Góðu tit øll – Erla, Ronja, Jákup Andreas, Pauli, Emil, Heri, Thordur og Matteus.
Í dag fáa tit prógv, eftir at tit hava lært eina rúgvu her á Rásini seinastu 2 árini. Hjartaliga til lukku!
Eg giti, at tit í dag bæði duga og tora nógv meiri, enn tá tit byrjaðu her. Passar tað ikki?
Og eg giti, at tit bæði hava lært at klára tykkum sjálvi – OG at samstarva við onnur. Passar tað?
Tað er ordiliga gott. Tí tað er eisini soleiðis, at jú meiri vit megna sjálv, Jú betur fáa vit nýtt teir møguleikarnar, vit hava – og jú betur fáa vit verið til nyttu og gjørt mun. Jú betur fáa vit samstarvað við onnur.
***
Eg fari at siga tykkum eina søgu. Summi tykkara hava kanska hoyrt hana fyrr, men tað ger einki.
Einaferð var tað ein maður, sum fór út í garðin. Hann hevði sátt gularøtur fyrr um várið, og nú var tíðin komin at taka tær upp. Hann gleddi seg so nógv til at taka eina serliga gularót upp, tí hon sá út til at vera risastór.
So hann togaði og togaði í tann grøna toppin, sum stakk upp úr moldini, men hann orkaði ikki at toga gularótina upp, tí hon var so stór – og rimmarføst.
So rópti hann á konuna. »Góða kona, kom og hjálp mær at toga«. Konan kom rennandi, og tey togaðu og togaðu – men gularótin flutti seg ikki.
So róptu tey á dreingin hjá sær. Hann kom eisini og hjálpti teimum at toga, men einki batti.
So róptu tey á hundin. Hundurin kom beinanvegin at hjálpa til, og tey spentu í – øll somul - men tann stóra gularótin vikaðist ikki.
Tey róptu so á kettuna. »ketta, ketta – kom og hjálp okkum at toga gularótina upp úr moldini«. Og so togaðu tey øll: maðurin, konan, drongurin, hundurin og kettan – men tey fingu ikki gularótina upp.
At enda róptu tey eisini á ta lítlu músina og bóðu hana koma at hjálpa sær.
Halda tit, at ein mús er sterk?
Hvat halda tit músin svaraði? Segði hon: nei, eg kann ikki, tí eg eri so lítil og veik, at tað ger ongan mun, um eg komi at hjálpa til?
Nei, tað segði hon ikki. Hon segði: JA, eg skal koma, tí sjálvt um eg eri lítil – og ikki eri so sterk, sum tit øll - so ger tað kortini mun, um eg hjálpi til.
Og hon kom beinanvegin rennandi fyri at hjálpa. Maðurin taldi upp í trý – 1-2-3: og so settu tey á. Eisini músin togaði alt, hvat hon kundi.
Og vita tit hvat hendi? Tann risastóra gularótin loysnaði og kom upp úr moldini.
Og so kókaði konan gularót døgurða – og øll sluppu at sita til borðs og fáa burturav, tí øll høvdu hjálpt til.
***
Mær dámar so væl hesa søguna.
Tí síggja tit, sjálvt um maðurin var stórur og sterkur, so kláraði hann ikki at fáa gularótina upp einsamallur.
Hann mátti biðja um hjálp. Og øll máttu hjálpa til. Øll máttu hjálpast at. Og tað var ikki, fyrr enn tann lítla – og kanska ikki so sterka músin - eisini kom at hjálpa, at tað gekk.
Músin gjørdi munin. Men hvat halda tit hevði hent, um músin einsamøll fór at toga í gularótina og royna at fáa hana upp? So hevði tað heldur ikki gingið. Men av tí, at øll hjálptust at, so gekk tað.
Og sjálvt um hetta bara er ein søga, so er tað eisini soleiðis hjá okkum. Tá vit øll arbeiða saman, tá vit øll hjálpast at – so gongur tað heila nógv betur.
Øll mugu vera við. Bæði tey, sum eru ordiliga sterk, sum maðurin og konan – og tey, sum kanska ikki eru heilt so sterk, sum músin.
Tí hugsið tykkum, um músin segði: »nei, eg eri so lítil og veik – tað ger ongan mun, um eg komi at toga. Tað fer ikki at nytta nakað kortini«
Ja, so hevði eingin fingið nakað at eta tann dagin. Hvørki maðurin ella konan ella drongurin ella hundurin ella kettan – ella músin sjálv.
Tí sjálvt um ein mús ikki er líka sterk, sum ein maður ella ein kona, so er hon nóg sterk til, at hon kann gera mun. Eisini avgerandi mun.
***
Og tað eru støður í lívinum, har vit eru sum tann stóri sterki maðurin. Har vit duga okkurt ordiliga væl og hava gott sjálvsálit – og eru sterk.
Og tað eru eisini støður í lívinum, har vit eru sum tann lítla músin. Tá vit hugsa, at vit ikki duga so væl sum hini - og at vit eru eitt sindur veik samanborið við onnur. Tá er skjótt til at fáa hug at geva upp, áðrenn vit hava roynt.
Og sjálvt um vit eru tann, sum dugir best, hava vit av og á brúk fyri hjálp. Og sjálvt um vit eru tann, sum dugir ringast, so kunnu vit altíð hjálpa og gera mun.
Soleiðis er tað hjá okkum øllum. Okkum politikarum, tykkara foreldrum og systkjum, teimum, sum arbeiða her á Rásini – og eg giti, at tað eisini er soleiðis hjá tykkum.
Onkuntíð eru vit tann, sum dugir best, sum er sterkast – og á øðrum økjum eru tað onnur, sum duga betur og eru sterkari.
Men tað, sum vit ongantíð mugu gloyma, tað er hetta: sjálvt um tað, sum vit kunnu, kann tykjast lítið í mun til tað, sum hini kunnu – so ger tað mun. Og tað kann enntá – sum hjá músini – hava avgerandi mun.
Okkara lítla íkast ger altíð mun! Tykkara íkast ger altíð mun!
Og um eg skal geva tykkum okkurt at minnast, nú tit standa fyri nýggjum avbjóðingum, so er tað hetta: tað, sum tit gera, ger mun. Hvørjaferð tit royna, ger tað mun.
Minnist til tað nú fara víðari í læru, til arbeiðis, í skúla – ella halda fram her á Rásini. Tað, sum tit kunnu gera, ger mun. Og tí mugu tit ongantíð hugsa, at tað, sum tit kunnu, er minni vert, enn tað, sum onnur kunnu. Tit mugu ongantíð geva upp, áðrenn tit hava roynt.
Tit skulu vera, sum tann lítla músin, sum sigur: Ja, eg skal royna – og eg skal gera mítt allarbesta.
Onkuntíð kiksar tað – tað ger tað hjá okkum øllum. Tað kenni eg eisini sjálv alt til. Men tað vigtigasta er, at vit royna og gera tað, so gott, sum vit kunnu.
Og um tað kiksar – um tað ikki ordiliga gongur, sum vit ætlaðu, so skulu vit minnast til mannin. Tí hann dugdi eisini nakað, sum er øgiliga vigtigt.
Hvat gjørdi maðurin, tá hann ikki kláraði at fáa gularótina upp sjálvur? Hann bað um hjálp! Hann bað fleiri ferðir um hjálp – inntil tey kláraðu tað.
Tá vit ikki klára okkurt sjálvi, skulu vit vera, sum maðurin, og biðja onnur hjálpa okkum.
Og tá onkur biðjur okkum koma at hjálpa, skulu vit vera skjót – líkasum músin.
Tí vit gera øll mun. Serliga í Føroyum, her vit eru so fá. Her er tað so sera vigtigt, at øll hjálpast at. At øll hjálpa til. At vit taka av avbjóðingum, royna at gerast betri, læra eina rúgvu – og fáa okkum eitt arbeiði, har vit gera mun.
Og í dag fáa tit prógv uppá, at tit hava lært eina rúgvu her á Rásini. Bæði at klára tykkum sjálv OG at klára tykkum saman við øðrum. Tí eri eg ómetaliga glað og errin av tykkum.
Hjartaliga til lukku tit øll.
Og minnist nú til at vera sum tann lítla músin, sum segði: YES – eg skal gera mítt allarbesta, tí eisini eg geri mun her í Føroyum!
***
Og til tykkum foreldur og avvarðandi: eisini hjartaliga til lukku til tykkara, nú tykkara børn hava tikið eitt stórt stig á leiðini móti einum sjálvbjargnari lívi.
Eg havi eina sterka sannføring um, at øll menniskju hava nakrar menningarmøguleikar, og at vit eiga at gera alt fyri útloysa ta menningina, sum er møgulig.
Fyrst og fremst sjálvandi fyri næmingarnar sjálvar, fyri teirra møguleikar, lívsgleði og sjálvsvirði.
Harnæst fyri tykkum, foreldur, sum skulu hava tryggleika fyri, at vit, sum samfelag, lofta tykkara børnum, sum best, og tryggja teimum eina góða og innihaldsríka tilveru – og at vit taka samábyrgd saman við tykkum foreldrum.
Og í seinasta lagi eisini fyri samfelagið, ið eisini heystar ágóðan av, at vit troyta allar teir menniskjansligu møguleikarnar, sum eru í landinum.
Vit mugu øll arbeiða saman um at fáa gularótina upp.
***
Og til tykkum her á Rásini: stóra takk fyri tykkara innsats. Eg veit, at fyri tykkum eru hetta ikki bara “næmingar”, men heil menniskju – og eg veit, at tykkara arbeiðið fevnir langt forbí tað, sum starvslýsingarnar leggja upp til.
Tit taka altíð útgangsstøði í tí einstaka menniskjanum, tit eru góð við hesi ungu, tit leggja í teirra framtíð og tit læra tey um og til lívið. Her fáa tey vinfólk, her royna tey frítíðarítriv, her mennast teirra veingir til víðari flog.
Og tit skulu vita, at politiska skipanin sær og virðir tykkara arbeiði – og støðuna hjá Rásini sum millumlið ímillum fólkaskúla – og tað, sum víðari skal henda í lívinum hjá hesum ungu.
Og tað er eisini av hesum orsøkum, at arbeiðið við at víðkað um tilboðið her á Rásini er farið í gongd. Eg veit, at tørvurin er stórur – og eg hevði viljað, at tað kundi gingið skjótari. Men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at tað er klárt at fara undir fyrireikandi arbeiðið við projekteringini – og at pengar eru settir av til hetta.
So vónandi gongur tað ikki alt ov long tíð, áðrenn talið av próvtakarum verður tað dupulta – og at bíðilistin hjá tykkum styttist.
Hjartaliga til lukku tit øll! Eg eri í dag bæði errin og eyðmjúk av tí, sum tit hava uppnátt her - bæði sum landsstýriskvinna, sum føroyingur og sum menniskja.
Stóra takk fyri, at eg slapp at vera við til hátíðardagin og bestu eydnu víðari, tit øll somul.