Góðu luttakarar, vælkomin á hugaroksfund um málmenning hjá børnum í barnagarðsaldri.
Takk fyri, at tit vísa hesum týdningarmikla evni áhuga, og takk fyri at tit vilja vera við til at menna hetta økið.
Málsliga menningin hjá børnum liggur hjarta mínum nær, og fundurin í dag skal síggjast sum eitt ávegis stig ímóti ítøkiligum átøkum at styrkja málmenningina hjá børnum undir skúlaaldur í Føroyum. Umleið 90 prosent av okkara børnum eru á dagstovni ella í dagrøkt frá tvey ára aldri, men tá vit í fyrstu syftu seta sjóneykuna á børn undir skúlaaldur, hugsa vit um eina heildarætlan fyri øll børn og ikki bara tíðina, tey eru í dagstovni ella forskúla.
Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur sett málmenningina á skrá í okkara ætlanum at menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign. Spurningurin um málsliga menning hevur leingi ligið mær á sinni, og tá eg sat í andstøðu, legði eg uppskot fyri Løgtingið um at fáa eina heildarætlan fyri, hvussu vit stimbra málsligu menning barnanna. Sitandi samgonga ætlar at meira tíð skal setast av til námsfrøðiligt virksemi, at námsfrøðiliga granskingin skal styrkjast, og at eitt dagstovnaráð skal seta í verk tiltøk, sum m.a. skulu styrkja um málsligu menningina hjá børnum.
Russiski sálarfrøðingurin Vygotsky, sum livdi frá 1896 til 1934, og sum er høgt í metum innan norðurlendska námsfrøði, segði, at málið er sjálv sálin í menniskjanum, og málmenning er ein liður, ja, ein treyt fyri sosialu-, kensluligu,- og fatanarligu menning barnsins. Og okkara egni námsfrøðiligi granskari, Karolina Matras, hevur víst á, at tørvur er á miðvísari málsligari menning av føroyskum børnum, at førleikamenning eigur at fara fram úti á øllum stovnum, og at tvímælt børn, útlendsk børn og útisetabørn eisini eiga at fáa skipað málmenningartilboð.
Málsliga menningin styrkir ikki bara einstaka barnið, men eisini okkum sum samfelag, tí tað er í málinum, at vit mennast sum einstaklingar, sum borgarar í felagsskapi og sum samfelag sum heild. Málið og málsligt margfeldni er eitt tað fremsta fólkaræðisliga amboðið, tí málið gevur okkum evnini at reflektera, argumentera, analysera og konkludera, og gjøgnum málið skapa vit okkara egna og okkara felags fatan av veruleikanum. Eitt væl upplýst og útbúgvið fólk er fortreytin fyri einum vælvirkandi fólkaræði og einum framkomnum samfelag.
Eitt tað fyrsta eg gjørdi sum landsstýriskvinna var at skriva undir námsfrøðiligu stevnumiðini, og sambært teimum skulu dagstovnar byggja sítt virksemi á fólkaræði og altíð virka til frama fyri barnsins besta. Børnini skulu fáa møguleikar at vera virknir luttakarar í einum fólkaræðisligum samfelag, og tey skulu hava fjølbroyttar møguleikar at skapa sítt egna lív í samstarvi við onnur. Børn skulu sleppa at menna sítt mál við at hoyra søgur, gera søgur, við at syngja, kvøða, ríma og yrkja, og við at seta grundleggjandi spurningar og samskifta um ymiskar møguleikar og loysnir.
Fyrsta fortreytin fyri at stimbra málið er at hava nakað at tosa um, og tað er gerandissamrøðan, sum hevur mest at siga. Børn mugu fáa nógvar møguleikar at gera royndir og kanna sítt umhvørvi. Kreativitetur og málslig menning hanga neyvt saman, og avbjóðingin hjá námsfrøðingum er at ansa eftir, at vit lata upp fyri kreativari hugsan.
Vit skulu spyrja opið og undrandi, vit skulu spyrja, so barnið fær møguleika veruliga at koma til orðanna.
Tað hevur verið frammi, at nógvir lærarar uppliva, at sjey ára gomul koma í skúla við lítlari og ongari orðanøgd. Ein avbjóðing er, at dagstovnar eru ymiskir. Nakrir hava skipaða málmenning, aðrir ikki. Øll børn í landinum eiga at fáa dygdargóð tilboð, tá ið umræður málsliga menning í dagstovni. Vert er eisini at hava í huga, at við at stimbra málsligu menning barnanna kunnu vit royna at koma føroysku tøgnmentanini til lívs. Sostatt skulu børn og øll onnur eggjast til at seta orð á, eisini kenslur, tabu og tað, sum nívir.
Pinkubørn lagra orðatilfeingið í natúrligum spæli við onnur og við samspæli við vaksin. Tí er umráðandi, at foreldur tíðliga fáa vegleiðing í málmenning hjá børnum, eins og foreldur fáa vegleiðing í aðrari menning hjá børnum, eitt nú tá ið tey eru í samband við Gigni og lækna. Verða børn ikki stimbrað málsliga sum smábørn, tekur tað langa tíð at innheinta, og tí skal setast inn tíðliga, eitt nú kann heilsusystirin fáa stóran leiklut fyrstu tíðina.
At hetta tilboð ikki er regluligt kring alt landið er í sjálvum sær ein onnur avbjóðing.
Tá ið vit tosa um málmenning, er talan sjálvandi ikki um at fáa børnini at tosa eitt ávíst “korrekt” føroyskt mál, men at stimbra málsliga førningin, persónliga móðurmálið og fjølbroytni sum heild. Tí tað skerst ikki burtur, at títt persónliga móðurmál liggur tær hjartanum næst, ja, tað er hjartamálið, sum nemir hjartastreingir. Hetta leggja vit einamest til merkis, tá ið vit skulu siga okkara hjartans meining á fremmandamáli – tá eru vit mangan skerdir fuglar.
Móðurmálið er samleikaskapandi. Umráðandi er, at børnini møta føroyskum máli í gerandisdegnum í spæli, í miðlum, á stovni/skúla, í frítíðartilboðum og heima við hús. Føroyar er lítið máløkið. Skulu føroysk børn hava tilfar á føroyskum, mugu vit raðfesta tað. Eingin annar fer at gera tað fyri okkum, og tí mugu vit sum samfelag stuðla framleiðslu og útbreiðslu av føroyskt mæltum tilfari til børn.
Tá eg legði uppskot fram í andstøðu, snúði ein partur seg um at stovna eina serstaka málpulju, har fólk kunnu søkja um stuðul til tiltøk og átøk og til framleiðslu av tilfari, sum hevur til endamáls at stimbra málsligu menning barnanna. Og sum landsstýriskvinna havi eg gjørt av, at ein partur av stuðulspengunum frá ítróttarveddingini, sum Mentamálaráðið umsitur, verður raðfest til verkætlanir og tiltøk, ið hava við málmenning hjá børnum og ungum at gera.
Tit eru í dag komin saman til ein hugaroksfund, sum skal leggja lunnar undir málmenningararbeiði, og eg havi hug at enda við nøkrum spurningum, sum eg fari at biðja tykkum hava við í huganum, tá ið tit viðgera hetta evnið gjøllari:
- Hvussu tryggja vit, at børn á dagstovnum kring alt landið fáa nøktandi málsliga stimbran?
- Hvussu styrkja vit málsligu førleikarnar hjá teimum, sum arbeiða við børnum?
- Hvussu kunnu vit stuðla foreldrunum í at menna málsligu førleikar barnanna?
- Hvørji málslig tilboð kunnu vit bjóða útisetabørnum, tvímæltum børnum og børnum hjá tilflytarum?
- Hvussu styrkja vit tilboðini til børn í útvarpi, sjónvarpi og á netinum?
Við hesum spurningum fari eg at ynskja tykkum ein góðan og fakliga kveikjandi dag.
Eg gleði meg at frætta, hvat spyrst burturúr.
Enn einaferð, takk fyri at tit eru komin higar í dag.
Takk fyri.