Røður 2017


“Góðu ferðafólk – vælkomin heim.”

Tá føroyingar verða bidnir um at lýsa tað besta, sum teir vita – ja, so eru tað øgiliga ofta hesi orðini, sum verða nevnd.

“Góðu ferðafólk – vælkomin heim.”

Tit kenna helst sjálvi kensluna, man fær, tá flogfarið loksins lendir.

Kanska hava tit verið leingi burturi, og kanska eru tit komin buldrandi inn eftir Sørvágsfirði, so tit ivaðust í, um tit yvirhøvur mundu fara at lenda.

Men so við eitt dumsar flogfarið niður á breytina í Vágunum.

“Vælkomin heim.”

Og so kemur hendan kenslan; hendan gleðin. Ikki sum tá man fær 12 til eina eksamiu ella vinnur FM. Nei.

Ein stillislig, fjálg og góð kensla, sum tú merkir allastaðni inni í tær, og sum endar við einum lítlum smíli.

“Yes – endiliga heima.”

Kenna tit hesa kensluna? Og klára tit at kalla hesa kensluna fram fyri tykkum. Roynið einaferð. Ímyndið tykkum, at tit sita í flogfarinum, og flogternan sigur:

“Góðu ferðafólk – vælkomin heim.”

Eg fari at biðja tykkum um at halda fast í hesi “vælkomin-heim-kensluni” eina løtu. Tí hon hongur saman við tí, sum eg nú fari at siga.

 

Góði, gløggi og vakri ungdómur.

Hetta tiltakið eitur Markleys útbúgving.

Tað eitur tað, tí tað veruliga einki mark er fyri, hvat tit kunnu, nú tit verða liðug við miðnám.

Og tað – skulu tit vita - er ein fantastiskur møguleiki og eitt satt privilegium. Tit hava politikarar í rygginum, sum siga: HEY - vit stuðla tykkum í at fylgja tykkara dreymum!

Og tit hava eitt heilt fólk í rygginum, sum umvegis skattin rindar tað, sum útbúgvingin kostar.

Nógvastaðni er útbúgving jú ikki ein spurningur um dreymar, men ein spurningur um økonomi. Hvat man hevur ráð til – ella hvat foreldrini hava ráð til.

Men ikki í Føroyum. Her siga vit: útbúgvingin skal snúgva seg um hug og hegni, evnir og dreymar hjá tí einstaka.

Hjá okkum skulu øll hava somu møguleikar, tí bara soleiðis tryggja vit tað javna og góða samfelagið, sum vit ynskja okkum.

Og tí breiða vit nú alla ta markleysu viftuna av útbúgvingarmøguleikum út frammanfyri tykkum.

Tað er fantastiskt – men tað forpliktar eisini. Og - tað kann gera tað ómetaliga torført at velja.

Tí tá man kann velja so nógv – hvat velur man so?

Jú, síggja tit – nú er tað, at áðurnevnda “vælkomin-heim-kensla” kemur í spæl.

Tá ið tit lenda í Keypmannahavn ella New York ella whereever, so fáa tit ikki ta somu fjálgu kensluna av at vera heima, sum tit fáa tá tit lenda í Vágum.

Tað sama ger seg galdandi við útbúgvingini.

Tí tá tit eru komin á røttu útbúgvingina – hana, sum sampakkar við tykkara evnir, tykkara áhuga og tykkara dreymar - tá merkja tit djúpt inni í tykkum sjálvum hesa kensluna av at vera heima. Og so kemur hendan gleðin – ein stillislig, fjálg og góð kensla, sum tú merkir allastaðni innan í tær.

Men hvussu finna tit so fram til júst ta útbúgvingina, har tit fáa hesa kensluna av at kenna tykkum heima?

Jú, tað gera tit við at lurta eftir tykkara dreymum.

Tað ljóðar kanska banalt – men tað er veruliga tann besta kumpassin, tit hava.

Hvat tíma tit? Hvat ynskja tit? Hvat droyma tit? Tað eru spurningarnir, sum tit hesar komandi mánaðirnar skulu spyrja tykkum sjálvi – og svara tykkum sjálvum. Tí TAÐ er leiðin, tit skulu ganga. Bara tá tit fylgja tykkara egnu dreymum, kunnu tit fáa hesa kensluna av at vera komin heim.

So hóast tit hava markleysar útbúgvingarmøguleikar – so vita tit helst sjálvi nøkulunda hvønn veg, tit skulu fara – og hvat ikki ein gongd leið fyri tykkum.

Latið dreymarnar leiða tykkum á rætta vegin.

Og um tað so vísir seg, at tað slett ikki vísti seg at vera tað, tit høvdu droymt um, so er einki borð, sum fangar. Tit hava fleiri skot í byrsuni. Tað er eingin skomm at viðurkenna, at tú valdi skeivt – og royna enn enn einaferð.

Tí alt tað, sum vit menniskju gera galið – alt, sum ikki gongur, sum vit ætlaðu - lærir okkum nakað. Sokallaðu “feilirnir” og “niðurløgini” eru eisini mennandi.

Og tað góða við dreymum er, at teir flyta seg støðugt. Eg eri til dømis sjálv útbúgvin lærarinna. Eg var totalt “komin heim” í gásareygum.

Men fyri tað, um flúgvarin er lendur, merkir tað ikki, at man skal vera verandi har forever og ongantíð droyma um at sleppa avstað aftur.

Vit hava jú eina markleysa útbúgving – og tað inniber eisini, at vit læra og flyta okkum alt lívið.

Eg byrjaði at lesa samfelagsvísindi á universitetinum, men tað var ikki akkurát tað rætta. So lærdi eg til lærarinnu, og arbeiddi sum tað í nøkur ár. Síðani varð eg eisini upptikin á journalistháskúlanum og gekk har í eitt ár, men tað riggaði ikki við trimum børnum. Kortini havi eg arbeitt leingi sum journalistur. Og nú eri eg so landsstýriskvinna.

Men tað eri eg bara, tí at eg fyrst droymdi um tað.

Og mín leið er merkt av, at eg altíð havi lurtað eftir hesi kensluni djúpt inni í mær sjálvari, sum sigur mær, um eg eri komin á rætta stað.

 

Góðu tit.

At enda vil eg nerta við hetta trýstið, sum eg veit liggur á tykkum um, at tit skulu klára alt.

Eg veit, at tit verða eggjað til at vera best, fremst og skunda tykkum ígjøgnum útbúgvingina, so tit kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin. Bæði fyri tykkara egnu karrieru og prestigu – og fyri samfelagið, sum so fegið vil hava tykkara skattakrónur.

Men tað verður ikki boðskapurin, tit fáa frá mær í morgun. Tvørturímóti!

Eg sigi: Roynið flogið. Merkja tit, at tað hóast alt ikki kennist rætt fyri tykkum, so er eingin skomm at gevast og royna aftur.

Eg veit, at tit verða eggjað til at kappast. Bæði ímóti hvørjum øðrum – og ikki minst ímóti tykkum sjálvum.

Men at vera lesandi er ikki ein kapping. Tað er ein partur av sjálvum lívinum. Tað eru løtur og dagar og ár. Tað eru langar nætur við uppgávuskriving – og tað eru góðir kaffimunnar við lestrarvinunum.

Droppið kappingina - hjálpist heldur at og njótið løturnar. Tí tær góðu lívsløturnar eru sonnu perlurnar í lívinum – tær tú kemur at sita á ellisheiminum um mong ár og minnast aftur á við einum fittum rukkutum smíli. Lívið er løtur, og lukkuna finna vit bara í brøkpørtum av øllum løtunum – lukkuløtur, kundu vit sagt.

Tað vigtigasta er, at tit hava tykkum sjálvi við og geva tykkum stundir at liva – heldur enn bara at hava sum mál at koma út á arbeiðsmarknaðin og upp eftir karrierustiganum.

 

So fyri at uppsummera mín boðskap til tykkara:

Takið tykkum sjálvi í álvara. Tit vita innast inni, hvønn veg tit skulu fara!

Merkið eftir og vitið, um tit eru “komin heim”.

Og at enda – lívið er ikki ein kapping. Tað er ein felagsskapur, har relatiónirnar við onnur menniskju telja mest. Onki menniskja klárar seg einsamalt. So setið krøvini, sum øll onnur seta tykkum, til viks, og livið lívið í felagsskapi, har tit hjálpast at, heldur enn at stríðast í einsemi.

Og tá tit í hinum endanum hava nátt dreyminum og tikið útbúgvingina, so minnist til okkara, sum ynskja tykkum alt tað besta á leiðini.

Mugu tit, sum velja Føroyar sum lestrarland fara at trívast og støðast her heima - og liva eitt virkið lestrarlív. Og tit, sum fara út í heim: vit vilja so hjartans fegin hava tykkum heim aftur.

Aftur til tað einasta landið, har tað merkist í øllum kroppinum, tá flogternan eftir lending sigur:

“Góðu ferðafólk – vælkomin heim.”

Takk fyri.