Góðan morgun øll somul
Vælkomin til hendan heiðursdagin, har vit heiðra – og kanska eisini læra meiri um - okkara skald og multikunstnara, Tórodd Poulsen.
Tað er mær ein heiður at seta dagin fyri Tórodd.
***
“Um allar gáttir” eitur hetta tiltakið. Áhugavert heiti. Og sera væl hóskandi til Tórodd, sum sanniliga fer um allar gáttir. Um prosa- og lyriskar gáttir, um myndlistagáttir, um tónleikagáttir og um installatiónsgáttir.
Og hann fer eisini um fleiri – at síggja til - mótstríðandi gáttir í senn.
Tí Tóroddur er produktivur sum fáur, men hann sigur samstundis at “ein regla um dagin má vera nokk”.
Hann er havnamaður um ein háls, men hann býr á bygd á Sjællandi.
Hann er hvassur og provokerandi, men hann er eisini eymur og sansandi.
Tóroddur fer “um allar gáttir”.
Ongar hurðar eru stongdar, og vit sleppa ikki bara inn ígjøgnum eina útvalda hurð – men allar.
***
Og eg kann til stuttleika siga tykkum, hvussu bókstaviliga heitið á hesum seminarinum rakti heima hjá okkum herfyri. Tað var tá eg fekk nýggjasta yrkingasavnið “Ferðamaður í egnum heimi” upp í hendurnar seint nú eitt kvøldið.
Eg blaðaði ígjøgnum og las nakrar yrkingar, áðrenn eg legði meg.
Morgunin eftir, mitt í hurlivasanum av kornflakes, matpakkum og klokkuni, sum gongur alt for skjótt um morgunin, kom eg í tankar um eina av yrkingunum, sum eg ætlaði at lesa fyri Arnbjørn, manni mínum.
So eg leyp eftir savninum og fann yrkingina fram, meðan børnini fingu ein muss í hurðini.
Og so stóðu vit bæði har og nutu eina lívsløtu, saman og still í kalda morgunmyrkrinum á gáttini undir trappuni millum skrellispannina, postkassan og hjallin, meðan eg las yrkingina fyri honum:
Kertuljós
Og appilsinir
á borðinum
Títt andlit
Er rundari
Enn vanligt
Tú spyrt
Um tú kanst
Keypa mín skugga
Hvat skalt tú
brúka hann til
Spyrji eg
At hvørva við
Svarar tú
At hvørva við
Saman við tær
Åhhh deiligt.. søgdu vit bæði í senn, mussaðst farvæl og fóru hvør til sítt - men kortini saman.
Og savnið varð stungið í taskuna. Tað skuldi við út í dagin, so eg kundi leska mær við tí í endaleysu bíðiløtunum – eins og so mong onnur søvn undan hesum hava gjørt.
***
“Um allar gáttir” eitur tiltakið – og fyri meg rakk Tóroddur hendan morgunin bæði í fluttum týdningi um gáttina til mánadagin og eina nýggja viku, og hann rakk eisini bókstaviliga um úthurðsgáttina. Hann rakk um gáttina millum okkum bæði - og um gáttina millum gerandisresið og fínan lyrikk.
Tóroddur kann sanniliga vera romantikari!
Men í mínum hugaheimi er tað kortini tann prikandi røddin, sum veruliga ber tvørtur um gáttir.
Tí okkum tørvar fólk, sum tora, har onnur tiga – uttan at vera eitt Ekstra Blað – tey sum eygleiða og viðmerkja, bæði har tað er eyðsýnt, men eisini har tað nívir. Fólk, sum prika og fara “um allar gáttir” og spreingja innistongda myrkrið við lýsandi orðum.
***
Í einari aðrari yrking í savninum, Ferðamaður í egnum heimi, stendur:
gleði meg til
at flysa leykin
av orðum
sum eygu
míni fingu
at svíða
so pappírstár
runnu
upp eftir
mínum andliti
sum datt
av mær
niður i
eitt fat
við vátum
gipsi
sum hendur
mínar kendu
sum bjarging
Vónandi verður hesin dagur fullur av orðum, sum fáa pappírstár at renna uppeftir, og væntandi fara ymisku framløgurnar at geva okkum eina so fjølbroytta og klóka lýsing av multi-listamanninum og rithøvundinum, at vit sita eftir við einar feskari vangamynd í vátum gipsi.
Seinastu nøkur-og-tjúgu árini hevur Tóroddur útgivið nøkur-og-fjøruti verk, so hann hevur faktiskt altíð “júst” givið okkurt út. Og soleiðis er aftur í ár.
Tíbetur. Tí okkum tørvar svíðandi leykir av orðum, sum fáa okkum at grunda og merkja, og viðhvørt at tára. Og okkum tørvar eymar yrkingar, sum fáa okkum at hvørva í skugganum hjá hvørjum øðrum.
Eg skal at enda takka Norðurlandahúsinum og Fróðskaparsetrinum fyri at skipa fyri - og somuleiðis vil eg takka tykkum, sum hava fyrireikað dagin: Turið Sigurðardóttir, Kinnu Poulsen, Bergi Djurhuus Hansen og Inger Smærup Sørensen.
Eg ivist ikki í, at flestu tykkara hava glett tykkum til hetta tiltak.
Og kanska hevur Tóroddur eisini glett seg.
Tað gleðir í øllum førum meg at kunna seta tær hendan dagin - tær til heiðurs, góði Tóroddur!
Og halt fyri Guds skyld fram at flysa orðleykir og at taka okkum við um allar gáttir!
Takk fyri.