Góðu luttakarar, góðu gestir og góðu fyrireikarar
Lesing er lykil til vitan, og atgongd til skrivaða orðið er grundarsteinur í fólkaræðinum og okkara virkna luti sum borgarar. Tí gleðist eg um spennandi skránna og stóru luttøkuna í dag.
Vit skulu fylgja við, vit skulu gera okkum dælt av nýggjastu granskingini, og eg vóni og vænti, at ráðstevnan í dag hevur kveikt hugsanir og gróðursett vitan, sum fara at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá okkum øllum.
Eg gleðist eisini um ta framgongd, sum hevur verið á orðblindaøkinum seinastu árini. Millum framstigini, sum eru gjørd, vil eg fyrst nevna føroysku teldutaluna, sum hevur verið virkin síðan 2013. Grunnurin Føroysk teldutala hevur ment teldutaluna, og hvønn dag fær ein rúgva av fólki Honnu og Hanus at lesa tekst fyri seg. Í 2013 gjørdi Mentamálaráðið av at stuðla verkætlanini við einari millión krónum, og í samband við at fáa taluna inn á øll tól og allar pallar og framhaldandi at menna taluna, hevur Mentamálaráðið nú eisini játtað at stuðla verkætlanini við 200.000 kr. árliga.
Síðan fyrstu PISA kanningarnar í 2006 er nógv sett inn at styrkja málmenningina og fyrstu lesingina. Á dagstovnaøkinum er sokallaða Trastilfarið gjørt til eygleiðing av málsligu menningini hjá børnum, og annað tilfar er eisini komið. Tímajáttanin til innskúlingina er munandi økt, umframt at serlig skipan við tvílæraraskipan er fyrstu skúlaárini. Allir lærarar í Føroyum hava harumframt verið á skeið í fakligari lesing, og eitt stórt arbeiði er gjørt fyri at menna tilfar til innskúlingina.
Ein týðandi liður í menningini er skipanin við føreikastovum, sum eru í øllum skúlum. Frá næsta skúlaári verða hesar førleikastovur enn betur samskipaðar og styrktar. Í førleikastovunum eru á lesiøkinum lesivegleiðarar og orðblindalærarar, ið dagliga saman við lærarum kunnu kanna og fyribyrgja umframt at skipa góðar lærutilgongdir, so at alsamt færri børn fáa lesitrupulleikar. Umframt lesivegleiðarar og orðblindnislærarar virka eisini serlærarar á hesum økinum. Hugsanin er, at manningin í førleikastovunum kann tryggja eina sterka og breiða fakliga nærveru í skúlunum, so at tiltøk skjótt kunnu verða sett í verk og samskipað.
Mentamálaráðið játtar á leið átta milliónir krónur til førleikastovurnar næsta skúlaár, harav tríggjar milliónir eru oyramerktar til lesivegleiðing og orðblindni. Fyri at kunna staðfesta lesitrupulleikar og møgulig tekin um orðblindni so tíðliga sum møguligt, eru lesikanningar settar í verk í 1., 2., 3. og 4. flokki umframt at orðblindakanning er komin til 3. flokk. Og til næsta skúlaár koma lesikanningar og annað tilfar til innskúlingina. Hetta er sonevnda Súlutilfarið, sum er sera væl dámt og nógv brúkt. Mentamálaráðið stuðlar eisini hesi verkætlan, sum vit vænta okkum nógv av. Og fyri at tryggja, at lærarar eru klárir at taka ímóti hesum kanningum, er ætlanin at skipa fyri skeiðum.
Tað hevur eisini havt stóran týdning, at vit útbúgva lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Tað fyrsta holdið við lesivegleiðarum fingu prógv í 2010, og síðan eru tvey hold av orðblindalærararum útbúnir í orðblindni. Uppgávan hjá lesivegleiðarunum er at styrkja og menna lesi- og skriviførleikan hjá øllum næmingum, at kveikja lesihugin og tryggja eina miðvísa lesitilgongd. Orðblindalærarar eru útbúnir, so at til ber so tíðliga sum gjørligt at staðfesta orðblindni og bøta um støðuna við miðvísum átøkum. Seinastu árini eru orðblindnalærarar eisini útbúnir og settir í miðnámsskúlum. Sostatt er støða, at vit í dag hava orðblindalærarar bæði í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlum og innan frítíðarundirvísingina. Serlig skipan er gjørd fyri vaksin, sum eru orðblind, har landið er býtt upp í 7 øki, har orðblindaundirvísing verður boðin.
Hóast stór tøk eru tikin á lesiøkinum, og nógvir lærarar hava tikið serúbúgvingar og nú manna sterkar førleikastovur, er eingin ivi um, at Mentamálaráðið eisini í framtíðin alsamt má skipa fyri eftirútbúgvingum á hesum økinum.
Arbeitt verður í løtuni við at gera regluverk um førleikastovur og at allýsa arbeiðsuppgávur hjá fakbólkum, m.ø. orðblindalærarum.
Sum landsstýriskvinna havi eg eisini valt at seta fokus á málmenningarøkið við serligum atliti at børnum undir skúlaaldur. Fyrsti hugaroksfundur var í hesi vikuni, og eg gleði meg at síggja úrslitini av tí arbeiðnum.
Samskiftisøkið herundir lesi- og skriviøkið og eisini orðblindaøkið er seinastu árini broytt við rúkandi ferð. Eg haldi meg hóma – kanska serliga eftir hesa ráðstevnuna – at vit hava fakligan áhuga, vit hava vitan, tilfar og tøkni. Og hóast fleiri okkara kundu hugsað okkum upp aftur hægri játtan, so er hon nógv økt seinastu árini. Tíðin er tí kanska búgvin til, at vit fara at hyggja at sjálvari skipanini og samskipanini, so tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt. Í hesum sambandi eigur leikluturin hjá Sernámi at vera endurskoðaður.
Enn einaferð takk til fyrireikararnar og luttakararnar á Orðblindnisráðstevnuni 2017.
Latið okkum halda fram at stríðast fyri, at allir okkara borgarar fáa líka góða atgongd til tað ríkidømi, sum liggur í skrivaða orðinum. Og latið okkum halda fram at menna møguleikar, so øll fáa somu atgongd til tað samskifti, sum upprunaliga ofta bara er á skrift.
Takk fyri!