Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, í sambandi við setan av SkúlaFM í Norðurlandahúsinum tann 1. mars 2019
Góðu næmingar, lærarar og tit í Íverksetarahúsinum
Eg fegnist yvir at fáa høvi til at bera tykkum eina heilsan í morgun, nú tit skulu leggja fram tykkara avrik og greiða frá hugsanum um, at tit halda, at tykkara hugskot er eitt frambrot. Og ivist ikki í tí, sjálvt um onnur halda nakað annað. Gleðist um tað, sum tit eru komin fram til og ta verkætlan, sum er tykkara avrik. Gerið tykkara besta, tá hava tit gjørt alt, tit kunnu.
Íverksetaraarbeiði er nakað serligt, har tit nýta tykkara mongu førleikar ella gávur. Tit hava lært og læra í skúlanum nógvar grundleggjandi førleikar, og Pablo Picasso segði: Lær reglurnar innan fakið til líltar, so tú kanst bróta tær” Og tað er á ein hátt tað, sum hetta snýr seg um:Tit byggja á vitan og førleikar, tit hava ognað tykkum OG brúka tykkara hugflog. Tit samstarva, og tit mugu finna bæði kreativar og verkligar loysnir. Samstarv setur krøv, har er tað ikki bara tann einstaki, sum tekur avgerðirnar, men tit skulu semjast um eitt uppskot. Tit skulu grundgeva og lýsa hugskotið, og so tann ástøðiligi og fíggjarligi parturin, sum eisini eru liðir í vekætlanini og skal síggjast aftur bæði í framløguni og í skrivliga avrikinum.
Hetta er ein avbjóðing og eisini eitt arbeiði, tit fara at minnast aftur á og sum vónandi mennir tykkum bæði fakliga og sosialt. Tit ungu eru framtíð okkara, og vit ynskja, at tit kunnu nýta tykkara mongu gávur í útbúgving og arbeiði og gera tykkara hugsanir galdandi og finna nýggjar møguleikar. Tit hava møguleikar,skulu royna tykkara vilja og eru samstundis drívmegin sum Martin Joensen sigur í yrkingini Morgun:
Heimurin fyri tær opin
kannar teg gjølla og væl
merktur av ringastu royndum
býður tær kortini sess.
Men, tú eigur dagin og ljósið
tú eigur náttina við
tú eigur stjørnurnar allar
tú eigur rættin til frið.
Viljin er sterkasta svørðið
bítur á harðasta stál
vónin er bjartasti brandur
lýsir tær veg fram á mál.
Málið er, at skúlarnir seta fokus á íverksetan, kreativitet og innovatión, so at næmingar kunnu ogna sær henda sjálvbjargnisneista og vilja og áræði at royna nýggjar leiðir ella bøta um verandi viðurskifti. Krøvini í dag til tykkum ungu eru stór og munandi broytt.
Búskaparfrøðiligar frágreiðingar siga tað soleiðis: 65% av teimum, sum hesar dagar fara í fyrsta flokk fara at enda í størvum, sum enn slett ikki eru til! Tit skulu í størri mun skapa tykkara arbeiði og menna og seta tykkara dám á tað virksemi, har tit eru. Eisini broytast viðurskiftini skjótari, so tað er umráðandi, at tit ungu skulu hava ein førleika, at hugsa nýtt og átaka tykkum øðrvísi uppgávur ella skifta arbeiði.
Tað eru tit ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið. Tit hava í teimum verkætlanum, tit hava arbeitt við, fingið innlit í eina íverksetaratilgongd, og hvat skal til fyri at skapa nýhugsan, t.d. eina nýggja vøru ella tænstuveiting ella at víðarimenna eitt amboð, sum finst frammanundan. Kendi franski listamálarin, Henri Matisse segði: ”Tað krevur dirvi at skapa”
Møguleikarnir eru nógvir, og tí ræður um at duga at nýta sítt hugflog og ikki minst, at seta sær mál, leggja ætlanir og áseta karmar fyri verkætlanina.
Eg fari at enda at takka tykum øllum, sum hava luttikið. Tað verður spennandi at síggja tær verkætlanir, tit hava arbeitt við. Eg ynski tykkum eina góða kapping og alt tað besta í framtíðini.
Við hesum orðum er ársins finala í íverksetarakappingini, SkúlaFM sett. Takk fyri.