Røður 2017


(Mynd: Landsstýriskvinnan prátar við læraran og fjøllistamannin í Fuglafirði, Frits Johannesen. Myndafólk: Dávur Winther)

Røða hjá landsstýriskvinnuni, Rigmor Dam, í samband við at spaki varð settur í til nýggjan skúla í Fuglafirði tann 1. mars

Góðu fuglfirðingar, góðu skúlafólk og góðu øll tit, sum eru komin saman til hesa hátíðarløtu, nú spakin er settur í til nýggjan skúla í Fuglafirði.

Ein kommuna, sum raðfestur skúla og lærdóm, er ein framkomin kommuna. Ein kommuna, sum velur at geva læringini bestu karmar, er ein kommuna, sum hevur skilt, at menning og lokalur trivnaður eru samantvinnað við skúlaumstøðurnar hjá yngstu borgarunum í kommununi.

Í hesum døgum fylla royndir nógv í almenna kjakinum. Tað er í lagi, tí sjálvandi skulu vit seta krøv til undirvísingarliga støði, men skúlin er meira enn royndir. Skúlin er staðið, har vit mennast og dannast, skúlin er rúmið har vit læra, at vit eru menniskju við søgu, mentan og skapandi førleikum.

Læring spreingir karmar, bøkurnar føra okkum inn í aðrar heimar, sangurin letur upp fyri nýggjum máli, og vitanin vísir okkum leiðir, sum vit kanska skulu vera tey fyrstu at ganga. Men lærandi endaloysi krevur eitt fysiskt stað, eitt rúm, ein skúlabygning.

Fuglafjørður hevur stolta mentanarliga søgu, og byggiætlanin fyri nýggja skúlan – har tit staðfesta at høvuðsdenturin skal vera á tónleik og list, og har bókasavnið er miðdepil – ber boð um, at tit framvegis fara at ríka føroyska samfelagið mentanarliga.

Dannilsi og kreativ menning eru ofta ring at seta orð á, men tey hava alstóran týdning, bæði fyri tann einstaka og samfelagið alt. Í yrkingini “Barn mítt” í savninum Flotoyggjar frá 2015 lýsir Aleksandur Kristiansen avbjóðinga at undirvísa og læra soleiðis:

Barn mítt

hvat kann eg læra teg

eg sum ongantíð havi sæð mítt egna andlit

einans spegilsmyndina av tí

Um eg vísi tær eina veit fulla av villum sóljum

um eg syngi tær nøvnini á mánaðunum

um eg lati teg smakka tár míni

Man tað vera nóg mikið.

Sálin er sum sóljurnar

hon minnist fótafarið eftir føturnar í grasinum

hon minnist í hvørjum mánað sóljurnar blóma

hon minnist seg sjálva og grætur

So barn mítt

alt tað tú minnist og alt tað tú gloymir

skal eg vísa tær eina ella aðrastaðni

og allastaðni

Júst her.

Júst her hendir læringin. Júst her og allastaðni lærir barnið at síggja sóljurnar og seg sjálvt. Júst her seta tit fótaspor, sum fara at merkjast í børnum, sum fara at búgva her um hundrað ár.

Mín vón skal vera, at byggingin fer at eydnast væl. Og at nýggi skúlin verður kommunu og borgarum at stórum gagni.

Takk fyri!