Røður 2017


(Mynd: Birgir Kruse)

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, tá ið hon setti móðurmálsdagin í Løkshøll 25. mars 2017

Hjartamálið

Góðu tit øll, sum higar eru komin saman at fagna føroyska málinum!

Fyrst fari eg at takka fyrireikarunum fyri, at tit hava boðið mær inn i Løkshøll at seta Móðurmálsdagin 2017.

Vit hava øll okkara hjartamál. Landsstýriskvinnan hevur sítt, lærarin hevur sítt, sjómaðurin hevur sítt, listakvinnan hevur sítt, presturin hevur sítt, elektrikarin hevur sítt og barnið hevur sítt. Soleiðis kundu vit hildið fram.

Í dag hevði slóðbrótarin V.U. Hammershaimb fylt 198 ár. Tað eru ikki 198 dagar. Nógv er broytt hesi árini síðan 1819 – eisini føroyska málið.

“Norrøna mál! Ljóðliga kínir tú okkara sál,”

soleiðis yrkti Gudmund Bruun fyri gott og væl 100 árum síðan - í 1912. Og grein hevði hann í sínum máli.

---

Í ár hava fyrireikararnir av Móðurmálsdegnum sett yrkismál á skránna at viðgera her inni við Løkin.

Yrkismál er tað mál - orð og orðingar -, sum verður brúkt í einum yrki. Yrki er tá at fata breitt sum eitt fakøki. Siðbundið kenna vit tað t.d. innan bátasmíð, húsasmíð, handarbeiði, bjargarøkt, seyðahald, slakt o.s.fr., men eisini annað, sum hevur við náttúru at gera, t.d. plantur, fugl, fisk o.s.fr.

So hvørt sum lívsumstøðurnar broytast, og við tí eisini arbeiðsumstøðurnar, leggjast nýggj øki aftrat og fyri at kunna virka og mennast á teimum økjunum krevst, at vit hava eitt mál at brúka um tey.

Yrkismál knýtir seg at øllum, sum hevur við arbeiði og serítriv at gera, eisini slíkt sum er av meira hugbornum slag, t.d. skaldskapur, bókmentir, mál o.s.fr. Men eyðvitað hava vit eisini yrkismál knýtt at lærugreinum í skúlanum, t.d. støddfrøði, evnafrøði, lívfrøði o.ø.

Málið og málsligt margfeldi er eitt tað fremsta fólkaræðisliga amboðið, tí málið gevur okkum evnini at reflektera, argumentera, analysera og konkludera, og gjøgnum málið skapa vit okkara egnu og okkara felags fatan av veruleikanum. Gjøgnum móðurmálið mennast vit sum einstaklingar, sum borgarar og samfelag.

Móðurmálið er tætt knýtt at sálini - og málmenning frá barnsbeini hevur avgerandi týdning fyri førleikarnar seinni í lívinum. Tí tað skerst ikki burtur, at títt persónliga móðurmál liggur tær hjartanum næst. Hetta leggja vit einamest til merkis, tá ið vit skulu siga okkara hjartans meining á fremmandamáli – ja, tá eru vit skerd.

Og soleiðis kunnu vit kenna okkum málsliga skerd, tá vit skulu orða okkum á einum yrkismáli, og vit ikki finna røttu orðini.

Yrkisorðagerð er á ein hátt tvíbýtt: øðrumegin snýr tað seg um innsavning, at lofta tí máli, sum hevur verið og verður brúkt í einum yrki, so at søgan fæst við. Hinumegin snýr tað seg um menning og at skapa nýtt, har sum einki var frammanundan, men har sum tørvurin vísir seg at vera stórur. Og sjálvandi altíð við djúpastu virðing fyri fakinum sjálvum, og í tøttum samstarvi við tey fólk, sum virka innan ávísa yrkið – fakfólkini á økinum.

Eg vil tí fegin takka fyrireikarunum av móðurmálsdegnum. Tað er eitt viðkomandi evni, ið tit hava sett á skrá í dag.

Føðilands mál!

Børn tíni goymdu teg fagurt í sál;

alt, hvat ið fedrarnir áttu, tey goymdu,

varðveittu skattin og einki tey gloymdu,

til Vensil próst setti fjøður á blað,

gav tær aftur riddaraslag.

Soleiðis ynskti Gudmund Bruun sær tað í 1912.

Vit heiðra føroyska málið á føðingardegi V.U. Hammershaimbs. Um tvey ár eru 200 ár liðin, síðan faðirin at føroyska skriftmálinum varð føddur. Lat okkum brúka tey bæði komandi árini at fyrireika ein stórfagnað fyri móðurmálinum – hjartamálinum - 25. mars 2019.

Góðan móðurmálsdag!