Góðu lærarar, skúlaleiðarar og nevnd Føroya Lærarafelags.
Eg takki fyri innbjóðingina at bera tykkum eina heilsan her í dag á aðalfundi tykkkara.
Eg veit, hvussu ómetaliga stóran týdning fólkaskúlin hevur. Hesa vikuna havi eg havt ta gleði at vitja 5 skúlar, sæð og heilsað upp á næmingar, leiðslur og lærarar, sæð hølis- og arbeiðsumstøður, vanlig flokshøli, serstovur, skúlaokasøvn, lærarastovur, uttanumøki og meira, men fyrst og fremst havt høvi at lurta. Lurta eftir, hvat tit leggja dent á, hvussu arbeiðsgleðin kransar tað itøkiliga prátið um virðir, námsfrøði og arbeiðshættir, hvørjar avboðingarnar eru – bæði fakliga, men eisini í samskiftinum við lokala og landsmyndugleikan, hvørjar stúranirnar eru um bólkar av næmingum o.s.fr.
Eisini møtti eg einari av mínum góðu lærarinnum, sum enn nýtir alla sína tíð í tænastuni at fremja læring millum næmingar, ikki minst millum teirra, sum hava tað allartruplast!
So tit kunnu kanska undrast yvir, at tað viðhvørt sýnist sum bæði landsstýri og løgting geva fólkaskúlanum ov lítlan ans.
Føgur orð um, at fólkaskúlin er grundarlagið undir læring og menning hjá tí einstaka, og at hann er mikil kveikjari og læringsrúm fyri samfelagsligari luttøku og tilvitan hjá tí einstaka næminginum, eiga eisini at síggjast aftur í politisku málunum og fíggjarligu raðfestingunum.
Barnið hvørki hugsar um ella megnar at skipa hetta, og tí eru tað vit vaksnu, sum mugu tala barnsins søk, tá ið tað umræður undirvísing, sosiala luttøku og at vera partur í eini lærandi skipan.
Vit duga ikki at hugsa okkum eitt samfelag, har eingin skúlagongd er, men sannleikin er, at vit skulu ikki leita meira enn eina góða øld aftur í tíðina, tá ið skipað skúlagongd ikki stóð hvørjum barni í boði. Uppaftur styttri er tað siðani, at móðurmálið fekk sín sjálvsagda sess í skúlastovuni.
Teir gomlu steinbygdu skúlarnir frá næstseinasta aldarskifti standa sum varðar um hetta umskifti í okkara samfelag, tá ið undirvísingarskylda varð sett í gildi.
Tað var eisini eitt áræði og dirvi, sum lærarar vístu at bróta upp úr nýggjum. Forna málið, og tó so ungt sum skriftmál, skuldi mýkjast. Lagt var til brots at skriva undirvísingartilfar, skriva og umseta bøkur og skipa fyri skeiðum.
Skúli og mál hanga óloysiliga saman. Málið er ein umráðandi miðil og fortreyt í læringini, har barnið lærir at seta orð á øll lívsins viðurskifti og at samskifta á sínum egna máli.
Einki amboð er tá so hent og kært sum móðurmálið. Tað er her tú kennir teg aftur, grundar og verður sannførd um, at heimurin er til og hjá tær at vita skil á bæði sól og mána, fuglum og fiskum, urtum og grøsum, fólkasløgum og alt lív í himmalsins rúmd og havsins dýpi - og ikki minst at skilja menniskja í sínum fjølbroytnu hugsanum og lyndi.
Heimin og lív heimsins hava vit granskað í øldir. Tey vekja okkara forvitni, og her hjá okkum vita nógv um læring, lív, mentanir, heilsu, sálarfrøði, námsfrøði og náttúru, men vit mugu sanna, at tað mangan er sum hjá Rikardi Long, at nógv er eftir.
Í ungum árum spurdi ofta eg
teir vísu menn, hvør segði fyri seg
um tað og tað – men altíð var tað mær
sum eg fór inn og kom út sama veg.
Nú veit eg betur; eg undrist ikki,
um eitthvørt dettur,
tí fyri hvørt, sum eg fekk at vita,
var tvífalt eftir.
Tað finst ikki altíð eitt svar, og tað er nógv eftir at vita skil á, men tað mest umráðandi hjá skúlanum er, at næmingarnir varðveita sítt forvitni og ikki gevast at spyrja. Vit eiga altíð at royna at finna ávegis svar og loysnir, so at næmingurin følir, at hann ikki stríðist og leitar til einkis.
Vit hava ment okkara skúla hesa hálvu aðru øldina, Nógv er nátt og nógv kundi verið gjørt øðrvísi. Vit ynskja okkum ikki tann gamla skúlan, har næmingurin ikki kom til orðanna, har relatiónir ikki vóru ein námsfrøðiligur miðil, har óttin lúrdi fyri at verða hartað ella happað, har trivnaður ikki hevði eitt heiti, og har lærarar arbeiddu hvør í sínum lagi.
Framtíðar skúli
Hvørjar eru okkara avbjóðingar í dagsins skúla? Uttan iva nógvar, vilja summi halda. Vit hoyra um skúlamøði og skúlanoktan sum fyribrigdi, ið hava vundið upp á seg seinastu árini. Men eru hesi máttloysistekn skúlaárin ella samfelagsávirkan?
Máttloysiskenslan - ikki at megna skúlan, botnar ofta djúpari enn skúlamøði. Hon kemur mangan av ótta fyri lívinum, ikki at røkka til, at verða øðrvísi, verða hildin uttanfyri og ikki vera ella dugað tað, sum tú sært, at onnur megna og sum kravt verður av tær.
Tað er so nógv, sum tann ungi skal liva upp til, og hetta er ein stór avbjóðing hjá skúlunum, at møta tí einstaka, skapa kontakt, sosialar relatiónir og rúm í flokkinum, at læra tey ungu at virða seg sjálvi og onnur og leggja undivísingina til rættis, so hon er á markinum millum tað kenda og tað ókenda.
Tó at skúlamøðin ikki kemst av eins álvasomum trupulleikum, eiga vit kortini at taka hana í líka stórum álvara og hyggja at okkara egna arbeiði og skúlaskipan.
Er tað ov nógv av tí sama, sum møtir næmingunum? Eru skúladagarnir ov langir, keða næmingar seg, tí teir fáa ov lítlar avbjóðingar og eru ov lítið tiknir við upp á ráð? Er ov lítið fjølbroytni í undirvísingini og undirvísingarinnihaldinum, er skúlin ov bókligur, og hava kreativitetur, rørsla og tónleikur ov lítið pláss?
Hetta eru alt viðurskifti, vit kunnu gera nakað við, og mangan kann tað eydnast at fáa eitt orðaskifti í lag um fólkaskúlan, men tað vísir seg vera at ómetaliga torført at fremja broytingar.
Vit vita, at tær hugvísindaligu læugreinirnar fylla næstan dupult so nógv sum tær náttúruvísindaligu, har næmingarnir í 1. – 9. flokki hava 144 tímar í hugvísindaligum lærugreinunum og 78 tímar í náttúruvísindaligu lærugreinunum.
Í handaverk og list eru 25 tímar í 1. – 7. flokki og í ítrótti 17 tímar í 1. – 9. flokki.
Er hetta ein røtt raðfesting, skapar júst hetta býtið smidleika og fakligt og námsfrøðiligt fjølbroytni?
Vit eiga bæði at tora og at taka okkum stundir at viðgera okkara fólkaskúlaskipan, og persónliga haldi eg, at hetta er av mest áhugaverdu evnum í okkara samfelagi.
Umframt lærugreinabýtið, so eru tað nógv onnur viðurskiftið, sum vit áttu at umrøtt bæði bygnaðarliga og innihaldsliga. Vit hava í nógv ár tosað um at skipa størri skúlaeindir við skúlasamstarvi og skúlasamlegging, men vit hava hvørki gransking ella frágreiðingar, sum lýsa, hvat er best, og hvat er mest umráðandi, og tí styðja vit okkum oftast til tað, sum verður gjørt í øðrum londum, serliga í Danmark.
Ein onnur sannroynd er, at ynskja vit øðrvísi skipanir, so nyttar so lítið bara at dúva upp á lógarbroytingar.
Broytingar mugu fyrst og fremst spretta ímillum tykkara, úr skúlunum, frá lærarum og leiðslum og byggja á tær royndir, sum tit gera í tykkara dagliga arbeiði.
Tað liggur ikki á ljóði, at alt er so sára gott, og at einki kundi verið bøtt um. Í dagligum práti verður mangan víst á ymisk viðurskifti, sum krevja ábøtur, men tá niðurstøður skulu gerast, so er semjan um, hvør besta loysnin er, trupul at finna.
Ein orsøk er, at tað eru ov fá felags átøk at royna øðrvísi skipanir og undirvísing. Hetta áttu vit m.a. at skipað undir royndar- og menningarvirksemi, tí tástani hava skúlarnir ein felags pall og felags evni at umrøða.
Um skúlamøði stendst av ov longum skúladegi, lítlum fjølbroytni ella kreativiteti, so kundu hesi verið høvuðsevni, sum fleiri skúlar royndu eitt tíðarskeið og síðani eftirmettu, um tað hevði ávirkan og í so fall hvørjar.
Viðvíkjandi skúlaskapi sum heild í Føroyum, so haldi eg, at vit eiga at læra okkum at síggja tær ymisku skipanirnar í størri heild og minna okkum á, hvussu tær treyta og ávirka hvørja aðra. Dagstovnaøkið, Fólkaskúlin, Miðnámsskipanirnar og hægri útugving. Skúlablaðið hevur mangan kveikt meg og mint meg á evni, eg ikki sjálv hevði fokus á. Til hesa næstu løtuna læni eg mær eitt sindur av íblástri frá Miðnámsriti, eitt annað týdningarmikið skúlablað.
Fyrst er tað evnið floksstødd og tvílærararskipanir, sum verður nógv umrøtt, ikki bara hjá okkum:
Í Miðnámsriti frá 2016 hevur Olav Absalonsen áhugaverda grein um evnið, sum byggir á fleiri granskingarúrslit, serliga í amerikonskum skúlum.
Í innganginum vísir Olav á, at í øllum samfeløgum er spurningurin, hvussu stórir skúlaflokkar skulu vera.
Hetta er áhugavert og átrokandi at tosa og hugsa um; og tað eru tvær orsakir til tað: Onnur er, at floksstøddin hevur týdning fyri, hvussu nógv tann einstaki næmingurin fær burturúr; og hin er, at floksstøddin hevur týdning fyri, hvussu nógvan pening tað almenna nýtir til skúlar og útbúgving.
Tá ið avgerðir skulu takast um floksstødd, mugu hesi bæði atlit vigast upp móti hvørjum øðrum. Tað er lætt at rokna út, hvussu nógv meira fleiri og smáir flokkar kosta enn fáir og stórir. Men tað er ikki líka lætt at finna út av, hvussu nógv meira ella minni næmingurin hevði fingið burturúr, um flokkurin, hann gongur í, hevði havt eina aðra stødd.
Kanningarnar eru tiknar frá CPE, Center for Public Education, sum er stovnur undir NSBA, ið er felagsskapur fyri skúlastýri í USA. Á heimasíðuni hjá CPE hava tey gjørt eina samanbering av nøkrum kanningum um floksstødd í skúlum, har arbeitt verður við at skipa smærri flokkar í innskúlingini. Kanningarnar ganga yvir fleiri ár, fyri at vita, hvørji úrslitini ella ágóðarnir eru av at lækka næmingatalið í flokkunum, og samanborið verður við skúlar, ið halda fram við stórum flokkum. Málið er at næmingarnir skulu fáa meira burturúr bæði fakliga og sosialt.
Tvey dømi um kanningar eru STAR projektið í Tennessee, sum byrjaði í 1985 og SAGE prosjektið í Wisconsin, sum byrjaði í 1996.
Fyrsta stigið í STAR projektinum var ein 4 ára kanning í barnagarði, fyrsta, øðrum og triðja flokki, har flokkar við 13 -17 næmingum vórðu samanbornir við flokkar við 22 - 25 næmingum og einum lærara og við flokkar við 22 - 26 næmingum við einum lærara og einum hjálparlærara. Altso 13-17, 22-25 við einum lærarara og 22-26 við tveimum lærarum.
Umleið 6.500 næmingar í 330 flokkum í 80 skúlum vóru við í kanningini, har teir vórðu kannaðir í lesing, støddfrøði og grundleggjandi læriførleika.
Eftir 4 árum var greitt, at smáir flokkar førdu til munandi meiri læring, og at fyrimunurin við smáum flokkum var dupult so stórur fyri børn í samfelagsligum minnilutum.
Eisini vísti kanningin, at gentur høvdu størri fyrimun av at vera í smáum flokkum enn dreingir. Nyttan av at hava ein hjálparlærara í einum vanligum flokki var einans 35% av nyttuni av at hava smáar flokkar við einum lærara í hvørjum.
Annað stigið í STAR byrjaði í 1989, har kannað varð, um teir fyrimunir, sum vórðu staðfestir á fyrsta stigi, stóðu við.
Her vísti tað seg, at næmingar, sum byrjaðu skúlagongdina í smáum flokkum, og sum síðani fóru í størri flokkar, hildu fram at klára seg betur enn floksfelagar, sum byrjaðu skúlagongdina í størri flokkum.
Triðja stigið í STAR var at geva teimum 17 fátækastu skúlaøkjunum í Tennessee smáar flokkar í forskúla, fyrsta, øðrum og triðja flokki. Eftir hetta fóru tey 17 skúlaøkini frá at vera langt undir miðal í lesing og støddfrøði til at vera oman fyri miðal av teimum 139 skúlaøkjunum í Tennessee. Hesi úrslit eiga vit at dvølja við
Hin kanningin, SAGE prosjektið nýtti 4 sløg av smáum floksstøddum:
- 15 næmingar við einum lærara
- 30 ella færri næmingar í einum flokki við tveimum lærarum
- Ein skúlastova við einum fyribils skilaveggi, og 15 næmingum og einum lærara
- hvørjumegin veggin
- 30 næmingar við einum lærara, men við einum lærara afturat í lesing, máli, list og
- støddfrøði
SAGE kom til somu niðurstøður, ið líktust niðurstøðunum í STAR kanningini um at minka floksstøddir tey fyrstu skúlaárini. Næmingar í SAGE flokkum fingu munandi betri úrslit í lesing, máli, støddfrøði og sum heild, enn næmingar í vanligum flokkum.
Sjálvt um SAGE næmingar høvdu verri avrik undan kanningini enn næmingar í størri flokkum, so høvdu SAGE næmingar munandi betri avrik eftir kanningina, sum vísir, at næmingarnir í minnu flokkunum gjørdu størri framstig enn næmingar í vanligum flokkum.
Kannað var eisini, hví smáir flokkar vóru betur.
Vit hugsa helst, at dygdin í undirvísingini er betri í smáum flokkum enn í stórum, og at tað kann vera orsøkin til betri læring í smáum flokkum; men sambært granskaranum Jeremy Finn stuðla kanningarnar ikki upp undir hesa hugsan.
Sjálvsagt hevur lærarin eitt sindur meiri tíð til einstaka næmingin í lítlum flokki enn í einum størri, og hann brúkar heldur minni tíð at stýra einum lítlum flokki enn einum størri.
Men annars er undirvísingin ikki nógv øðrvísi, og hetta svarar ikki spurninginum, hví smáir flokkar virka betur enn stórir.
Sambært Jeremy Finn vísa kanningar, at tað eru heldur sálarfrøðiligar orsakir til, at næmingar blíva betri næmingar, um teir eru í einum lítlum flokki enn í einum størri.
Fyri tað fyrsta er ein næmingur í lítlum flokki alla tíðina noyddur at taka lut í virkseminum í flokkinum; hann sleppur ikki undan, og lærarin fær heldur ikki ignorerað einstaka næmingin.
Í øðrum lagi verður samanhaldið ofta betri í einum lítlum flokki; lærararnir kenna betur tann einstaka, og næmingarnir stuðla betur hvørjum øðrum, enn teir høvdu gjørt í einum størri flokki.
Í triðja lagi, so er sosiala ábyrgdin fyri hvørjum øðrum størri í einum lítlum bólki enn í eini stórari fjøld; hetta er kent frá øðrum samanhangi, og er helst eisini galdandi fyri næmingar í einum skúlaflokki.
Og fyri tað fjórða so vísa kanningar um dynamikk í bólkum, at normar í smáum flokkum føra til øðrvísi atferð enn í størri flokkum. Hesar kanningar vísa, at í stórum bólkum eru færri, sum taka lut í felags virksemi. Hetta er helst eisini galdandi í skúlaflokkum.
Úrslitini eru eisini áhugaverd hjá okkum sum grundarlag at gera okkara egnu royndir, sjálvt um vit hava fleiri smáar og miðalstórar skúlar, og at sosiala bakgrundin ella støðan hjá næmingunum kanska ikki er so ymisk. Og eg ivist í, um vit hava gjørt okkum nóg tilvitaðar tankar um hetta evni, sum myndugleiki og sum skúli og hví vit ikki hava kannað okkara viðurskifti betur.
Tann vakri váðin í útbúgving
Tað næsta evnið úr Miðnámsriti er greinin hjá Paulu Gaard um undirvísingarstøðuna, tann vakra váðan, har hon tekur støði í bókini »The Beautiful Risk of Education, eftir hollendingin Gert Biesta, sum er ein viðurkendur granskari innan námsfrøði.
Gert Biesta setur okkara útbúgvingarskipan undir sjóneykuna. Hann setir orð á viðurskifti frá undirvísingarstøðuni, sum á mangan hátt eru í andsøgn við nógv av tí, sum vit møta í sjálvari útbúgvingarskipanini.
Hann vísir á, at eitt orð, sum verður nógv nýtt, er góðskutrygging, og júst hetta orðið lýsir væl, hvørjum hugsanum lærarar eru uppi ímóti sum undirvísarar.
Orðið góðskutrygging lýsir væl tær skipanir, sum skúlin ofta arbeiðir undir, men hvat kunnu vit nýta eitt slíkt orð og eina slíka hugsan til?
Í øllum førum kunnu vit ikki nýta tað til serliga nógv, tá ið vit hava við menniskjalig sambond at gera, sum undirvísing jú fyri ein stóran part er.
Tað ber ikki til at tryggja sær, at menniskju hava gott samband við hvønn annan, og tað ber ikki til at tryggja sær, at fólk taka væl ímóti onkrum, sum tú kemur við.
Tað er nakað, tú kanst arbeiða við, men tað er ikki nakað, tú kanst tryggja. Tað verður nógv gjørt fyri at royna at tryggja útbúgving. Vit hava námsætlanir, undirvísingargongdir, ársætlanir, ársverk, lógir, kunngerðir og rundskriv, landsroyndir og próvtøkur fyri at tryggja læringina.
Karmar og regluverk eru neyðug, men einsamøll tryggja tey ikki undirvísing.
Biesta vísir millum annað í bókini á, at tann, sum heldur, at hann kann tryggja útbúgving, hevur misskilt grundarlagið undir útbúgving.
Hann sigur, at hjartatátturin í útbúgving og námsfrøði er váði og veikleiki.
At undirvísa merkir at tora at váða nakað, at vera menniskjaligur, og at góðtaka tann grundleggjandi veikleikan, sum liggur í hesari týðandi og kreativu tilgongdini, sum vit kalla læring og útbúgving. Og tað er ikki nakað, sum vit kunnu tryggja í excelørkum ella í eftirmetingarskjølum.
Váði og veikleiki eru orð, sum vit vanliga ikki seta í samband við nakað positivt, men tey verða ikki sædd sum negativ í hesum høpinum. Tey eru hinvegin grundleggjandi fortreytir fyri, at útbúgving yvirhøvur kann fara fram.
Váðin liggur í at tora at vera menniskja og at síggja næmingin sum menniskja. Læring snýr seg ikki um at fylla eina spann, men at kynda eitt bál - og tað kanst tú bara gera, um tú brennur fyri nøkrum sjálvur.
Váðin liggur ikki í møguleikanum fyri, at onkur næmingur fer at miseydnast, tí hann ikki arbeiðir nóg hart, ella tí at hann ikki er nóg motiveraður. Sjálvandi fer tað at henda av og á, men tað er ikki henda váðan, sum Biesta tosar um.
Váðin er og skal vera har, tí útbúgving er ikki ein interaktión millum robottar, men millum menniskju, og sum undirvísarar vóna vit, at tað, sum vit seta í gongd, festir røtur og veksur fram sum nakað enn størri enn tað, vit plantaðu.
Biesta endar sín part av bókini um góðskutrygging í undirvísingini við at siga, at um vit taka váðan burtur úr útbúgvingini, so taka vit grundarlagið undan henni.
Niðurstøðan er, at undirvísing snýr seg so ella so fyrst og fremst um sambond millum menniskju.
Um vit hugsa um okkara heim í dag og alt, sum menniskjað kann ogna sær av vitan frá maskinum, so er kanska tað einasta, vit sum undirvísarar hava fram um maskinurnar, at vit eru menniskju.
Vit kunnu fremja nakað, sum er meira enn bara vitan gjøgnum okkara undirvísing. Vit kunnu fremja læring og útbúgving, sum eru meira enn bara vitan.
Sambært Biesta er útbúgving eitt tríliðað samband millum vitan, persónleika og menniskjalig sambond, og at tað má vera ein javnvág ímillum hesi trý. Hetta er kanska ikki nakað nýtt, tí soleiðis stóð skrivað í Føroyingatíðindi í 1890, fyri 129 árum síðani um hetta, sum allir lærarar kenna aftur frá síni undirvísing: (eg siteri)
Nú væntast meiri av skúlinum. Skúlin skal ikki aleina læra børnini, men eisini uppfostra teirra sinni uttan at kúga kroppin. Tað má ikki leggjast dent uppá at læra so og so nógv uttanat, men mest uppá at læra tey at skilja millum rætt og órætt, læra tey at brúka sínar egnu tankar og vekja teirra hug til at nema allan nyttuligan upplýsning, sum kann koma teimum væl við í eftirtíðini. (sitat endað)
Tað hevur stóran týdning, áhaldandi at kasta ljós á hesi viðurskifti. Og eg eri fullgreið yvir, at vit hava ein dugnaligan og ágrýtnan starvsfólkahóp í fólkaskúlanum, og at Mentamálaráðið einsamalt ikki megnar nógv. Tað er tykkara virkni leiklutur, sum ber arbeiðið og næmingarnar framá.
Á mínum vitjanum í fleiri skúlum kring landið havi eg aftur sannað hetta, og tað eri eg tykkum ómetaliga takksom fyri.
Tímajáttanin
Undirvísingarstýrið leggur í hesum døgum seinastu hond á tímajáttanina til skúlaárið 2019/2020.
Næmingatalið í fyrsta flokki skúlaárið 2019/20 er 668 næmingar sambært innskrivini 1. februar.
Harumframt byrja 31 næmingar í frískúlum. Tilsamans er árgangurin slakar 700 næmingar, sum eru 35 næmingar fleiri enn í verandi 1. flokki.
Umleið 7.000 næmingar fara í skúla eftir summarfrítíðina, og hetta er á leið tað sama, sum hetta skúlaárið. 10. flokkur er framvegis væl umtóktur millum næmingarnar. Á leið 60% av næmingunum í 9. flokki hava skrivað seg inn í 10. flokk næsta skúlaár - og nógv tann størsta 10. flokseindin er Nám X í Eysturskúlanum við á leið 180 næmingum.
Hetta skúlaárið vóru rættiliga stórar broytingar gjørdar, tá ið tað viðvíkur skipanini, hvussu tímarnir verða játtaðir skúlunum.
Tað var serliga miðfirraða tímajáttanin, sum varð broytt. Miðfirraða játtanin fór úr 13%-um upp í 24% av næmingatalinum, tó við ávísum tillagingum í nøkrum skúlum.
Orsøkin var, at sernámsfrøðilgu tímarnir vórðu lagdir til Undirvísingarstýrið at luta skúlunum. Endamálið við hesi broyting var at fáa eina betri samanhangandi játtanarskipan, sum eisini skal veita skúlunum eitt javnari støði at byggja á ár undan ári.
Saman við munandi styrktum sertilboðum kring landið er vónin, at serøkið kann fáa tryggari støði at standa á, næmingum og starvsfólki í skúlanum at frama. Hóast tillagingar og broytingar framvegis skulu gerast, hava viðmerkingarnar frá skúlaleiðarum fyri tað nógva verið góðar um hesar broytingarnar í játtanarskipanini.
Seinastu 2 skúlaárini er samfelagsfrøði komið á tímatalvuna. Fyrst í 7. fl., so í 8. fl. og næsta skúlaár eisini í 9. fl. Tímajáttanin til skúlarnar hækkar samsvarandi hesum broytingum.
Annars er ætlanin ikki at gera broytingar í játtanarskipanini til næsta skúlaár.
Broytingar í fólkaskúlalógini
Arbeitt hevur verið við at gera ávísar broytingar í fólkaskúlalógin. Tit kenna uttan iva uppskotið, sum hevur verið til hoyringar hjá m.ø. Skúlaleiðarafelagnum og Lærarafelagnum.
Eg havi tó gjørt ymsar broytingar, áðrenn uppskotið varð latið løgtinginum at taka støðu til.
M.a. eru 10.floks samstørvini tikin úr uppskotinum og somuleiðs ásetingin um at lækka tímatalið í øllum árgangum við 2 tímum um vikuna.
Í staðin er ásett, at skúlarnir sjálvir kunnu taka avgerð um at nýta 2 t/v í hvørjum flokki til serlig undirvísingarlig átøk til m.a. sang og at menna aðrar lærugreinapartar í handaverk og list, at seta inn í flokkum við øktum læraratímum og til vallærugreinir.
Ásett verður í hvørjum lærugreinum tímarnir kunnu takast, og har havi eg í mestan mun hildið føroyskt uttanfyri. Eg haldi, at vit eiga at hyggja nærrri at innihaldi og bygnaði í 10. flokki, áðrenn broytingar verða gjørdar.
Undirvísingarlig átøk
Hollur fakligur og námsfrøðilugur førleiki er grundarlagið undir at kunna skipa skúlan fyri øll, soleiðis at allir næmingar ikki bara eru í fólkaskúlanum, men at teir fáa ment sínar førleikar, nýtt síni mongu evni, trívast og eru partur av fakliga og sosiala felagsskapinum.
Sum ein liður í hesum arbeiði hava vit seinastu árini skipað fyri fleiri drúgvari eftirútbúgvingum, har lærarar hava fingið eftirútbúgving innan lesimenning, sernámsfrøði, orðblindi, støddfrøði og skúlavegleiðing. Mítt stóra framtíðarynski og arbeiði fyri fólakskúlan er, at serútbúnu lærararnir kunnu brúka alsamt størri part av síni tíð til júst tað fakøkið, tey hava ment seg enn meira innanfyri. Mínar skúlavitjanir hesa vikuna, hava styrkt meg enn meira í hesi hugsan.
Námsfrøðilig leiðsluútbúgving er eisini skipað - og umleið 30 skúlaleiðarar og nakrir lærarar fara at taka prógv í námsfrøðiligari leiðslu næsta skúlaár. Mentamálaráðið hevur eisini í hesum skúlaári skipað fyri skeiði í CD-orði og øðrum talgildum hjálparmiðlum, har yvir hundrað lærarar frá fólka- og vinnu- og miðnámsskúlunum hava luttikið. Eitt átak, sum er liður í at veita bæði lærarum og næmingum amboð í arbeiðinum at styrkja og menna lesi- og skriviførleikan hjá næmingunum - umframt amboð at nýta í øðrum lærugreinum.
Tað eru tó stór øki, sum hava ligið á láni vegna vantandi fígging, m.a skúlabókavarða- og teldduvarðaútbúgving. Eisni hevur ætlanin verið at skipa eftirútbúgving innan náttúruvísindaliga økið, serliga í alis/evnafrøði og náttúru og tøkni. Eg miði eftir at farast kann undir skúlabókavarðaútbúgving í næsta skúlaári og sjøtul er settur á arbeiðið at gera eina skipan fyri KT-varða økið, har arbeiðsbólkur, sum avtalaður var í síðstu sáttmálasamráðingum, er farin til verka.
Ráðgevingin í Námi er munandi styrkt við fakligari og námsfrøðiligar ráðgeving, sum veitir skúlunum hjálp og vegleiðing bæði í undirvísingarmálum og í sambandi skeið og royndar- og menningarvirksemi. Eisini verða námsætlanirnar eitt øki, sum farið verður undir at endurskoða, har Nám fer at hava ein stóran leiklut at skipa arbeiðið og ráðgeva.
Førleikastovurnar hava virkað, síðani august 2012, og farið verður í næstum undir at eftimeta skipanina og áseta nærri reglur fyri førleikasovuna. Málið var at samskipa fakligu og námsfrøðiligu eftirútbúgvingarnar, so at ráðgevingin var á staðnum og so tætt at leiðslu, lærarum og næmingum, sum til ber. Talan skuldi vera um eina ráðgeving, sum snýr seg um undirvísing sum heild - við atliti at læring og trivnaði, lesimenning, støddfrøði og náms- og sernámsfrøði.
Vit hava sett okkum sum mál at hava eina inkluderandi skúlaskipan. Hetta krevur, at tað samstundis verða gjørdar skipanir fyri teir næmingar, ið hava heilt serligar avbjóðingar. Hesar fyriskipanir kunnu verða fyri styttri ella longri tíðarskeið, har málið í flestu førum og í mest møguligan mun er, at hesir næmingar eru partur av sosiala og fakliga felagsskapinum í tí flokki, teir ganga í.
Tó er tað eisini ein sannroynd, at fyri summar næmingar er tørvur á serskildum skúlatilboðum.
Í menningartilgongdini seinastu árini eru skipaðir fleiri serflokkar, og hesa vikuna havi eg havt tann forrætt at vitja ein teirra. Harumframt hava vit lopfjølina og samskipanina “tann góða tilgongdin”, sum er ein verkætlan, sum Landsstýrið saman við kommunufelagnum hevur bundið seg til at fremja.
Málið er at samskipa tænasturnar til børn og ung við serligum tørvi og skúlin hevur stóran leiklut í arbeiðinum at fáa skipanina at virka.
Tað eru tit, sum í størstan mun eru um hesi børn og ungu, sum eru fevnd av “tí góðu tilgongdini”.
Skúlavegleiðing
Eitt øki, sum eg haldi, at vit eiga at leggja størri áherðslu á, er at menna skúlavegleiðingina í skúlunum, so at næmingarnir hava eitt haldgott støði at byggja á - bæði í sambandi at leggja sína útbúgvingarleið til rættis og at fáa innlit í útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar.
Sjøtul er settur á tilgongdina. Í verandi skúlaári er játtanin til skúlavegleiðing hækkað nakað til størru skúlarnar, ið hava hádeild. Hetta stig er tikið fyri serliga at styrkja vegleiðingina til teir næmingar, ið skulu velja útbúgvingar- og yrkisleið víðari.
Umframt at hækka tímajáttanina er neyðugt at endurskoða innihaldið í kunngerðini um skúlavegleiðing og skipanina sum heild. Eg havi tikið stig til ein størri fund millum avvarðandi partar fyri at seta gongd á hetta arbeiði.
Fremmandamæltir næmingar
Ein stór avbjóðing hjá skúlum er fremmandamæltir næmingar, sum økjast í tali.
Undirvísing í føroyskum er fortreytin fyri eini væleydnaðari integratión, soleiðis at hesir næmingar kunnu luttaka í undirvísingini, fara á vinnu- ella miðnámsskúla og seinni taka eina útbúgving og gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum og samfelagslívi sum heild.
Eisini her er fólkaskúlin grundarlagið fyri, at hesir næmingar kunnu fóta sær. Tað eru ymisk arbeiði sett í verk fyri at menna skipanina. Ein arbeiðsbólkur er farin til verka at gera uppskot um meginreglur í arbeiðininum, móttøku, byrjanarundirvísing og integratiónsátøk, tá ið fremmandamæltir næmingar byrja í skúlanum.
Eisini verður námsætlan gjørd fyri føroyskt sum seinna málið, og skeið fyri lærarum verður eftir ætlan fyriskipað í mai.
Í løtuni verður eisini arbeitt við at fáa eina skipan í verk á dagstovnaøkinum eisini, soleiðis, at tví- og fleirmælt børn verða betur loftað frá byrjan - og at tað sannlíkt um nøkur ár helst skuldi gjørt tað nakað lættari, tá tey so koma í skúla, tí tey tá í seks ár hava arbeitt við føroyskari máltøku ítøkiliga ætlað teimum børnum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt.
Góðu lærarar leiðslur og nevnd.
Nú havi eg verið inni á floksstøddum og hjálparlærarum, á menniskjaliga váðanum í undirvísingarstøðuni og uppskoti um lógarbroyting í Fólkaskúlalógini. Eg havi eisini nevnt teir fremmandamæltu næmingarnar, skúlavegleiðingina, átøk og ætlanir innan sernámsfrøði og aðrar tillagingar í skipanunum, tit virka innanfyri. Øll hesi evni pógva fyri mær, at arbeiðið við skúla og útbúgving í Føroyum er um somu tíð tað mest avbjóðandi, mest spennandi og mest váðafulla – tí her ganga og virka øll okkara børn og ungu. Arbeiðið við fólkaskúlanum er ein prosess, har vit mugu taka hvønn annan í eið – aftur og aftur, leggja gløður afturat og kveikja stóran eld og ansa okkum, at vit ikki onkra veika løtu køva eitt hitt týdningarmesta starvið: sum eg kann lýsa við orðum Jens Marna Hansen, sum eg til høvið havi týtt úr enska lagi hansara The right Way, sum eru skrivað til eina lærarinnu hansara:
Eg var ungur, gjørdi tað besta eg kundi
Eg var ov fløktur og misskiltur
So komst tú og fekst meg at síggja
Pilkaði maskuna av mær, setti meg í frælsi
Fylg hjarta tínum, segði hon, og tú verður sterkari
Hav álit á tær sjálvum og tú skalt finna vegin
Eg fari til endans at nýta høvi at takka Føroya Lærarafelag fyri gott og konstruktivt samstarv.
Ein serlig tøkk til Herálv, nú hann leggur frá sær sum formaður. Vit ynskja tær blíðan byr og alt tað besta frameftir.
Vit vita, at tað er ein stór uppgáva at standa á odda fyri einum so stórum og týðandi fakfelagsarbeiði, har hædd verður tikin fyri bæði starvsfólkum og fólkaskúlans arbeiði sum heild.
Góðan aðalfund øll somul og gott treysti í tykkara fjølbroytta virksemi børnum, ungdómi og fólki okkara at gagni.