Røður 2017


Kæru tit øll.

Vælkomin til hesa handritaløtuna á Føroya landsbókasavni.

Nakrar fáar dagar eftir at eg hevði tikið við sum landsstýriskvinna í mentamálum í september í 2015, lá eitt mál á borðinum uppi í Mentamálaráðnum. Spurt varð: Skulu vit keypa eitt skaldsøguhandrit til eina óútgivna skaldsøgu eftir William Heinesen. DEN YDERSTE TID æt handritið. Fyrisitingin mælti til, at vit vístu jaligan hugburð, at vit kannaðu málið betri bæði innihaldsliga, fíggjarliga og á annan hátt. Men sum ikki einaferð: Har vóru eingir pengar at keypa fyri.

Eg skilti á lagnum, at hetta var heldur ikki fyrstu ferð, at spurningar av slíkum slag vórðu lagdir fyri landsstýrisfólkið, men tað sum var áhugavert í hesum sambandi, var, at nú skuldi ikki handlast við einari freist til á middegi dagin eftir, sum tað ofta ger, tá ið talan er um keyp á uppboðssølum. Hesaferð var skotbráið eitt sindur longri, og tað var gott fyri bureaukratarnar í Mentamálaráðnum. Tí hvørki Mentamálaráðið ella stovnar undir tí hava pengar til tílík keyp, og skal keypast, mugu  stundir vera at umhugsa og fyrireika málið.

So varð farið í gongd. Allir kassar rannsakaðir, og allar kontur nærlisnar. At vit eisini nærkaðust einum ársskifti gjørdi ikki støðuna verri. Tá plagdi nógv at bera til, sum annars var vónleyst. Í evstu løtu, kundi verið sagt, varð skavað saman, tað, sum var fyri neyðini av peningi, til at keypa handritið "Den Yderste Tid", sum havnarmaðurin Petur Juul Samuelsen, hevði verið so umhyggin at bjóða uppá á uppboðssølu hjá Bruun Rasmussen í Keypmannahavn í 2012. Tað undraði hann stórliga, at einki alment boð kom úr Føroyum. Tí bjóðaði hann, og endin var, at hann átti boðið og harvið eisini handritið.  Tað er hetta handritið til óutgivnu skaldsøguna hjá Williami Heinesen, sum Mentamálaráðið saman við Søvnum Landsins keypti fyri einum ári síðan.

Handritið er skrivað í seinni helvt av 1930-unum, og er ein samtíðarskaldsøga. Heitið sipar til tær mongu sektirnar, hvørs prædikantar ferðaðust kring oyggjarnar í 1930-unum og boðaðu heimsins enda. Nú skal eg ikki koma nærri inn á innihaldið, tað fara bókmentafrøðingar o.o. at viðgera seinni. Men eg havi hug at vísa á, at tað er eingin sjálvfylgja, at eitt slíkt handrit finnur vegin inn í eina handritagoymslu, soleiðis at almenningurin fær atgongd til tað. Viðhvørt kann hetta vera ein bæði langur og krønglutur vegur.

“Slíkur skattur eigur at koma á rætt stað at verða, - tvs. á Landsbókasavnið, har lærd kunnu nærlesa tað og greina tað – og har almenningurin eisini kann gleðast um tað,” segði Petur Juul Samuelsen,  sum í sínari tíð keypti handritið, og legði tað í eina bankaboks - maðurin sum ikki vil lýsa seg sjálvan “sum nakran kulturellan skansa”, men sum seinni helt, “at tað var bæði synd og skomm, at handritið skuldi blíva liggjandi í einari bankaboks”.

Eg vil enn einaferð fegin takka Peturi Juul Samuelsen fyri, at hann í sínari tíð fekk handritið til Føroya aftur og at Mentamálaráðið saman við Søvnum Landsins fekk høvi at ogna sær tað.

At enda fari eg eisini at takka Føroya landsbókasavni fyri, at tey, við almennum tiltaki sum hesum, varpa ljós á handritið, á leiklutin hjá savninum at taka ímóti slíkum tilfari og ikki minst týdningin av, at vit eiga bókmentafrøðingar, sum vilja greiða okkum frá hesum sera áhugaverda parti av bókmentasøguni.

Takk fyri.

(Myndin: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu á hátíðarløtu í samband við at handrit eftir William Heinesen er latið Føroya Landsbókasavnið. Kassin við handritinum stendur á talarastólinum. Myndatakari: Haldur Suni Johansen)