Røður 2017


Røða hildin til Gittarting, Spaniastova – 8. september kl 16.00

Góðu tit øll

Tá man er landsstýriskvinna í mentamálum, fær man nógvar innbjóðingar til alt millum himmal og jørð. Fólk siga ofta, at tað hendir ikki so nógv í Føroyum, men tað passar ikki. Tað sæst á innbjóðingarbunkanum hjá mær. Her hendir ein rúgva.

Allar innbjóðingarnar eru uppá sín vís bæði spennandi og áhugaverdar – og øll hesi tiltøkini ríka okkum luttakarar á so nógvar hættir.

Men so eru tað viðhvørt sovorðnar innbjóðingar, sum bara bróta heilt frá øllum øðrum.

Til dømis tá man verður boðin til eitt “gittarting”.

“Hvat er tað?”, hugsar man fyrst.

“YES” hugsar man so - við einum stórum smíli.

***

Sjálv komi eg frá einum sang- og tónleikaheimi. Eitt nú var omma mín, Rigmor Restorff, sála, fastur pianistur í víðagitnu Gogguni. Hon undirvísti eisini næmingum í klaverspæli, bæði á Læraraskúlanum og sum privatlærari.

Vit har heima kendu tí allar snávingarsteinarnar, ella snávingarnótarnar, í “den lille klaverbog”.

Eisini var omma millum stigtakararnar av musikkskúlanum, sum jú hevur lagt støðið undir okkara ríka musikklívi.

So eg kenni meg aftur í tykkara tónleikaáhuga, har tónar og ljóðføri fylla nógv í gerandisdegnum, í heimi og hugaheimi, bæði fysiskt og í dagligu ljóðmyndini við venjingum og framførslum.

Tí var tað heldur ikki løgið, at eg fall fyri einum gittarspælara, sum so eymliga fekk mínar blaðungu hjartastreingir at darra fyri skjótt 32 árum síðan.

Okkara húsliga fordeiling hevur altíð verið hendan: Hann syngur og spælir - og eg røri í takt í sósini. Og leiklutirnir eru altíð teir somu, men tað er ein vinn/vinn støða, sum vit bæði eru nøgd við.

So eg rokni við, at tit her í forsamlingini hava fult forstáilsi fyri, at einasta rætta kærleiksgávan, tá ið hann hevði skrivað sítt spesiali í filosofi, var gittarin, sum hann leingi hevði ynskt sær. Ikki ein Høffner, men ein Gibson - tá var gamli glaður!

***

Men zooma vit eitt sindur út frá persónligu tónleika- og gittarrelatiónunum, so er tað nakað serstakliga áhugavert í samanrenningini millum fólk og teirra ljóðføri – og kanska serliga gittaran.

Tí gittarin kann liggja har, leysur frá tær – eitt ting, sum alt annað, men tó ikki. Tí í somu løtu, sum gittarspælarin fær sín gittara í favnin, og so skjótt, sum fyrstu tónarnir ljóma, verður gittarin brádliga til ein part av menniskjanum.

Tá hendir eitt slag av metamorfosu – ein umskapan, har ljóðførið og menniskjað renna saman og verða eitt.

Og hendan gátuføra veran – menniskjað við gittaranum - dregur eisini onnur at sær. Í veitslulag til dømis umskapar gittarspælið ofta einstøku gestirnar til eina samanrunna eind. Tá vit syngja saman, eru vit ikki heilt so fremmand longur.

Vit verða bundin saman av seks klønum stál- ella nylonstreingjum.

Og hevur tú gittaran við í veitslu, kanst tú vera púra vís í, at tú verður miðpunktið. Hetta kenni eg alt til.

Tá ið vit verða boðin út, ljóðar innbjóðingin ofta soleiðis: Hey tit – vit halda eina veitslu leygarkvøldið, og tit bæði eru vælkomin við.

Og so er ofta ein lítil pausa. Og kemur tað - so hissini: Og bið bara mannin taka gittaran við eisini.

Hví siga tey ongantíð: ..og tak so bara blokkfloytuna við eisini.. Ella paukurnar.. Ella hørpuna?

Nei, tað er næstan altíð gittarin, sum bjargar veitsluni. Og eg havi øll árini verið væl nøgd við at vera triðjahjul, tí eg eeelski, tá tit spæla uppá.

***

Góðu Høffner-nørdar og gittarelskarar. Tit lýsa og viðgera í hesum døgum tykkara felags áhuga fyri gittarum og hava bjóðað serkønum innan Høffner til tiltakið eisini. Og so leggja tit nú lunnar undir eitt rock-savn. Hatta kann bara henda í Klaksvík!

Og hví sigi eg tað? Jú, tí tit duga nakað heilt serligt her norðuri, sum vit onnur kunnu læra av, og sum vit stundum eisini misunna tykkum.

Her eru hópin av fólki sum ikki bara finna uppá, men sum eisini megna at fremja hugskotini í verki. Tit eru eminentir stigtakarar og fyriskiparar, og hava serliga góð evni at fáa fólk, vinnu og býráð at akkompagnera tykkum.

Á tann hátt ganga tit undan og eru fyrimyndir hjá øðrum í landinum. Her eru Torradagar, Sjómannadagar, Summarfestivalur og Norðoyastevna.

Uppskriftin er tann sama: privatar eldsálir, sum seta í gongd og síðan fáa bæði vinnu og almennar myndugleikar uppí - ikki minst tey lokalu. Tað ríkar alt landið.

Og eg eri púra ivaleys í, at eisini komandi Rocksavnið fer at ríka okkara land. Sum eg skilji, skal tað fevna um alt frá slóðbrótandi ljóðanleggum úr samkomum til ljóðføri úr tí gamla, spírandi, føroyska rockumhvørvinum. Breitt og forvitnisligt.

Og tað er júst soleiðis, tað skal vera.

Fyri meg, sum landsstýriskvinnu í mentamálum, er tað hugaligt at uppliva tykkara ídni og eldhuga, og hvussu hjartablóðið og brennandi áhugin dríva verkið. At hugskotini spíra í fólkinum, og at tit fyrst fáa uppbakning í nærumhvørvinum fyri síðani bjóða restini av landinum við, er ein inspirerandi skipan.

Man kann sjálvandi eisini gera tað hinvegin. Man kann samtykkja politiskt og seta út í kortið; síðani seta fólk á almenna lønarlistan fyri at fremja ein bundnan mentanarpolitikk – men tá verður drívmegin bara ikki tann sama.

Tit umboða ein serstakan pioner-anda, har tit ósjálvsøkið og í sonnum felagsanda taka stig og bera út í lívið. Hetta samstarvið og hesin mátin at arbeiða uppá eru fyrimyndarlig - og ríka okkum øll.

Góðu tit øll.

Áðrenn eg endi, so havi eg líka ein fyrispurning frá beiggja mínum, Sveini. Hann hevur leingi leitað eftir eini nýggjari brúgv til ein 12 streingjaðan Høffner 492e frá 1968, sum pápi mín spældi løg hjá Rolling Stones á øll 70’ini.

So um onkur her í firma’num veit, hvar hann fær eina nýggja brúgv, siga tit mær kanska frá.

Sveinur er eisini logandi gittarnørd, og hann ynskir tykkum hepna hond við tiltakinum og savninum.

Eg bjóðaði honum at koma heim úr Danmark til tiltakið, men tað lá ikki fyri, tí hann leggur nú síðstu hond á sítt universitetsspesiali. Í stuttum snýr tað seg um, hvussu gittarspælarar liva sítt lív gjøgnum gittaran, sum var gittarin ein sosial vera, sum man kann hava eina menniskjaliga relatión til!! Sig so tað – gittarnørdarí á hægsta vísindaliga støði.

Ná, men tit - stóra takk fyri, at eg varð boðin við her í dag. Takk fyri íblásturin - og góða eydnu við tiltakinum og við innsavningini til Rocksavnið.

Og lat meg endiliga frætta, um nakar liggur inni við hasi Høffner-brúnni.

Takk fyri.

Myndirnar hevur Rókur Heinesen tikið.