Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinu í mentamálum, á savnsdegnum 23. mars 2017
ICOM reglurnar á føroyskum
Góðu savnsfólk
Tað er mær ein heiður, sum landsstýriskvinna í savnsmálum, at seta henda fundin hjá tykkum í dag. Takk fyri tað. Tað gleðir meg, at tit eru møtt so fjølment, nú etisku reglurnar hjá altjóða savnsfelagsskapinum ICOM, verða givnar út á føroyskum.
Og ikke mindst velkommen og tak til dig, Søren la Cour Jensen, formand for ICOM Danmark, som fra dansk side har forestået oversættelsen og udgivelsen.
ICOM stendur, sum tykkum kunnugt, fyri International Council of Museums. Felagsskapurin var settur á stovn í 1946 sum altjóða savnsfelagsskapur undir UNESCO. Endamálið er at virka fyri, at varðveiting av náttúru og mentanararvi fer fram á einum professionellum støði á søvnum kring allan heim.
At nógv er hent á savnsøkinum hesi góðu 70 árini, ið felagsskapurin hevur verið virkin, sæst eisini aftur í, at allýsingin (definitiónin) av hvat eitt savn er, er tillagað menningini, ið er farin fram - bæði á søvnunum sjálvum og í samfelagnum sum heild. Frá at snúgva seg um hvat, ið verður savnað, kannað og sýnt fram á savninum, verður alt størri dentur lagdur á hvønn, ið savnið vendir sær til.
Grundarlagið fyri virkinum hjá ICOM er etisku reglurnar, ið eru leiðreglur fyri, hvussu viðurskiftini millum eitt savn, samfelagið tað virkar í og tað einstaka starvsfólkið á savninum eiga at vera. Við limaskapi í ICOM taka søvn og savnsfólk undir við leiðreglunum um virksemi og atburð hjá søvnum og savnsfólki. ICOM fevnir í dag um 20.000 søvn og fleiri enn 35.000 savnsfólk í 137 londum og leiðreglurnar eru av avgerandi týdningi og virka savnandi fyri øll sløg av søvnum kring allan heim.
Leiðreglurnar eru sostatt týðandi amboð, og tær síggjast aftur í lóggávu, endamálsorðingum og virksemi á søvnum um allan heim. Umframt at vera leiðreglur fyri virksemi og atferð hjá søvnum og savnsfólki, eru leiðreglurnar eisini týðandi amboð hjá teimum myndugleikum, ið varða av søvnunum. Stutt sagt, so eru ICOM reglurnar leiðreglur fyri øll, sum reka alment savnsvirksemi - eisini í Føroyum.
Fleiri av føroysku søvnunum hava í nógv ár verið limir í ICOM og tað gleðir meg, at stig nú verða tikin til, at savnsumhvørvið í Føroyum fær ein enn virknari leiklut í ICOM. Skipanin í ICOM er, at hvørt limaland hevur eina tjóðarnevnd, sum umboðar altjóða felagsskapin í landinum. Eingin føroysk ICOM nevnd er, men eitt punkt á skránni í dag er at fáa eitt føroyskt umboð í nevndina fyri ICOM Danmark. Nevndin fyri donsku tjóðarnevndina hevur samtykt, at Føroyar og Grønland kunnu fáa limaskap, og eitt umboð fyri Føroyar kann verða skotið upp á næsta aðalfundi hjá ICOM Danmark 22. mai.
At kunna lesa og kunna seg um ICOM reglurnar á føroyskum ger, at tær kennast viðkomandi og tað er tí at fegnast um, at etisku reglurnar hjá ICOM eru týddar til føroyskt. Andras Mortensen, fyrrverandi stjóri á Søvnum Landsins, hevur hegnisliga týtt reglurnar til føroyskt og hevur fingið málsliga ráðgeving frá Zakaris Svabo Hansen á Føroyamálsdeildini. Hetta varð gjørt í 2013, men hetta verður nú markerað á hesum tiltaki.
Útgávan av etisku reglunum hjá ICOM er við til at stuðla undir menningina av føroyskum yrkismáli á savnsøkinum. Hjartaliga tillukku við útgávuni!
Eg fari at enda at siga tykkum, at eg eri fegin um, at savnsøkið er komið aftur í Mentamálaráðið, har tað hoyrir heima. Søvn Landsins fara í søguna, og Tjóðsavn Føroya verður sett á stovn. Stór tøk liggja fyri framman – millum annað at fáa nýggja savnslóggávu setta í verk.
Vitan, upplýsing og upplivingar eru høvuðstættirnir í skapandi virkseminum á søvnunum og tit savnsfólk gera eitt megnar arbeiði náttúru og mentanararvi at frama – samfelagnum og okkum øllum til gleði og gagns. Takk fyri tað.
Eg ynski tykkum øllum ein góðan savnsdag!