Røður 2017


Røða, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum helt í samband við kappingina í verksetan, SkúlaFM 2017

Góðu næmingar, lærarar, Íverksetarahúsið og tit, sum hava stuðlað átakinum í dag.

Nú er stóri dagurin komin, tá tit næmingar sleppa at leggja fram hugskotini, sum tit hava arbeitt við seinastu vikurnar. Nú verður finalan, har tit skulu at royna tykkum í kapping við onnur. Og í dag sleppa vit onnur at fáa innlit í tær ætlanir og tær fyrireikingar, sum tit hava gjørt.

Endamálið við íverksetan í fólkaskúlanum er at geva næmingunum møguleika at nýta sítt hugflog, síni skapandi evni og sínar fakligu førleikar í arbeiðinum at skapa og menna eina vøru frá hugskoti til liðugt avrik við øllum teimum avbjóðingum, sum eru á vegnum.

Vit eru fødd sum skapandi menniskju, okkum dámar at finna uppá, at siga søgur, síggja møguleikar og byggja nýggjar veruleikar. Hetta  er okkum íborið sum menniskju, og hetta er grundin til, at samfelagið áhaldandi mennist. Kreativitetur, skapan og íverksetan eiga tí at vera ein nátúrligur partur í allari læring.

Skúlaleiðslur og lærarar eiga at lívga um kreativu førleikarnar og framtakshugaða hugburðin hjá næmingunum. Og sum samfelag eiga vit at geva okkara ungu karmar, har tey bæði kunnu royna sítt hugflog og fáa teir førleikar og ta vitan, sum er neyðug fyri, at hugskot kunnu gerast veruleiki og skapandi evnini vera samfelagnum at gagni.

Í dag eru tað bólkar úr øllum landinum, sum fara at leggja fram fyri hvørjum øðrum og fyri dómarapanelinum. Men áðrenn tit komu her til, hava tit saman við øðrum bólkum fyrireika og lagt fram á tykkara skúlum. Hetta er eitt mennandi arbeiði, tí tit arbeiða heilt frá hugskoti til avrik, og tit læra at bera ein boðskap fram og selja tykkara hugskot.

Vit í Mentamálaráðnum eru fegin um at vera við í einum slíkum átaki, og vit eru glað fyri, at Íverksetarahúsið stuðlar við samskipan. Men týdningarmesti leikarin í øllum hesum er lærarin. Lærarin er hornasteinurin í dagliga arbeiðnum, hann er lykilin til góðu læringina.

Tað verður spennandi at síggja og hoyra tykkara framløgur. Tit hava fingið innlit í alla íverksetaratilgongdina, tit hava funnið upp á nýggjar vørur og nýggjar tænastuveitingar, og tit hava kannað og lagt ætlanir fyri, hvussu hesar kunnu gerast vinnuligar loysnir. Og eg ivist ikki í, at hetta er góður førningur at taka við tykkum víðari í læring og lívi.

Við hesum orðum seti eg ársins finalu í íverksetarakappingini, Skúla FM 2017.

Takk fyri og góða eydnu!