Røður 2017


Góðu tit

Hetta er ein spennandi dagur, nú Úrval skal avdúkast.

Um eina løtu kenna vit nøvnini á teimum hepnu, sum fáa fíggjarligan styrk komandi árið, so at tey betur kunnu savna seg um ítróttin og mennast enn meiri.

Og hetta ER eitt spennandi val, tí tað eru so nógv góð valevni í Føroyum. Kappingin er hørð, serliga tí at øll ítróttarfólk í landinum eru í einum og sama valdømi, og øll kunnu í prinsippinum veljast.

Meðan vit bíða eftir valúrslitinum og nøvnunum á teimum fáu, sum eru vald, skal eg siga nøkur fá orð.

***

Sjálvt um eg ongantíð eri blivin vald í ítrótti, so eri eg blivin vald í politikki. So eg kenni eitt sindur til valfepur og val. Og úrval er jú netupp tað: eitt val.

Og munurin á politikki og ítrótti er slett ikki so stórur, um vit fara at samanbera.

Eg kenni eisini til, hvussu tað er, tá fólk meta um og viga øll avrikini hjá tær. Tá fólk fylgja við í og viðmerkja tað, sum tú gert. Og tá tey flestu – eisini fólk, tú slett ikki kennir - hava eina meining um, hvussu tú klárar teg.

Eg kenni til treisknið og úthaldnið, sum krevst – og eg veit, hvussu týdningarmikið tað er, at taktikkurin er væl umhugsaður og klokkuklárur.

Eg kenni til eitt lív, har vit brúka tímar og aftur tímar uppá at fyrireika okkum, at stríðast móti mótstøðufólkunum og royna at gera viðhaldsfólkini glað.

Har vit noyðast at seta okkum høg mál, um vit eru seriøs. Høg mál, sum krevja nógv - bæði av okkum sjálvum, men sanniliga eisini av okkara baklandi, sum má bakka upp, um vit skulu kunna náa málinum.

Eg kenni til vónbrotini, tá tað ikki gongur, sum vit høvdu ætlað okkum. Og til rúsandi sigurskensluna, tá vit kunnu lyfta armarnar upp um høvd og staðfesta, at alt tað harða arbeiðið var tað vert – tí tað eydnaðist. Vit náddu málinum.

So – síggja tit – politikkur og ítróttur eru slett ikki so fjar frá hvørjum øðrum, tá alt kemur til alt.

Sjálvandi – ein munur er.

Meðan politikkur ofta býtir fólk sundur – so savnar ítrótturin.

Og tað er veruliga einki, sum kann savna fólkið á sama hátt, sum tá tað gongur tykkum, ítróttarfólki, væl.

Tá tað gongur væl hjá fótbóltslandsliðunum, sum tað jú gjørdi í 2017, eru vit øll fótbóltsfjepparar.

Tá paralympisku ítróttarfólkini standa seg væl, samgleðast vit øll av hjarta.

Tá vit frætta um framúrskarandi einstaklingaúrslit í altjóða kappingum, rætta vit ryggin og ernast.

Tá u-21 landsliðið í hondbólti spældi endaspælið í summar, vóru tað ikki bara leikararnir, sum høvdu “hjartað uttaná troyggjuni”, sum ein av leikarunum segði – tað høvdu vit øll, sum lurtaðu eftir dystarfrásagnunum eisini.

Og tá Oyggjaleikir eru, kunnu vit næstan lýsa undantaksstøðu í Føroyum, so spent og errin vit øll eru eftir at frætta um, hvussu tað gongst tykkum ítróttarfólki. Sjálvt um vit ongantíð hava verið til eina ta einastu kapping í Føroyum, so ger tað okkurt við okkum, tá tit umboða Merkið – og okkum øll- ímóti øðrum tjóðum.

Og tí er tað gott, at vit hava fingið eina skipan, sum úrval. Tað er ikki bara gott fyri tykkum, nei, tað er eisini gott fyri alt Føroya fólk. Tí jú betur tit klára tykkum, jú meiri rykkja vit øll saman um tykkum.

Persónliga haldi eg tað eisini vera gott, at vit eggja tykkum ungu til at gera tað, sum tit duga og vilja og droyma um. Sama um tað er bókligt, handaligt ella ítróttarligt, so eiga vit í nógv størri mun at eggja teimum til, sum vísa seg hava evnini. Og øll hava jú evni til okkurt – tað snýr seg bara um at finna útav, hvat tað er.

Men akkurát sum í politikki, so eru fólk rímiliga ring at imponera. Tað eru úrslit fyrst – og so kemur stuðulin.

Og – fyri aftur at samanbera við politikkin – so er kenslan, tá valið er vunnið og vit eru vald, fantastisk. Men vit mugu ikki gloyma, at valsigurin er grundaður á, at onkur hevur álit á okkum. Væntar nakað av okkum. Vónar nakað av okkum.

Og sjálvt um vit eru vald, so umboða vit alt fólkið. Og tí mugu vit eisini – bæði ítróttarfólk og politikarar - arbeiða gróthart fyri alt Føroya fólk.

Tí hóast uppgávurnar onkuntíð tykjast tungar at lyfta, so eru tær sera týdningarmiklar.

Tykkara stóra uppgáva er at vera ein týðandi partur av líminum, sum heldur okkum saman, sum fólk - hóast vit ofta eru ósamd um so nógv annað.

***

Eg byrjaði við at siga, at tað nú verða nøkur fá heppin, sum fáa úrvalsstyrk komandi árið.

Tað segði eg væl vitandi um, at jú meiri tit venja, jú hepnari tykjast tit blíva J

Nú eri eg spent at frætta, hvørji tey hepnu eru!

Takk fyri – og eg ynski tykkum øllum góða eydnu í komandi ári.