Røður 2017


Landsstýriskvinnan í mentamálum handar steyp í steypafinaluni í mansflogbólti. MYND: Flogbóltssamband Føroya

Røða sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, helt til steypahandan í mansflogbólti, 25. februar 2017

Størsta árliga tiltakið hjá flogbóltinum er í dag og í morgin, og tað er mær ein heiður at sleppa at handa steyp og heiðursmerki til menninar í Meistaradeildini.

Vit vistu áðrenn henda dystin, at SÍ er stóra finaluliðið hjá monnunum. Hetta er 13. finalan hjá tykkum, og áðrenn hesa finaluna hava tit verið steypavinnarar seks ferðir. Hjá Fleyr hevur ikki ligið líka væl fyri, tí áðrenn í dag hava tit verið í finaluni tvær ferðir men hava ikki vunnið. Tí vistu vit, at dysturin kundi gerast ógvuliga spennandi, tit liggja jú eisini nr. 1 og 2 í landskappingini.

Í dag er søga skrivað, tí Fleyr í triðju roynd síni endiliga er steypavinnari í Meistaradeildini hjá monnum. Til lukku við tí, Fleyr! Tit eiga nú pláss í søgubókunum fyri flogbóltin í Føroyum, men steðgið ikki her, haldið á.

Og takk fyri, tit í SÍ, at tit góvu okkum ein góðan og spennandi dyst. Tað gekk ikki hesaferð, men kenna vit tykkum rætt, so eru tit við aftur í næsta ár.

Í dag stóðu tit hvør sínumegin netið. Í summar vera fleiri av tykkum somu megin netið á Oyggjaleikum, har tit umboða okkum øll. Bestu eydnu við tí og vinnið Føroyum gullið aftur!