Góðu tit øll – lærarar, foreldur og næmingar, sum nú eru komnirtil finaluna í Pangea-kappingini 2019.
Eg takki fyri høvið at bera tykkum eina heilsan her í dag!
***
Hava tit nakrantíð hoyrt um ein mann, sum æt Albert Einstein?
Hann var eitt flogvit. Tað merkir, at hann var óvanliga klókur – og hann dugdi alt møguligt.
Hann var millum annað uppfinnari – og hann fann útav ymiskum, sum hevur gjørt, at vit í dag til dømis hava sjónvarp, fartelefon, digital kamera, gps’arar og alt møguligt annað.
Eitt, sum gjørdi, at Einstein fann útav øllum hesum, var, at hann dugdi so sera væl at rokna.
Men sjálvt um hann var nógv klókari enn flestu fólk, og sjálvt um hann var uppfinnari og fann útav øllum
møguligum, sum eingin annar hevði hugsað um ella roknað út, so segði hann sjálvur,at hann ikki hevði nakrar serligar gávur
– hann var bara so forvitin.
Forvitin!
Tí hann vildi finna útav ymiskum, sum hann sá og eygleiddi í sínum gerandisdegi.
»Hvussu ber hetta til?« hugsaði hann ofta. Og so royndi hann av øllum alvi at finna útav og rokna út, hvat svarið til sín egna spurning mundi vera.
Og tað, at vera forvitin, er í grundini byrjanin til alla nýggja vitan.
Øll,sum finna uppá nýggj ting ella tól ella skipanir, hava fyrst verið forvitin og sett sær ein spurning.
Til dømis hvussu ber hetta til? Ella – hvussu kunnu vit gera hetta øðrvísi?
Og tí er tað so týdningarmikið, at tað allatíðina er onkur, sum setir spurningar við tað,sum vit síggja og eygleiða kring okkum.
***
Summir næmingar halda, at rokning og støddfrøði er ordiliga kul og stuttligt. Men nógvir næmingar spyrja eisini ofta sínar lærarar: Hví skulu vit læra hetta? Hví skulu vit duga hetta?
Hava tit nakrantíð spurt ein lærara um tað?
Men tað er faktiskt so, at rokning og støddfrøði ikki bara er nakað, sum er í roknibókum. Tað er allastaðni rundan um okkum.
Eg hoyrdi um ein roknilærara, sum bað næmingarnar eygleiða
ymist, sum tey gjørdu hvønn dag – og vera forvitin – og so skuldu tey finna útav og rokna út ymsum frá sínum egna gerandisdegi.
Og næmingarnir settu nakrar góðar spurningar.
Til dømis spurdi ein næmingur hetta:
Hvussu nógvar tímar havi eg sovið í nátt – og hvussu nógva tíð av lívinum fari eg at sova, um eg livi til eg eri 70 ár og sovi líka nógv, sum eg gjørdi í nátt?
Ein annar vildi vita, hvussu nógv vatn hann brúkti, tá hann fór undir brúsu. »Hvussu leingi og hvussu hart rennur vatnið? Hvussu nógv vatn fer til spillis, áðrenn tað hevur fingið rætta hitan? spurdi næmingurin, og so mátaði og roknaði hann, inntil hann fann svarið.
Og ein genta spurdi: Um eg hyggi at øllum buksum, øllum blusum og øllum sokkum í skápinum hjá mær – hvussu nógvar mátar kann eg so seta klæðini saman uppá?
Knappliga roknaðu hesi børnini sín egna gerandisdag, tí tey fóru at spyrja, eygleiða - og tí tey mintust til at vera forvitin.
Og smá børn brúka støddfrøði allatíðina: tey telja og tey samanbera støddir.
Tey eru forvitin eftir at royna mørk og vita, hvat ber til. Hvussu høgt kann tornið byggjast, áðrenn tað koppar? Hvussu hart kann eg skumpa undir tað, uttan at tað koppar? Hvussu langt fara kubbarnir, um eg slái hart undir tað?
Og eisini tá man er landsstýriskvinna, sum eg, má man rokna. Hvussu kann eg geva tykkum næmingum fleiri tímar í handaverk- og list fyri somu pengar? Er tað betur, um vit leggja nógvar skúlar saman ella um tað eru nógvir smáir skúlar? Hvussu long eiga fríkorterini at vera?
Og næstan øll foreldur rokna í sínum arbeiði. Líkamikið um tey arbeiða í handli, ella smíða hús, ella klippa hár – ella gera okkurt annað, har tey skulu senda eina rokning afturfyri.
Og tit! Tá tit keypa..ella sparka fótbólt.. ella gera fimleik.. ella eru til skótar.. ella binda.. ella gera mat – allastaðni er støddfrøði og rokning
– Eisini í øllum tí, sum vit halda vera ordiliga stuttligt.
Og tað er júst endamálið við hesi Pangea-kappingini: at vísa, at støddfrøði er stuttlig.
Í dag hevur tað harafturat verið ein kapping, men hóast summi gerast vónbrotin og onnur ovurfegin, alt eftir hvør vinnur, so fari eg at biðja tykkum um altíð at varðveita hugin til støddfrøðina.
Haldið hendan áhugan, hetta forvitnið og hetta hegnið viðlíka - í kapping sum í gerandisdegi. Hugsið um, hvussu stuttligt hetta faktiskt var og um, hvussu tit hava hugnað tykkum við hesum í alt vár – og hvussu tit hava roynt tykkara hugflog og fakligu og kreativu evni.
Eg ivist ikki í, at tit hava ment tykkum nógv hesa tíðina, og at tað hevur gjørt tað eyka stuttligt, at so mong hava luttikið. Luttakaratalið er vaksið støðugt hesi fimm árini, vit í Føroyum hava luttikið í kappingini, og serliga síðani vit gjørdu okkara egnu Pangea Føroyar.
Tað, at tit komu heilt til finaluna, vísir, at tit eru dugnalig og evnarík. Av teimum fleiri enn 2000 næminunum, frá 20 skúlum, sum byrjaðu, vóru tit nú 10 eftir! 10 næmingar í hvørjum floksstigi.
Eg takki tykkum fyri, at tit luttaka og fari eisini at bera fyriskiparunum, skúlunum og øllum, sum hava hjálpt til eina stóra tøkk fyri, at vit í Føroyum eisini kunnu hava eina Pangea Føroyar kapping.
Og tit næmingar: takk fyri at tit høvdu hug og árræði at vera við!
Og eg vóni, at tit, nú tá tiltakið í dag líður móti endanum, fara heim við tveimum tonkum: støddfrøði er stuttlig og tað er gott at vera forvitin!
Til lukku við finaluplássinum, góðu tit øll, uttan tykkum var eingin kapping! Og til lukku tit vinnarar! Góða eydnu framhaldandi - bæði við støddfrøðini og við restini av skúlagongdini - og minnist til at stuttleika tykkum – og vera forvitin!
Takk fyri!