni hjá skúlum og lærarum, so hevur tað eina postiva ávirkan á úrtøkuna hjá næmingum  hvat næmingarnir fáa burturúr undirvísingini. Eisini hevur gransking í fleiri førum víst á, at relationskompetenca er tann týdningarmesti fakligi føleiki hjá einum lærara, og tað er breið semja um, at góð undirvísing fer fram, tá ið lærarin hevur førleika og evni at fremja undirvísingina í samljóði við flokkin og einstaka næmingin, at hann kann seta evnið í ein samhang, sum er viðkomandi hjá næmingunum.

Self- efficacy / sjálvtreysti og relatiónskompetensa hanga neyvt saman. Fakligur og námsfrøðiligur førleiki,  evnini at miðal og gera undirvísingina viðkomandi og kring umstøðurnar at skipa  undirvísingina, har tit sum leiðarar hava ein stóran leiklut.

Eftirútbúgvin, menning og samstarv

Førleikamenning og samstarv eru áhaldani neyðug amboð, tí at tað er valla nakar starvsbólkur, sum skal rúma so nógvar førleikar í einum og sama persóni sum fólkaskúlalærarin. Fyri at fremja hetta krevst, at leiðslan er visjoner og gongur á odda.  Sum heild kunnu vit siga, at fólkaskúlin hevur ein væl útbúnan starvsfólkahóp, men læringin stendur ikki í stað, nýggj vitan og broytt krøv krevja, at tú sum leiðsla og lærari alsamt ert í eini menningartilgong.

Vit hava skipað fleiri drúgvari eftirútbúgvingar, men tær skulu eisini haldast við líka, tí at starvsfólkahópurin broytist. Tey øki, sum fyrst og fremst vanta eftirútbúgvingar, eru KTvørðar, skúlabólkkvørðar og náttúrufrøðin, m.a. alis/evnafrøði og náttúra og tøkni. Umframt hetta er tørvur á styttri skeiðum, sum serliga Nám skipar fyri, og sum leiðarin á Námi fer at umrøða seinni.

Eg fari í hesum sambandi at nevna nøkur átøk, men møguleiki er ikki at koma inn á alt, sum hendir í fólkaskúlanum.

Broytingar í fólkaskúlalógini

Arbeitt hevur verið við at gera ávísar broytingar í fólkaskúlalógin. Tit kenna uttan iva uppskotið, sum hevur verið til hoyringar hjá m.ø. skúlaleiðarafelagnum og lærarfelagnum. Eisini hevur uppskotið ligið á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Eg havi viðgjørt uppskotið og tikið avgerð um at gera ávísar broytingar. M.a. at ætlanin at lækka tímatalið við 2 t/v verður broytt, soleiðis at skúlarnir sjálvir kunnu taka avgerð um at nýta 2 t/v í hvørjum flokki til serlig undirvísingarlig átøk til m.a. at menna handaverk og list og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Eisini havi eg gjørt av at taka greinina viðvíkjandi samstarvseindum í 10. flokki úr uppskotinum, tí at eg haldi, at vit eiga at hyggja nærrri at innihaldi og bygnaði í 10. flokki, áðrenn  broytingar verða gjørdar.

Sernámsfrøðiliga skipanin

Arbeitt hevur verið við at menna ta sernámsfrøðiligu skipanina. Saman við bygnaðarbroytingum í Mentamálaráðnum og hartil hoyrandi stovnum, so hevur verið miðað eftir við innklusjónshugtakinum sum grundstøði at gera sernámsfrøðiligu skipanina til ein natúrligan og sjálvsagdan part av almennu skipanini bæði innihaldsliga og játtanarliga. Lógarbroytingar innan serøkið vóru framdar á vári 2018 m.a. við kunngerðarheimild at gera neyvari ásetingar um skipan av serflokkum. Uppskotið til kunngerð hesum viðvíkjandi hevur verið til hoyringar hjá tykkum og kemur í gildi í næstum.

Skúlanoktan

Nógv hevur verið frammi um sokallaða fyribrigdið skúlanoktan, har vit hava alsamt fleiri og fleiri børn, sum av ymiskum orsøkum ikki støðast í fólkaskúlanum. Hetta lutfalsliga nýggja fyribrigdi ”Skúlanoktan”, ger um seg eisini í londunum kring okkum. Føroyar eru í hesum sambandi við í norðurlendskari verkætlan undir Norðurlandaráðnum, sum viðger fyribrigdi og roynir at finna hættir at arbeiða við avbjóðingini. Føroyar luttekur við verkætalnini ”Lopfjølini”, sum er eitt tvørgeiraligt samstarv millum kommunu, barnaverd, Sernám og skúlar í Tórshavnar Kommunu. Henda verkætlanin verður eftirmett í løtuni.

Trivnaður

Í broytingini í fólkaskúlalógini í vár varð samtykt, at trivnaðarætlan verður ásett sum ein av meginreglunum fyri virkseminum hjá skúlastýrinum. Við hesari áseting eru bæði skúli og skúlastýri tengd at arbeiðinum við trivnaðarætlanini, tí tað er skúlaleiðarin í samstarvi við starvsfólkini, sum ger uppskot til skúlastýrið um meginreglurnar fyri skúlan. Næmingar og næmingaráð eiga sjálvsagt eisini at vera partur av hesum arbeiði. Lógarbroytingin heimilar eisini at gjørdar verða nærri reglur um arbeiðið við meginreglum, og ætlanin er at tað arbeiðið byrjar í heyst.

At økja um trivnaðin og basa happing krevur endurskoðan, vitan, visjón og vilja at slóða fyri. Kanningar í 2007 og 2015 og átøk í kjalarvørrinum av hesum vóru eitt stig á leiðini. Úrslitini av kanningini, sum varð gjørd í heyst, verða almannakunngjørd síðst í apíl mánaða. Endamálið við kanningini er at lýsa, í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum síðan 2015, at inndraga sosialar miðlar, og meta um í mun til um framdu átøkini hava virkað. Eisini er endamálið at fáa til vega dagførda vitan, ið kann gerast grundarlag undir dagførdum tiltøkum, til tess at minka um happing og harvið økja um trivnað og læring. Yvirskipað er málið handan arbeiðið at skapa góðar umstøður fyri næmingar og starvsfólk í føroyska fólkaskúlanum, soleiðis at tryggjað verður best møguligan trivnað og læring. Hetta gerst m.a. við at arbeiða fyri at fáa happing burtur úr fólkaskúlanum og økja um trivnaðin við at styrkja kunnleikan um happing og trivnað og skipa málrættað átøk hesum at frama, har átøkini byggja á gott vísindaligt støði og dagførdar kanningar.

Leiðsluútbúgvingin.

Sum tykkum kunnugt verður skipað fyri námsfrøðiligari leiðsluútbúgving í samstarvi millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya . Næsta heyst fara tey lesandi til endaliga próvtøku og taka tá, um alt gongur sum ætlað, 27 skúlaleiðarar námsfrøðiligt leiðsluprógv á diplomstigi. Hetta er bæði eitt menningarátak fyri fólkaskúlan og ein týðandi liður í føroyskari skúlasøgu. Útbúgvingin heldur fram, og skúlaleiðslur fáa møguleika at byrja lestur í námsfrøðilig leiðsla eftir summarfrítíðina í ár, og vónandi eru tað fleiri tykkara, sum fara at nýta henda útbúgvingarmøguleika.

Haraftrat verður í løtuni arbeitt við at skipa útbúgvingartilboð á masterstigi fyri leiðarar á námsfrøðiliga økinum at byrja á heysti 2020.  Tvs. at tey,  sum taka prógv í heyst og onnur, sum lúka upptøkutreytirnar, fáa væntandi við hesum á fyrsta sinni  høvi til at lesa Master í námsfrøðiligari leiðslu á Fróðskaparsetrinum.

Fyri at styrkja og menna leiðslurnar í sínum arbeiði, er arbeiðið tikið upp aftur at skipa leiðslunetverksbólkar kring landið fyri allar fólkaskúlaleiðslur, skúlastjórar og varaskúlastjórar við m.a. framløgum og orðaskifti um fakligt evni og við tilknýti til verandi ella komandi menningarætlanir í skúlunum.

Harumfarmt hava 5 økisfundir verið fyri allar fólkaskúlaleiðslur kring landið í heysthálvuni við framløgum og orðaskifti um vymisk skúlamál. Hesi átøk hava verið væl móttikin og væl eydnað. Tey halda fram í komandi skúlaári til tess at stimbra og menna samskiftið og samstarvið millum skúlarnar sínámilum og við fyrisitingina.

Skúlavegleiðing

Eitt øki, sum eg haldi, at vit eiga at leggja størri áherðslu á, er at menna skúlavegleiðingina í skúlunum, so at næmingarnir hava eitt haldgott støði at byggja á bæði í sambandi at leggja sína útbúgvingarleið til rættis og innlit í útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar. Sjøtul er settur á tilgongdina. Í verandi skúlaárið er játtanin til skúlavegleiðing hækkað til størru skúlarnar, ið hava hádeild. Hetta stig er tikið fyri serliga at styrkja vegleiðingina til teir næmingar, ið skulu velja leið víðari á miðnámi. Umframt tímajáttanina er neyðugt at endurskoða innihaldið í kunngerðini um skúlavegleiðing og skipanina sum heild.

Eftirmeting og próvtøkur

Vit ynskja øll so fegin, at næmingarnir klára seg væl, at teir fáa góð faklig úrslit í próvtøkum og landsroyndum og eisini í kanningum, har samanborið verður við næmingar í øðrum londum m.a. í Pisa kanningum. Hetta er eisini neyðugt, men í allari tilgongdini eiga vit at hava fokus á heildarmenning.

Vit hava seinastu árini lagt stóran dent á at menna amboð, sum greina og máta fakliga førleikan. Í heyst varð lagt fram nýtt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa lærarum at meta um lesi- og staviførleikan hjá næmingunum í innskúlingini. Endamálið er at skilgreinað hvørjum stigi næmingurin er á, soleiðis at undirvísingin kann verða løgd til rættis við atliti at hesum og næmingurin fær munagóða hjálp. Tað er so umráðandi í allari læring, at næmingarnir onga sær grundleggjandi førlika í lesiing og skriving fyrstu skúlaárini. Vantandi lesi- og skriviførleiki hava stóra ávirkan á barnið bæði viðvíkjandi sjálvsáliti og motivatiónini at læra.

Landsroyndirnar, sum vórðu avlýstar í fjør og fyrrárið orsakað av tøkniligum trupulleikum, verða hildnar aftur í vár um mánaðarskiftið apríl/mai. Nýggj tøknilig skipan, Wiseflow, er sett í verk, har bæði próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir verða hildnar.  Í hesum sambandi hevur Próvstovan skipað fyri skeiði fyri skúlum, ið ikki hava framhaldsdeild, tí teir hava ikki eins og framhaldsskúlarnir verið á nøkrum WISEflow skeiði. Fyrst í februar vórðu landsroyndar uppgávur tøkar, ið skúlarnir kunnu brúka heilt fram til landsroyndin síðst í apríl. Her er hugsanin, at næmingarnir fáa høvi til at royna og kunna seg við royndarleistin og tøknina.

Fremmandamæltir næmingar

Ein stór avbjóðing hjá skúlum er fremmandamæltir næmingar, sum økjast í tali. Undirvísing í føroyskum er fortreytin fyri eini væleydnaðari integratión, soleiðis at hesir næmingar kunnu luttaka í undirvísingini, fara á vinnu- ella miðnámsskúla og seinni taka eina útbúgving og gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum og samfelagslívi sum heild.  Eisini her er fólkaskúlin grundarlagið fyri at hesir næmingar kunnu fóta sær. Tað eru ymsik arbeiði sett í verk fyri at menna skipanina og í næstum fer ein arbeiðsbólkur til verka at gera uppskot um meginreglur í arbeiðininum, møttøku, byrjanarundirvísing og integratiónsátøk, tá ið fremmandamæltir næmingar byrja í skúlanum. Eisini verður námsætlan gjørd fyri føroyskt sum seinna málið, og skeið fyri lærarum verður fyriskipað vantandi seinni í vár.

Næsta skúlaár- næmingatal- tímajáttan
Tann 1. februar var freistin hjá skúlunum at lata inn næmingatølini fyri skúlaárið 2019/20. 668 næmingar eru skrásettir at byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina. Harumframt eru 31 í frískúlum. Tilsamans er árgangurin knapt 700 næmingar, sum eru 35 næmingar fleiri enn verandi 1. flokkur. Eg kann t.d. nevna, at nýggjasti skúlin í Føroyum, frískúlin “Lítliskúli” í Havn, fær 13 næmingar í 1. flokk, og kemur nú upp á 58 næmingar frá 1. – 6. fl. næsta skúlaár. Sostatt fara 171 næmingar at ganga í frískúlunum næsta skúlaár. Umleið 7.000 næmingar fara í skúla eftir summarfrítíðina, og hetta er á leið tað sama, sum hetta skúlaárið. 10. flokkur er framvegis væl umtóktur millum næmingarnar. Á leið 60% av næmingunum í 9. flokki hava skrivað seg inn í 10. flokk næsta skúlaár. Nógv tann størsta 10. flokseindin er Nám X í Eysturskúlanum við á leið 180 næmingum skúlaárið 2019/20.

Hetta skúlaárið vóru rættiliga stórar broytingar gjørdar, tá ið tað viðvíkur skipanini, hvussu tímarnir verða játtaðir skúlunum. Tað er nú Undirvísingarstýrið, ið stendur fyri allari tímajáttanini. Í tí sambandinum var miðfirraða tímajáttanin broytt. Miðfirraða játtanin fór úr 13%-um upp í 24% av næmingatalinum. Tó við ávísum tillagingum í nøkrum skúlum.  Orsøkin var, at sernámsfrøðilgu tímarnir vórðu lagdir til Undirvísingarstýrið at luta skúlunum. Endamálið við hesi broyting var at fáa eina betri samanhangandi játtanarskipan, sum eisini skal veita skúlunum eitt javnari støði at byggja á ár undan ári. Saman við munandi styrktum sertilboðum kring landið er vónin, at serøkið kann fáa tryggari støði at standa á, næmingum og starvsfólki í skúlanum at frama. Hóast tillagingar og broytingar framvegis skulu gerast, hava viðmerkingarnar frá skúlaleiðarum fyri tað nógva verið góðar um hesar broytingarnar í játtanarskipanini.

Størsta einstaka broytingin í játtanarskipanini var, at námsfrøðiligu stuðlarnir eisini fingu virksemisætlan lagda. Harumframt vórðu á leið 30 føst størv lýst leys at søkja hjá námsfrøðiligum stuðlum. Tað eydnaðist ikki at seta øll hesi føstu størvini, tí skikkaðir umsøkjarar vóru ikki til tey. Tí verða tað aftur í summar fleiri føst størv, sum skulu setast á økinum. Undirvísingarstýrið hevur havt eftirmetingarfundir við Føroya Pedagogfelag um skipanina. Ein avbjóðing er, at ongar arbeiðstíðarreglur eru á økinum. Tað skal gerast nú í vár, og í tí sambandinum verður samskifti við skúlaleiðarar um ynski og tykkara royndir.

Seinastu 2 skúlaárini er samfelagsfrøði komi á tímatalvuna. Fyrst í 7. fl. og so í 8. fl. Næsta skúlaár verður fakið eisini í 9. fl. Tímajáttanin til skúlarnar hækkar samsvarandi hesum broytingum.

Endi

Fakligu og námsfrøðiligu førleikarnir eru av størsta týdningi, men teir persónligi og menninskjaligu førleikarnir eru eisini neyðugir fyri at kunna fremja læringina, sum krevur so fjøltáttað arbeiði. At skapa eitt gott læriumhvørvi og trivnað, at motivera og taka atlit at tí einstaka, at skipa inklusjón, at samstarva, samskipa og leggja til rættis.  Hetta er alt tykkara dagliga yrki, umframt samstarv við næmingar og foreldur og avvarðandi partar, sum krevur serligan førleika,  tá ið fyriskipanir skulu setast í verk fyri næmingar ella næmingabólkar.

Eg ynski tykkum øllum góða eydnu í tykkara týdningarmikla starvi í fólkaskúlanum við ynski um framhaldandi gott samstarv. Vit eiga at standa saman, eru í sama báti, har okkara felags mál er at virka fyri, at fólkaskúlin er í støðugari menning, eitt gott arbeiðspláss hjá lærarum og leiðslum og ein góður læristovnur hjá øllum næmingum.