Røður 2019


Røða til próvhandanina hjá maskinistum – hildin á Vinnuháskúlanum 15. mars 2019

Góðu tit øll.

Takk fyri innbjóðingina og heiðurin at siga nøkur orð í sambandi við próvhandanina!

Tað er hátíðarligt og hugaligt at vitja skúlan í dag, nú tit kunnu kalla tykkum maskinistar við próvnum, tit um lítla løtu fáa handað. Hjartaliga til lukku allir samlir. Eg sigi allir samlir, tí í millum tykkum hesu ferð er ongin kvinna.

Tað verður sagt, at tey í maskinrúminum eru problemknúsarnir, meðan tey á brúnni seta kósina og føra skipið á rætta leið.

Tað at verða maskinistur, ella skipsmaskinistur, er ein ferð við yrkisútbúgving í skjáttuni og lívslangari læring í eygsjón.

Longu tá ið tit byrjaðu útbúgvingina høvdu tit staðið í meistaralæru, tað verið seg sum elektrikari, smiður, bilmekanikari o.a.

Og Jóannes Nielsen hevur í sínum ritverki nakrar framúr lýsingar av handverki, yrki og praktiskum arbeiði sum heild, sum hóast tey eru onnur enn júst tykkara, kunnu geva okkum ein lítlan tíðarlumma, heilt fá sekund, at dvølja við gleðina um og týdningin av, bæði teimum yrkjunum, hann nevnir, men eisini tykkara yrki:

”Uttanfyri vindeygað hoyrast tung fet, Ljóðið fortelur hvaðani tey koma. Tað eru fetini frá teimum á skipasmiðjuni, teir sum burtur úr jarni ganda veldigar skrokkar, sum við álvarsemi og kæti mála brúgvarnar so fínar, at sjálvt ælabogin má spenna seg út.

Tað eru teir frá snikkaravirkjunum, menninir sum smíða vindeygu, so sólin kann fløva tínar armar, ið smíða sengur úr frískum træi, so tú um næturnar kann droyma, ballaður inn í trygga dýnu.

Av flakavrkinum koma tey, mødd av stríði og rópum, men undan hondum teirra liggja stakkar av saltfiski, frystirúm full av flaki, so tú fært ein bita, tá búkurin er tómur.”

Hetta er viðursmikil førningur at hava við sær.

Og Ttit bóru alt hetta - landið - við inn um skúlagátt, sum Karsten Hoydal so rámandi og vakurt orðar tað, í yrking sínari Landið eg bar við mær inn um skúlagátt.

Eg síggi meining og dygd í hesum hátti at byggja víðari uppá førleikarnar, og tvinna saman arbeiði og skúla – við verkligum og bókligum lærdómi. Haldi í grundini, at hesin lærihátturin er ein tann besti háttur at útbúgva og førleikamenna seg. Um vit  skulu  knýta eitt kent námsfrøðiligt ástøði at hesum læruhátti, er tað ”learning by doing” hjá kenda amerikumanninum, John Dewey.

Vinnuháskúlin hevur verið tykkara námsfrøðiligi vitanarkarmur seinasta knappa árið. Her hava tit lisið í lærubókum og fingið undirvísing í tekniskum fakum og hava tikið onnur viðkomandi og kravd skeið.[1] Spennandi verður at royna hesa nýggju bókligu vitan í verki, og eg veit at flestu tykkara droyma um at sigla, eins og Karsten Hoydal so væl lýsir hesa tráan í áður nevndu yrking.

Havið, eg bar við mær inn um skúlagátt,

tað hav so víða fløtur sínar breiðir,

á sveimi hugur bæði dag og nátt

við teim, sum fóru fjarar skipaleiðir.

Er land mítt lítið, so er verðin stór,

og veking elva havsins løg og sangir,

ein rødd av høvunum at hjarta fór,

gav míni stóru langtan sterkar veingir.

Við próvnum í hond fara tit ivaleyst í allar ættir og fara undir nýggjar avbjóðingar. Felags fyri tykkum allar er, at tit syrgja fyri, at hjólini mala bæði bókstaviliga umborð á skipinum og í yvirførdum týdningi. Tykkara barlast og førningur er ein av krumtappunum í okkara samfelag. At arbeiða í maskinrúminum, er arbeiðið, sum ofta ikki er sjónligt, men ikki minni týdningarmikið. Tykkara arbeiði ger, at onnur kunnu seta kós og føra skipið á røttu leiðina. Í maskinrúminum skulu tit hava alt í ordan. Um maskinrúmið ikki riggar optimalt, kemur onki skip fram á leið.

Við próvnum sum maskinistur hava tit nógvar møguleikar og heimurin stendur opin. Summir fara allarhelst til fiskiskap og fleiri tykkara fara allarhelst í altjóða sigling. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri báðum.

Eg fari enn einaferð at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr.

[1] Maskinistur gevur pappírir at sigla sum 2. maskinmeistari á øllum skipum, og sum maskinstjóri við skipum við ávísari framtøkumegi (upp til 2999 kW), tá ið neyðug starvsvenjing er nádd