Mynd: Hanna Vang
Beinta av Reyni: Infinity / Endaloysi
Setanarrøða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í Listasavninum 27. januar 2016
Góðu tit,
Tað er mær ein heiður at sleppa at seta hesa framsýningina við verkum eftir Beintu av Reyni.
Tá eg gjørdist landsstýriskvinna í mentamálum fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani, flutti omma Beintu av Reyni inn í Mentamálaráðið. Stóri málningurin “Minni um ommu mína” fekk heiðurspláss inni í stóru fundarstovuni, har hon hvønn morgun heilsar mær og fundargestunum vælkomnum. Við krosskastaðum ørmum og stórum stoppskelti minnir hon okkum á at taka arbeiði og álitisuppgávu okkara í álvara, og so syrgir hon eisini fyri, at vit altíð eru minst tvær kvinnur á fundi.
Við síðuni av ommuni í Mentamálaráðnum hanga tvær aðrar myndir úr sama tíðarskeiði hjá Beintu. Myndirnar eru realistiskar, men longu í hesum eldru myndunum av ommuni, stovulampuni og blondugardinunum á Eiði, hómast kritiska eygað, sum sær tað, sum fjalir seg undir skræðuni. Veruleikin er ikki bara veruleiki, men verður altíð sæddur úr einum sjónarhorni, og hvat hendir, um vit ikki viska tað burtur, sum vit halda órógvar, men heldur draga tað fram? Í nýggjaru myndunum, sum Beinta av Reyni sýnir fram á hesi framsýningini er skeivi og surrealistiski veruleikin uppaftur týðuligari. Heitið á framsýningini - “Endaloysi” – bjóðar okkum inn í eitt útsýni og eina sjón, sum peikar á rammur og sær tað, sum liggur í avmarkingunum, samstundis sum hon spreingir karmar og avdúkar op út í aðrar endaleysar veruleikar.
Sum smágenta átti eg eitt lítið kaleidoskop, sum mær altíð dámdi so væl at sita og hyggja í. Tá eg setti kaleidoskop-leikuna fyri eyguni og snaraði hjólinum, varð eg flutt inn í eina gandakenda myndaverð við malandi litum og snarandi spiralum. Eg kom at hugsa um kaleidoskopið, tá eg var boðin at seta framsýningina hjá Beintu í dag. Á sama hátt sum kaleidoskopiski meldurin, so skrúva myndirnar hjá Beintu ein øðrvísi heim fram. Realisman er har, men hon melur runt og dregur teg inn. Veruleikin er grimur , men samstundis so dragandi, at tú gevur tær ikki fær um tað, fyrr enn tú ert fangað mitt í ræðuliga vakurleikanum.
Píkatráður sprettur úr vraklutum, blómur spreingjast í psykedeliskum farvubrestum, og vápn, bingjuskip og flóttafólk fjala seg í rammum, meðan ósekar svalur flúgva runt í óendaligari, innrammaðari rúmd. Tað er hugtakandi, hvussu djarvt og opið Beinta av Reyni leitar eftir nýggjum úttrykkum, samstundis sum hon heldur fast í sín stíl og stendur trygg á sínum listarliga arvi. Við Miðmála í tí grøna við Slim Shady og Killer Bob byggir Beinta á kenda frokostmálningin hjá Manét, men djarva kvinnan, sum hugdi beint at áskoðaranum, er nú skorin sundur í blóðug petti, sum liggja slødd á bønum. Nýggju høggulokkamyndirnar minna okkum á barokkar kyrrlutamyndir við vøkrum, avskornum blómum á døkkari bakgrund. Men hjá Beintu eru stelkarnir vorðnir til høgguslokkaarmar, og blómurnar upploysast á sama hátt sum bakgrundin.
Hetta ljóðar kanska kaotiskt, men tað sum er so hugtakandi við Beintu av Reyni er, at vandin og kaosið eru latin í ein so poetiskan, narrativan búnað, at vit næstan skilja, hví vit dragast at myrkrinum. Í dag lata vit framsýningina “Endaloysi” upp, og vit fegnast um, at vit hava listafólk, sum í estetiskum formi granskar okkara veruleikafatan, okkara heimsmynd og okkara innastu longslar og dreymar. Og vit fegnast um, at vit hava listafólk, sum áhaldandi lata seg upp fyri nýggjum leiðum og nýggjum endaloysi.
Takk fyri, Beinta, at tú hevur dirvi at síggja vakurleikan í ræðuleikanum og øvut. Takk fyri, at tú leitandi speglar okkara kaleidoskopisku samtíð. Og takk fyri, at tú við hesari framsýning bjóðar okkum inn í títt estetiska sjónarhorn.
Og – til seinast – ein tøkk til Listasavn Føroya fyri at at geva mær høvi at seta sýningina við hesum orðum.
Takk fyri og góða framsýning.