Landsstýriskvinnan í mentamálum heldur røðu á aðalfundinum hjá Felagnum Føroyskir Kirkjuráðslimir. MYNDAFÓLK: Hilmar Jan Hansen
Røða eftir Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, í sambandi við aðalfundin hjá Felagnum Føroyskir Kirkjuráðslimir í Hoyvíkar kirkju 4. mars 2017
Góðu áhoyrarar
Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg vegna Føroya Landsstýri og Mentamálaráðið varð boðin at flyta fram nøkur orð í dag. Tað er longu rúm tíð síðan vit hittust seinast, ja, eitt heilt ár. Tá valdi eg at hugleiða eitt sindur um tíð, og hesaferð verður evnið rúm.
Tíð og rúm. Hesi stundum óítøkiligu og aðratíðir ítøkiligu fyribrigdi, sum vit menniskju brúka, tá ið vit vilja skilja og skipa lívið og universið.
Skaldið, Símun av Skarði, sigur:
“Hvat er eitt ár, ein mansins aldur
í øldum øllum ótaldum?
Hvat er ein maður einsamallur
í endaleysa rúminum?”
Góðu áhoyrarar
Listakonan Guðrið Poulsen hevur í sínum verkum eitt serligt ansni fyri rúminum og fyri okkara tørvi á rúmi. Í samband við framsýningini “MillumRúm”, sum Guðrið hevði í Listasavni Føroya í 2013, segði Nils Ohrt soleiðis um framsýningina:
“Rúmini hjá Guðrið Poulsen snúgva seg um okkara lívsrúm. Vit menniskju eru sett á eitt pláss á foldum, og tað gera vit til okkara við at ferðast í tí og við at seta okkara dám á tað. Plássið verður til eitt lívsrúm, og til hetta hoyra serliga tey rúm, sum vit búgva í, arbeiða í og ferðast millum, ja, av og á sjálvi byggja.
Tað eru rúm, sum ikki bara hava hent endamál, men sum í seinasta enda gera okkum til menniskju. Ikki minst okkara bygdu rúm eru ”eghús”, tey rúma minni og dreymar, men eisini angist og miss; rúmini kunnu eisini vera torfør og avbjóðandi – eins og lívið sjálvt.”
Og hin víðagitni Albert Einstein talar eisini um rúmið, sum ikki bara er eitt rúm. Tíðin ávirkar rúmið og staðið. Aðrir teinkjarar hava síðan Einstein tosað um relationella tíðarrúmið, sum fevnir ikki bara um tíðina og rúmið, men um alt tað, sum vit bera við okkum inn í rúmið, okkara royndir, normar, minni og vónir – onkur kallar tað habitus.
Vit kenna øll hetta við, at okkurt setir seg í veggirnar, ja, viðhvørt ber als ikki til at fáa tað úr aftur veggjunum, serliga um lagnurnar hava verið daprar ella rúmið hevur eina serstaka søgu.
Tað er ikki dýra innbúgvið, sum avger trivnaðin ella huglagið í einum rúmi. Tað eru menniskjuni og serliga menniskjaligu relatiónirnar, sum seta sín dám. Hetta merkir sjálvandi ikki, at tað er líka mikið, hvussu vit byggja, ella hvat vit seta ella heingja inn í rúmini, tí okkara umsorgan, smakkur og persónligheit sæst aftur í tí estetiska - tað andliga verður speglað í tí materiella.
Rúmið formar okkum, og tað er ikki líka mikið, um rúmið vekir tilknýtið til náttúruna, til vakurleikan og tað rættvísa. Ella um rúmið fær okkum at kenna okkum fremmand, køld og illa til passar.
Atmosfæran í einum rúmi ávirkar okkum menniskju bæði í skinn og sinn. Um tað eru biorútmurnar ella ein 6. sansur skal eg ikki kunna siga, men ongin ivi er um, at eitt rúm er meira enn eitt rúm.
Góðu tit øll
Fyrr kundu fólk einans samskifta munnliga, og bert um tey vóru í sama rúmi samstundis. Við telefonini, fartelefonini og internetinum ber nú til at samskifta, hóast vit ikki eru saman. Harumframt kunnu vit flyta okkum yvir stór strekki skjótari og bíligari enn nakrantíð. Okkum nýtist sostatt ikki at vera til staðar í sama rúmi og um somu tíð fyri at kunna samskifta. Hendan upploysn av tíð og rúm hevur kollvelt okkara máta at vera saman uppá, har vit í roynd og veru als ikki nýtast at hittast – vit kunnu bara sita við hvør sín skíggja. Og hetta er funnin fressur hjá teimum, sum leggja lítið í um menniskjuni trívast og mennast sum skapandi, sansandi og sosialar verur.
Vit liva í einari løgnari verð – í einari løgnari tíð, har menniskjan alsamt verður avmarkað til ein kunda ella ein brúkara. Í somu løtu vit skulu avgreiða okkara viðurskifti, seta marknaðarkreftirnar inn, og alt sum órógvar ella seinkar avgreiðslutíðina verður sáldað burtur. Vit skulu effektivisera og rationalisera, so raksturin minkar og avlopið veksur. Tað mest besverliga er at avgreiða menniskju IRL – also in real life – tí menniskju eru óútroknilig, knappliga føla tey okkurt, fáa ein tanka, gera okkurt spontant, draga tíðina út við at práta ella koma ov seint til eina avtalu. Tí er so nógv lættari at flyta menniskjaliga samskiftið úr lívsverðini inn í tykisheimin. At keypa á netinum, at læra við fjarlestri, at avgreiða skattin á borgaraglugganum og at senda børnini til talgildar landsroyndir. Hetta merkir, at menniskjaligu møtini fækka, at vit gerast einsamallari, at livirúmið flytir frá tí sansaliga til tað sansaleysa, frá livandi andlitum til blálýsandi skíggjar, og tað er heilt vist bæði smart og smidligt, men er tað gagnligt?
Kæru áhoyrarar
Eg var í biograf í vikuni. Eitt deiligt lívsrúm, har vit koma saman og eru felags um eina uppliving. Filmsfelagið vísti sosialrealistiska filmin, sum hevur fingið so nógvar stjørnur: I, Daniel Blake, sum snýr seg tilkomna timburmannin, Daniel, sum fær ein hjartatilburð og verður fangaður í einari absurdari arbeiðsloysisskipan, sum so líðandi sýgur alla sjálvsvirðing og lívsmegi úr tí fyrr so evnaríka og stolta handverkaranum. Sum hann sigur við málsviðgerðan í filminum: “Eg kann byggja tær eini hús, men eg dugi ikki at fylla hasi forbistraðu oyðibløðini út á telduni.” Men har var ongin hjálp at heinta, hann varð við eitt fremmandur í sínum egna býi, í egnum lívi. Filmurin er bæði ein áminning til okkum øll og ein atfinning móti skipanum, sum hava gloymt, at tær eru til fyri menniskjuni og ikki umvent.
Mítt uppáhald er, at almenn rúm, sum ikki rúma menniskjum, eru ikki neutral, tey bróta niður. Tá ið menniskjuni verða fremmandagjørd, hvørvur tað fína, tað ósagda, sum er millum okkum, og tá er skjótt, at missa burtur samhugan, demokratisku samtaluna og loyalitetin, bæði mótvegis okkara medmenniskjum, men eisini móti SAM-FELAGnum og vælferðarskipanini sum heild. Tí er tað ikki bara fyri stuttleika, at eg ávari ímóti at tøma almennu rúmini fyri menniskju, fyri avgreiðslufólk, bókavørðir, røktarar, postboð og onnur, sum vit kunnu relatera til í gerandisdegnum. Fremmandagjørda menniskjan er ein leitandi skapningur, og tá kenslan av einsemi og meiningsloysi tekur yvir, er stutt til harðskap og fasismu.
Eitt er, at kroppurin og tað rúmliga eru besverlig í marknaðarstýrda heiminum, har teldur og tøknilig amboð kunnu setast í staðin fyri menniskjaligar relatiónir í fysiska rúminum. Men dyrkanin av hesum holdloysinum, av tí rúmleysa, er onki nýtt fyribrigdi.
Løgstrup hugleiðir í bók síni “Skabelse og tilintetgørelse: Religionsfilosofiske betragtninger”:
”Sterkasti hugurin í tilveru okkara, er helst hugurin at vera rein og skær sál, reinur og skærur andi. Hugurin at liva í einum ósjónligum kenslu- og tankarúmi, har tú bara hoyrir afturljóðið av tær sjálvum. Hetta ljóðar óunniligt, men er hetta ikki júst tað, vit rópa sjálvgleði og nalvaskoðan og alt tað, sum úr hesum er avleitt; hatur, øvund, svartsjúku, hevndargirnd. Tað einasta, sum ger, at hesin hugur ikki sigrar, og at tað kortini ikki endar so óunniligt, er holdleikin, ella legemligheden, hjá øllum tí verandi, sum vit, av tí at vit sjálvi eru hold, eru innlimað í. Aftur og aftur verður óunniliga afturljóðið brotið av holdleikanum, sum í sansingini streymar til okkum. Óndskapur er andi uttan hold. Óndskapurin er týnandi vald, og tað, sum skal týnast, er holdleikin”, sigur Løgstrup.
--
Men góðu kirkjuráðslimir
Nú skal eg sjálvandi ikki gloyma, at tað er fólkakirkju okkara vit eru savnað um her í dag. Tí sigur tú kirkja, so sigur tú eisini rúm.
Júst í dag eru vit hvørki einsamøll ella fremmandagjørd, vit eru saman til aðalfund. Og hóast kirkjan – um nakað – umboðar tað endaleysa, so er hetta rúmið, sum vit eru í beint nú, ikki endaleyst. Vit – eru saman – her. Í Hoyvíkar kirkju.
Hoyvíkar kirkja verður 10 ár í ár. Ein stórur nýggjur býlingur tørvaði eina nýggja, stóra kirkju við góðum felagshølum, har kirkjuliðið kundi koma saman um kirkjuliga felagsskapin bæði so og so. Aðrastaðni í landinum hava kirkjur bygt rúm afturat verandi kirkjum, sum t.d. í Hvannasundi og í Sørvági. Og aftur aðrastaðni er ynski um at byggja um ella byggja nýtt, sum t.d. á Glyvrum og á Argjum.
Og júst hetta savnandi, andaliga rúmið hevur ein sjálvsagdan og týðandi leiklut í okkara postmodernaðu og leitandi tíðum.
Kirkjurúmið er serligt, tí kirkjan er karmur um lívsins minniligu løtur, og fylkjast og fylgjast vit her í andanum. Her eru vit ikki einsamøll í endaleysa rúminum, tí í felagsskapinum møta vit tí andliga saman við øðrum og í hvørjum øðrum.
Soleiðis hevur tað altíð verið í kristnu kirkjuni, eisini hjá teimum fyrstu kristnu. Men tørvurin á samveru er kanska ongantíð so stórur sum í dag. Vit siga, at vit eru saman á sosialum miðlum, vit siga, at vit eru knýtt at hvørjum øðrum gjøgnum fartelefonir. Men eru vit saman? Eru vit ikki kropsligar, rúmsligar og sansandi verur, og krevur samveran okkara millum ikki eitt fysiskt rúm?
Sum samfelag tørvar okkum felags rúm. Lívsrúm til bøn og gudstænastu. Lærirúm til læring og reflektion. Vakstrarrúm til listina og mentanina.
Tað undrar meg ikki, at kirkjan er upptikin av at byggja sær rúm í hesum døgum. Tí okkum tørvar kirkjuliga rúmið, okkum tørvar bæði menniskjaligan og heilagan hita í almenna rúminum. Og tað er sjálvandi ikki líka mikið, hvussu rúmini verða sniðgivin, hvat tilfar verður brúkt, um akustikkurin er góður og hvussu vit listprýða rúmini. Vakra kirkjurúmið harmonerar eisini væl við læruna, sum hevjar kristindómin upp um allar aðrar religiónir, læruna um fyrigeving.
Alt slíkt, sum vit eisini verða mint á, tá ið vit leita okkum út í náttúruna, út í tað fullkomna rúmið, í skapanarverkið mikla.
Har lot og angi vekja teir sovandi sansir. Har túgva og ong spenna ta linastu spong. Har fleyr og fold kína vár eymustu hold. “Av mold ert tú komin, at mold skalt tú verða, úr mold skalt tú aftur rísa upp,” siga vit í ritualinum.
Men kæru vinir.
Rúmið er ikki bara fysiska rúmið. Ikki tykkum at siga, so eru vit menniskju eisini andligar verur, sum í hjartarúminum skulu rúma hvørt annað. Og hóast hetta er so nógv tað ríkasta rúmið, tí her býr kærleikin, so er tað eisini tað truplasta rúmið, tí her skulu vit eisini rúma teimum, sum vit hava ilt við at rúma.
Og tað er langt frá at rúma hvørjum øðrum í orðum til at veruliga at kunna vera í rúmi saman, sita til borðs saman, liva saman og doyggja saman.
Góðu kirkjuráðslimir
Í ár eru 500 ár liðin, síðan Luther festi sínar 95 setningar á slotskirkjuhurðina í Wittenberg. Við hesi gerð varð reformatiónin skotin í gongd, máttmikla pávaveldið varð bjóðað av og grundarlagið undir okkara evangelisk-luthersku kirkju staðfest. Men við reformatiónini fingu vit eisini eitt satt eljustríð millum siðbundnu katólsku kirkjuna og nýggju rørsluna, og harvið eisini millum lond og statir, fyrstar og kongar. Tí har var ikki rúm fyri báðum hugsjónum.
Báðir partar hildu seg hava rættin á sínari síðu, hvørgin vildi lúta – og í staðin fyri at nýta orðið, var svørið mangan havt á lofti. Endin var eitt satt stórkríggj í Europa, eitt 30 ára kríggj, sum tað seinni var rópt. Mannfallið var metstórt, sjúkur, hungur og hall køvdu allan framburð. Búskapurin syndraðist, akurin stóð óskorin og víddir vórðu oyddar. Ja, Europa ók á knøunum.
Sum fráleið varnaðust menn – ja tá ráddu sjálvandi bara menn - at kríggið fór at gerast teirra alra bani; teir orkaðu snøgt sagt ikki at stríðast longur. Eftir áralangar samráðingar var endin tann, at teir savnaðust til heimsins fyrstu kongress, har teir undirskrivaðu ein friðarsáttmála, Friðin í Westfall í 1648, sum umframt onnur viðurskifti, eisini staðfesti, at statir sjálvir avráða, hvørja trúgv teir vilja bekenna seg til.
Hetta var eitt stórt framstig, tí her var eitt slag av trúarfrælsi felt niður á pappír - ein semja um, at skulu vit LIVA, mugu vit rúma hvørjum øðrum , virða, at vit eru ymisk. Hesir somu tankar gingu aftur, tá ið fraklendingar mong ár seinni orðaðu mannarættindarsáttmálan, har bæði trúar-, tali- og skrivifrælsi vórðu staðfest – sannkennandi, at tað einasta vit kunnu semjast um er, at tað er í lagi, at vit eru ósamd, vit mugu og skula rúma hvørjum øðrum, og tí má ein og hvør hava frælsi at halda, siga og hugsa sítt – frítt!
Og hesin boðskapur hugsi eg, er akkurát líka aktuellur í dag, tí har hjartarúmið verður bjóðað av er lættasta og skjótasta loysnin at grava gjáir, at skapa fíggindamyndir, eggja til harðskap. Vilja vit friðin, mugu vit velja friðin, bæði í heiminum og í okkara heimliga umhvørvi, og harvið eisini tað frælsa orðið, tað góða orðið, tað uppbyggjandi orðið, tað savnandi orðið, tað rúmliga orðið.
Takk fyri.