Góðu tit øll
Hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið til hetta frálíka tiltakið, og takk fyri at eg sleppi at seta Barnasangfagnaðin hjá Føroya Sanglærarafelag í dag.
Hava tit nakrantíð hoyrt um ein mann, sum eitur Hans Andrias Djurhuus?
Hann hevur skrivað eina rúgvu av sangum til føroysk børn – til dømis Dukka mín er blá, Lítla Elsa – og Másin sigur pli pli pli.
Í tí sanginum – Másin sigur pli pli pli, er ein regla, sum ljóðar soleiðis:
”Vakrast er tá smábørn syngja, og tá kirkjuklokkur ringja.”
Næstan øll vaksin fólk halda, at tað vakrasta, sum er, er at hoyra børn syngja. Vit blíva rørd og glað av tí.
Serliga, tá tit syngja saman á føroyskum – líkasum tit fara at gera í dag.
Tí tá vit syngja saman, kunnu vit ikki skeldast. Ella happa. Tá vit syngja saman, mugu vit øll gera tað sama í senn. Vit mugu fylgjast – bæði tey, sum syngja hart, og tey, sum syngja spakuligt. Tey sum duga væl í skúlanum og tey, sum halda, at tað er eitt sindur torført og strævið at ganga í skúla.
Tá vit syngja, eru vit øll líka. Tit eru øll líka, og lærararir, og eg, sum landsstýriskvinna. Tá vit syngja saman, telur hvør einasta rødd akkurát líka nógv – og hvør einasta rødd er dýrabar.
Tað ger nakað við okkara felagskenslu. Vit føla, at vit eru í parti saman – og vit síggja, at vit øll hava sama virði, tí í felagssanginum kunnu øll vera við. Ja, tá MUGU øll vera við.
Og sangur røkkur í allar krókar av okkara lívi. Vit syngja, tá vit eru glað. Tá onkur hevur føðingardag, ella vit eru í veitslu. Vit syngja eisini, tá vit eru til fótbóltsdyst - ella í sunnudagsskúla - ella til skótar.
Tað hjálpir eisini at syngja, tá vit eru kedd – onkur av tykkum hevur kanska verið til jarðarferð, og tá syngja vit eisini. Og tá vit eru ordiliga lin, ja, tá er einki so gott, sum at hoyra ein sissandi góðanáttsang.
Tað, at syngja, er eisini gott fyri okkara heila á so mangar mátar. Vit læra nógv, nýggj orð, vit læra tónar og løg, vit læra at minnast, vit læra at hugsavna okkum – og tað stimbrar sansirnar, tá vit sjálvi syngja, samstundis sum vit skulu lurta eftir hinum – og kanska eisini gera rørslur samstundis.
Men sangur hevur eisini eina megi í sær, sum vit kanska ikki altíð hugsa um.
Herfyri var eg í einum landi, sum eitur Lettland. Hava tit nakrantíð hoyrt um tað landið?
Tað er eitt land í Evropa, sum fyrrí tíðini hoyrdi til eitt stórt land, sum eitur Russland. Men fólkið í Lettlandi vildi ikki, at Russar skuldu ráða í teirra landi. Tey vildu vera sjálvstøðug, so tey sjálvi kundu ráða.
Og vita tit hvat tey so gjørdu? Tey fóru ikki í kríggj við byrsum og soldátum, sum vit ofta síggja.
Nei, tey sungu. Tey gjørdu eina kollvelting, sum enn í dag verður kallað ”tann syngjandi kollveltingin”.
Tað sama gjørdu tey í einum landi, sum eitur Estland, sum eisini hoyrdi undir Russland.
Túsundavís av fólki hittust á torgum og almennum støðum; tey gingu kravgongur og stóðu saman ímóti Russlandi, meðan tey sungu sín boðskap um frælsi. Tey stóðu saman og sungu – og tey stóðu sterk. Og at enda bakkaði Russland, og tey blivu sjálvstøðug.
Er tað ikki nokkso kul? At syngja í staðin fyri at kríggjast – og vinna?
Og meðan eg var í Lettlandi søgdu tey mær, at hetta, at syngja saman á sínum egna máli, gjørdist teirra grundstyrki. Altso.. at tað er ein styrki at syngja saman.
Tí hava tey enn í dag stórar festivalar – eitt sindur sum hetta tiltakið í dag, bara nógv størri – har tey minnast styrkina í sanginum og heiðra hana. Og har tey syngja saman.
Og sjálvt um vit í Føroyum hoyra til Danmark, so syngja vit á føroyskum. Tí tað vísir, at vit eru føroyingar. At vit, sum búgva her, eru í parti saman. Sangur á móðurmálinum hevur so ómetaligan týdning.
Tí gjørdu vit Barnasangbókina í fjør.
Tí vilja vit hava allar sangirnar í Barnasangbókini út á youtube.
Tí vildu vit hava sang innaftur í lærugreinina, sum fyrr æt tónleikur, so tað nú eitur ”sangur og tónleikur”.
Og tí fari eg at áseta, at frá 1. til 3. flokk skal ein tími um vikuna nýtast til føroyskan sang í lærugreinini føroyskt, so tit kunnu læra so nógv, sum møguligt, um okkara sangir, okkara skaldskap og okkara mál.
Eg ynski tykkum ein góðan Barnasangfestival – og syngið nú væl við. Og minnist til, at tað í grundini ikki bara er stuttligt og hugnaligt at syngja saman – nei, tit eru ein sterk eind, tá tit syngja saman. Tí í sanginum býr ein styrki, sum ikki kann metast við nakað annað.
Eg fari at seta meg at lurta eftir tykkum eina løtu – tí líka sum Hans Andrias Djurhuus – og næstan øll vaksin - haldi eg eisini, at ”vakrast er tá smábørn syngja”.
Stóra takk fyri – serliga tit sanglærarar, sum hava skipað fyri hesum tiltakinum – og hjartaliga takk øll tit, sum taka undir við tí.
Hervið er Barnasangfestivalurin 2019 settur.
Takk fyri.