(Myndin: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, saman við Róu Midjord, forkvinnu í Sinnisbata, og Lauru Apol, aðalskrivara í felagnum.)
35 ár er eingin aldur, men tað er í grundini fantastiskt, at vit hava eitt føroyskt felag, sum í 35 ár hevur arbeitt fyri at bøta um korini hjá teimum við sálarligum avbjóðingum og virka fyri tolsemi og betri fatan av menniskjum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Nógvur framburður er hendur síðan 1982. Tíbetur. Men nógv er framvegis eftir at gera, og nýggjar avbjóðingar eru lagdar afturat.
Hjartaliga til lukku við teimum 35 árunum. Eg ivist ikki í, at stovnanin kveikti vón hjá mongum, og vit kunnu í dag staðfesta, at tit hava gjørt mun. Tit hava varpað ljós á støður og veruleikar, sum lógu fjald í tøgn. Við tykkara nógvu átøkum hava tit kunna almenningin um, hvussu tað er at hava sinnisligar trupulleikar. Tit hava rópt varskó, og tit hava syrgt fyri, at politikkarar, fakfólk og umsiting altíð mugu halda seg árvaknan.
Við seinasta herrópinum ”tað er OK ikki at vera OK” hava tit givið fólki við sálarligum líðingum og avvarðandi teirra ein pall at varpa ljós á sálarlíðing og hvussu til ber at liva við hesum í gerandisdegnum. At alsamt fleiri trína fram, eru opin og vísa á vegir at liva við sálarligum avbjóðingum er gott og mennandi. Takk fyri hetta stóra arbeiðið.
Fyri tveimum mánaðum síðani var norðurlendskur toppfundur og ráðstevna um sálarheilsu millum ung, har ráðharrar í menta-, almanna- og heilsumálum úr øllum Norðurlondum hittust at umrøða tvørgeira samstarv. Niðurstøðurnar á fundinum vóru greiðar: Neyðugt er við tvørgeiraligum samstarvi serliga millum serliga Almanna-, Heilsu- og Menta-/Skúlamálaráð, innsatsurin skal vera so tíðliga sum møguligt, og neyðugt er at seta inn alment. Staðfest var eisini, at innklusjón er sálarheilsufremjandi, og at átøk eiga av vera granskingargrundað.
Í Føroyum er tvørgeiraligur arbeiðsbólkur fyri stuttum settur at gera heildarætlan fyri psykiatriska øki í Føroyum. Hetta arbeiðið skal vera liðugt í heyst, og eg vóni og vænti, at munagóð átøk verða sett í verk í kjalarvørrinum av hesum arbeiði.
Samstundis sum vit síggja framgongd á nógvum økjum, so er veruleikin tíverri eisini tann, at okkara ungu eru undir trýsti sum ongantíð fyrr. Vit krevja, at tey skulu fáa góð próvtøl, vit vilja hava, at tey taka eina útbúgving, og vit vænta, at tey gera alt hetta skjótt og effektivt. Og okkara ungu eru eisini dugnalig. Tey eru ábyrgdarfull, og tey eru ambitiøs. Men nær geva vit teimum tíð at hugsa og droyma, nær geva vit teimum møguleikar at festa røtur, og nær geva vit teimum rúmd til uppreistur?
Eg standi her sum landsstýriskvinna, og eg umboði bæði meg sjálva og landsstýriskvinnurnar í almannamálum og heilsumálum. Eg umboði eina skipan. Skipanir kunnu hava sín egna logikk, men tað er altavgerandi, at vit áhaldandi minna hvønn annan á, at skipanirnar eru til fyri menniskjuni og ikki øvut. Vit hugsa sjáldan um, hvussu væl vit duga at laga okkum. Vit vilja hoyra til, vit vilja passa inn, og tá samfelagið leggur dent á einsrættaði krøv og málstýring, so er tað tað, sum vit – og ikki minst tey ungu – taka til sín og laga seg eftir.
Men lívið er ikki so einfalt, at tú kanst terpa teg til tað. Lívið kann ikki mátast og vigast, tað má livast. Ein donsk kanning vísti fyri kortum, at talið á ungum millum 15 og 19 ár, sum stríðast við tunglyndi, er trífaldað síðan ár 2000. Vit hava ikki hagtøl, men tað er nógv sum bendir á, at gongdin hevur verið tann sama hjá okkum. Tí fegnist eg um, at innkomni peningurin frá konsertini í kvøld fer til arbeiðið at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð at fyribyrgja sálarheilsutrupulleikar hjá ungum. Aftur her vísir Sinnisbati, at tit eru frammanfyri – ella rættari, at tit eru mitt í samtíðarveruleikanum.
Tey ungu vaksa upp í einum kunningarfloymdum heimi, og tey spyrja: Hvør eri eg í øllum hesum? Vit fáa ikki broytt tøkniliga veruleikan, vit fáa ikki steðga tíðini. Men vit mugu hjálpa teimum ungu at sigla um skerini, og vit mugu minna hvønn annan á tey grundleggjandi virði vit hava í samanhaldinum, samhaldsfestinum og fólkaræðisliga frælsinum.
Leggja vit einans dent á búskaparligan vøkstur, persónligan vinning og útvortis framgongd, so svíkja vit bæði okkum sjálv og okkara framtíð. Tað góða lívið er ikki bara, at vit megna at fungera í gerandisligu mylluni. Tað góða lívið er eisini at kunna dvølja við tey smáu tingini og at kunna klíva upp á hægstu hugsanir. Og tað góða lívið er ikki minst í samveruni við onnur, í felagsskapinum.
Enn einaferð: Hjartaliga til lukku, Sinnisbati.
Takk fyri at eg fekk høvi at bera tykkum eina heilsan á degnum.