Røður 2019


Røða hildin í Reinsarínum 28. mars 2019 til próvhandanina í framhaldsskeiðnum »føroyskt sum fremmandamál« fyri nýmælt. 
Hanna Jensen, landsstýrikvinna í undirvísingar- og granskingarmálum.

Góðu skeiðsluttakarar -  góðu tilflytarar

Ein yrking, sum mær dámar so sera væl, eitur »Ikaros«.

Tað er svenska skaldið, Bjørn Afzelius, sum hevur skrivað hana, og Steintór Rasmussen úr Klaksvík hevur týtt hana til føroyskt.

Eitt ørindi úr henni ljóðar soleiðis:

»Men hvør megnar av røttum at vita
Hvat rúmast – hvat skapast vit til?
Hvør kann beina ein fram til eitt eydnuríkt lív
Hvat menniskja evnar og vil?«

Lívsins gøta snarar ofta. Vit vita sjáldan, hvat fer at henda og hvar vit enda.

Og vegurin til tað eydnusama lívið er eisini mangan krókutur. Tað er ringt at vita, hvar vit finna eydnuna.

Eg giti til dømis ikki, at nakar tykkara - tá tit vóru smá - væntaðu at finna eydnuna her í Føroyum. Ella at tit skuldu fara at læra tykkum føroyskt.

Og tí fór eg at hugsa um hesa yrkingina, nú tit í dag fáa skeiðsváttan fyri, at tit hava lokið eitt framhaldsskeið í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri nýmælt.

Hvat er tað, sum beinir okkum fram til eitt eydnuríkt lív? Sum fær tað, sum býr í okkum, at trína fram? Jú, tað er partvíst okkara egni vilji.

Tit vildu. Og tit gjørdu tað.

Og tað eri eg sum landsstýriskvinna sera fegin um. At tit vilja búgva her, at tit vilja integrerast, at tit vilja læra málið.

Tað er jú ein so stórur fyrimunur at duga málið - bæði fyri okkum og fyri tykkum, tí málførleikar geva frælsi og møguleikar.

Tað, at tit hava búsett tykkum her, er ein fongur fyri føroyska samfelagið. Og at tit nú vilja læra tykkum málið, letur okkum dyrnar upp til allar tykkara royndir, hugsanir og evnir. Tað gevur tykkum størri møguleikar at fylgja tykkara vilja og nýta tykkara evni til fulnar.

At tit læra tykkum føroyskt ger, at vit sum føroyingar lættari náa inn til tykkara – og tað ger, at  tit í nógv størri mun gerast ein partur av føroyingum og føroyska samfelagnum.

Tað hevur eisini við sær, at tit lættari fáa luttikið í sosialum felagsskapum til gleði fyri bæði okkum og tykkum. Tí tá vit rúmast, eru betri líkindi fyri eydnuríkum lívum.

Einki er so ringt, sum kenslan av at kenna seg uttanfyri og ikki skilja tað, sum verður sagt. Bæði í mun til tíðindi, miðlarnar og stóra samfelagið sum heild – men sanniliga eisini í mun til vanliga prátið á arbeiðsplássinum ella í føðingardøgum.

Tað er so nógv, sum verður torførari, tá man ikki skilir málið. Kanska serliga tað sosiala.

Men eisini í mun til arbeiði, letur hetta fleiri hurðar upp;  serliga har arbeiðið krevur samskifti við borgaran - og eisini, tá ið talan er um undirvísing. Aftur her er tað ein fyrimunur fyri okkum, at tit nú í øðrvísi mun fáa luttikið á arbeiðsmarknaðinum – og tað er eisini ein fyrimunur fyri tykkara egnu integratión í Føroyum.

So í dag fegnast vit veruliga um, at hurðin er latin upp, og vit í nógv størri mun eru blivin til eina betri samansjóðað eind, tí tykkara innsatsur at læra føroyskt hevur minkað um gjónna ímillum “okkum” og “tykkum”.

Eg vóni, at tit hava hava fingið væl burturúr á hesum skeiðinum. At tit hava fingið eina innføring í føroyskt mál bæði at samskifta, at lesa og skriva umframt innlit í føroyska mentan og føroyska samfelagið.

Hetta er fyrsta framhaldsskeiðið, og eg eri greið yvir, at hetta er ikki nóg mikið til,  at tit kunnu hava ognað tykkum fullgóðan førleika at nýta føroyskt sum samskiftismál. Men eg vóni, at skeiðið hevur givið tykkum bæði førleikar og áræði at halda fram á næsta stigi.

Og so kann eg siga – kanska serliga tykkum undirvísarum - at Mentamálaráðið er farið undir tilgongdina at eftirmeta galdandi námsætlan og skipa skeiðini sambært CEFR skipanini.

Tað er tann skipanin, sum verður nýtt í málundirvísing og at meta um málførleikar tvørtur um landamørk. Ein skipan, sum hevur vunnið fram í nógvum londum bæði í Europa og aðrastaðni við.

Eftirmetingin fer eisini at taka støði í hesum skeiðinum, samstundis sum ætlanir verða lagdar um at skipa fyri næsta framhaldsskeiði í heyst og meiri málundirvísing fyri nýmælt sum heild.

So í heyst fáa tit møguleika at halda fram í tilgongdini at ogna tykkum føroyskt sum samskiftismál.

Tí vit ynskja veruliga, at tit skulu fáa eitt gott innlit í føroyska mentan og samfelagsviðurskifti, so tit betur skilja og kunnu kenna tykkum heima og fræls her í Føroyum.

Vit ynskja, at tit gerast ein partur av okkum og at tit vilja luttaka aktivt, soleiðis at eisini tykkara røddir verða hoyrdar í føroyska samfelagnum, nú tit eru farin at skapa tykkum eina tilveru her.

Fyri at venda aftur til góðu yrkingina »Ikaros«, sum eg eisini siteraði í byrjanini:

»Lat tínar blómur festa rót í góðum lendi

Og lat plantur tínar grógva vilt og frítt

Tí í vakstrarhúsi saknast sól og vindur

Í náttúruni tær kunnu vaksa frítt.«

Vónandi lata tit tykkara blómur festa rót og grógva frítt í náttúrini her í Føroyum!

At enda takki eg leiðaranum í Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúla fyri sera gott samstarv, tøkk til lærararnar, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði, lestrarvegleiðara og onnur, sum hava hjálpt til, so at vit í felag kunnu skipa og áhaldandi menna undirvísingartilboð fyri tykkum øll, ið eru flutt til Føroya.

Mest av øllum takki eg tó tykkum, próvtakaraum, sum við treiskni og áræði hava syrgt fyri, at føroyska málið ikki skal forða tykkum í at skipa tykkara lív og virki í Føroyum. Takk fyri tykkara vilja. Eg vóni, at tit nú í størri mun kenna tykkum sum ein part av føroyska samfelagnum.

Hjartaliga til lukku við próvnum - og so vóni eg, at tit við góðum treysti halda á, tá framhaldsskeiðið verður í heyst.

Takk fyri.