Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, í samband við hátíðarløtu á Rygsvegi í Klaksvík, tá Jóhann Lützen, Jóannes Skorheim og Palli Skorheim tóku við sum nýggir eigarar av tíðindamiðlinum, Norðlýsinum.
Góðu Jóhann, Jóannes og Palli. Hjartaliga til lukku við Norðlýsinum.
Tað er ein stór ábyrgd at vera miðlaánari, og tað er ikki minni ábyrgdarfult at taka á seg ein miðil við so drúgvari blaðsøgu, sum Norðlýsið hevur.
Tað verða í ár 102 ár síðan, at Norðlýsið gav fyrsta blaðið út, og eg vóni, at tit framvegis fara at halda fast við páppírsútgávuna. Eg eri blaðfólk, ja, blaðfjeppari, og eg eri sannførd um, at eitt samfelag hevur brúk fyri bløðum. Í dag hava vit fleiri skjótar netmiðlar, og her stendur Norðlýsið – sum vit vita – einki aftanfyri hinar, men eg havi hug at nýta hetta høvið at sláa eitt slag fyri pappírsblaðnum, tí blaðið leggur upp til longri greinar, djúpari viðgerð og betri tíð. Og ikki minst er blaðmiðilin umráðandi í mun til at skjalprógva nútíðina fyri okkara eftirkomarar - enn ber ikki til at lætt og skjótt at leita fram farin talgild tíðindi. Hugsið tykkum allar siðsøguligu bøkurnar, greinir og granskingarverkætlanir, sum byggja á farnar blaðgreinir, sum fólk hava leitað fram, fyrr úti á Landsbókasavninum og nú á netinum, har føroysku bløðini liggja talgild á netinum, so fólk kring alt landið - og allan heimin - kunnu leita fram gomul tíðindi.
Eg veit, at tað er strævið at halda lív í einum blaði í dagsins margmiðlasamfelag, har ein og hvør í roynd og veru kann stovna ein miðil og fylla eina heimasíðu við tíðindum. Eitt er at fáa fíggjarliga partin at hanga saman, men ein líka stór avbjóðing er at laga virksemið til dagsins miðlameldur. Júst í hesum postfaktuellu, ja, fakenews tíðum, er týðandi við dygdargóðum og álítandi miðlum – eisini lokalum.
At gera blað er ein serstakur og spennandi heimur, púra øðvísi enn allar aðrir. At vera blaðfólk er fyrst og fremst ein lívsstílur, har tú verður drigin av einum instinkti. Og eg lovi tykkum, nú tit lata lívsverkið upp í hendurnar á øðrum, at trongdin til at finna ta góðu søguna ongantíð fer úr æðrunum aftur. At snodda seg fram til góðu søgurnar, at hava nøs fyri nýggjheitum, at vera virkin í einum heimi, har forvitni er drívmegin og býttu spurningarnir ein dygd og fortreytin fyri, at lesarin fær ta góða søguna afturvið kaffimunnum.
Men tað er eisini ein stressað og slítandi tilvera, sum ikki øll halda til.
Eg gloymi ongantíð fyrsta spurningin, sum Jan Müller, fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum, setti mær, tá ið eg ung og óroynd varð send út í markina: ”Rigmor, hvat heldur tú vera tað týdningarmesta, tú sum blaðfólk skalt duga?” Eg hugsaði eina løtu og svaraði, "at duga at skriva?" ”Jú, tað er ein stórur fyrimunur,” svaraði hann. Hmm, "at duga at finna søgur?" Ja, tað er eisini ordiliga gott, svaraði hann. "Men Rigmor, um tú ikki dugir at virða eina deadline, so kanst tú ikki brúkast á einum blaði! Um tú ikki megnar at skriva undir tíðartrýsti, so er síðan blonk, og tá er onki blað."
Norðlýsið ger tað, sum ein tíðindamiðil fyrst og fremst skal gera, nevniliga at kunna um tað, sum upptekur fólk her og nú við at vera til staðar har tað hendir, og tá ið tað hendir. Norðlýsið vil vera fyrst við tíðindunum og velur sínar vinklar út frá lokalum viðurskiftum. Eitt slíkt lokalblað hevur stóran týdning fyri samleikan og samanhangsmegina í einum øki, og tí eiga vit at vera takksom fyri, at fólk hava hildið fast við at geva blað út í Norðoyggjum.
Fyrsti blaðstjórin á Norðlýsinum var Símun Petur Zachariasen. Við honum sum blaðstjóra kom Norðlýsið út í fimm ár. Undir krígnum endurreisti Hákun Djurhuus blaðið, og hann stjórnaði blaðnum øll krígsárini. Síðan 1951 er blaðið komið regluliga út, og í 1976 tók Oliver Joensen við sum blaðstjóri. 40 ár eru ikki 40 dagar, og eg fari at nýta hetta høvi at takka Oliveri fyri hansara áhaldni. Tey síðstu mongu árini hava hann og familjan verið ímyndin av Norðlýsinum, og eg ivist ikki í, at tað verður gott fyri miðilin, at tit framhaldandi eru við.
Sjálvandi skal Norðlýsið fylgja við tíðini og tøkniligu menningini, soleiðis at lokalu tíðindini koma fyrst á heimasíðuni hjá blaðnum. Tað hava tit longu víst, at tit megna. Men mín vón er, at tað eisini í framtíðini fer at bera til at fáa tíðindi borin í postkassan. Tí hava vit nú fyri óteljandi ferð roynt at fáa sett í verk miðlastuðul til privatar miðlar, eitt uppskot, sum vónandi verður samtykt í næstum. Miðlastuðulin skal eftir ætlan latast privatum miðlum, sum millum annað arbeiða eftir journalistisku meginreglunum, sum viðgera aktuell føroysk samfelagsviðurskifti og kunna um viðkomandi altjóða viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni. Vónandi verður Norðlýsið eisini í framtíðini ein av hesum miðlum, og vónandi vera tit ikki bara á netinum, men eisini í postkassanum.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við eigaraskiftinum og blíðan byrð!