Røður 2017


Góðan morgun øll somul!

Og vælkomin á skúlaleiðarafund!

Tað er ein góður siður, at vit hava hesar fundir, har vit – og tit – kunnu hittast og skifta orð um tað, sum hendir og skal henda á skúlaøkinum. Skúlin er eitt menningarrúm. Hvønn dag og hvørt ár síggja tit børn mennast og búnast frá smábørnum til ungdóm, tit taka ímóti nýklaktum lærarum og síggja teir flyta seg og folda seg út. Og tit arbeiða við at menna tykkara egna skúla, so hann alla tíðina er besti karmur fyri læring, menning og dannilsi.

Nógv spennandi kunning er á skránni í dag. Greitt verður frá um námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingina, sum byrjar í august í ár, kunnað verður um komandi átøk, sum taka støði í úrslitinum í seinastu PISA kanningini,  tilboðið um felags Office 365 samskiftis- og arbeiðspall verður lagt fram, o.s.fr. Skúlin skal ikki standa í stað. Skúlin skal áhaldandi mennast. Men meðan vit broyta og menna, mugu vit halda fokus á endamál okkara, á endamál skúlans. Gera vit ikki tað, er skjótt til, at vit flyta okkum skeivan veg.

Í fyrsta kapitli í Fólkaskúlalógini stendur m.a., at skúlin hevur til endamáls at “búgva næmingarnir til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eigur at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.” Samavgerð, samábyrgd, andsfrælsi og fólkaræði. Hetta eru føgur orð, og tit duga sjálvandi allan hendan fyrsta kapittulin uttanat, men tað ger kanska einki, at vit minna okkum á hesa kjarnuna regluliga.

Fyri stuttum var eg boðin at halda røðu á aðalfundinum hjá Felagnum Føroyskir Kirkjuráðslimir, og har hugleiddi eg eitt sindur um rúm, og hvussu rúmið formar okkum og ávirkar okkum. Kirkjan er eitt serligt rúm, men tað er skúlin so sanniliga eisini. Skúlin er okkara felags rúm, rúmið, har vit øll eru ella hava verið, rúmið har vit mennast í felag, og rúmið, har vit læra at vera partur av felagsskapinum, at vera borgarar í samfelagnum.

Símun av Skarði sigur, “Hvat er ein maður einsamallur í endaleysa rúminum?” Ofta tráa vit eftir tí endaleysa, og vit vilja sleppa at ganga okkara egnu leiðir. Men tað er í avmarkingini og í tí endaliga, at vit mennast og dannast. Og her hevur skúlin eina serliga skyldu og ein serligan framíhjárætt. Í skúlanum møta vit avmarkingum og krøvum. Næmingurin hevur sín flokk, sína stovu, sínar lærarar, og av tí at skúlin ikki er áhugafelagsskapur men fyri øll, møtir næmingurin øllum samfelagnum.

Vit liva í einari tíð, sum krevur effektivisering og rationalisering, men vit mugu ansa eftir ikki at gloyma menniskjað og menniskjaliga sambandið. Tað tekur tíð at læra, og tað krevur fysiska samveru við onnur at dannast. Teldurnar og netið geva okkum nógvar, nýggjar møguleikar, men missa vit menniskjaliga sambandið – in real life, sum tey ungu siga – í tí endaliga og avmarkaða fysiska rúminum, so er stórur vandi fyri, at vit missa alt á gólvið.

Í eini tíð, sum er so globaliserað, hyperkompleks og marknaðarstýrd sum okkara, er týdningurin av kjølfestum dannilsi størri enn nakrantíð. Dannilsi eru evnini at beganga seg millum onnur fólk og í lívinum sum heild. Dannilsi er ikki ítøkilig læring, og tað letur seg ikki máta. Men skúlin – og tit sum skúlaleiðarar – eiga fyri alt í verðini ikki at gloyma hesa persónligu og demokratisku menning. Okkara ungu – og okkara samfelag – hava brúk fyri, at tit halda fast í hesa kjarnuna.

Vit eiga ikki at stremba eftir at framleiða lýdnar brúkarar til marknaðarstýrda kappingarsamfelagið. Og skulu vit veruliga menna næmingar til at vera kjølfest menniskju og dannaðar borgarar, so mugu lærarar og næmingar hava tíð til refleksjón og fordjúpilsi, tað relationella má dyrkast, og læringin má taka støði í undran og forvitni barnanna. Tí er tað ikki líka mikið, hvussu tit – og vit – menna føroyska skúlan. Ímillum átøkini, sum eru á skrá í dag, havi eg hug at draga tvey øki fram.

Sum liður í at førleikamenna skúlaleiðarar havi eg við støði í samgonguskjalinum gjørt av at seta í verk eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Skúlaleiðslan skal ganga á odda og vera drívmegin, tí skal útbúgvingin bæði veita leiðarum ástøðilig og verklig leiðsluamboð og styrkja námsfrøðiligu fatanina hjá leiðarum. Susanna Olsen, lektari, sum er sett at leggja útbúgvingina til rættis, fer at greiða tykkum nærri frá ætlanini um eina løtu.

Eitt øki, har leiðslurnar hava stóran týdning, er trivnaðurin. Seinnapartin fer Frida Poulsen úr Mentamálaráðnum at greiða frá tí trivnaðararbeiði, sum hon hevur verið til at samskipa. Við støði í kanningum frá 2007 og 2015 hevur Mentamálaráðið sett fleiri tiltøk í verk fyri at styrkja trivnaðin og basa happingini í skúlunum. Stór ráðstevna var fyriskipað, faldari var gjørdur, og skúlaleiðslurnar hava fingið álagt at boða frá, hvussu tær ætla at arbeiða við trivnaðinum.

Nógv annað spennandi er eisini á skránni.

Og eg fari at enda at ynskja tykkum ein góðan, kveikjandi dag.

Takk fyri.