Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við at Vinnuháskúlin hevur fingið nýggja brúgvaútgerð
Góðu tit øll,
Sum landsstýriskvinna í mentmálum er tað mær ein sonn gleði at verða við til hesa samkomuna á Vinnuháskúlanum í dag í sambandi við at nýggju brúgvasimulatorarnir verða tiknir í nýtslu.
“Navigare nesesse est!” segði rómverki generalurin Pompejus hin stóri. Norsku víkingarnir høvdu ikki sett búgv á hesum oyggjum, um teir ikki kendu kynstrini at sigla og føra skip.
Tá vóru tað sólin, stjørnurnar og seinni kumpassin og loggið, sum vóru álitið í allari navigatión. Men soleiðis er ikki longur. Nú hevur tøknin tikið yvir, og vit kunnu fara á langfart og læra siglingarkynstrið í eini eftirgjørdum heimi – í einum simulatori.
Tað er hugaligt at síggja, tá ið lærustovnar taka ábyrgd og fremja uppgávur, ið flyta skúlan risafet fram á leið.
Hetta er hent, nú Vinnuháskúlin hevur dagført allar sínar brúgvasimulatorar til eitt støði, sum er millum tað besta, ið finst á marknaðinum í dag.
Hetta er gott fyri næmingar, vinnuna og maritimu Føroyar.
Brúgvasimulatorarnir á Vinnuháskúlanum mugu til einahvørja tíð tryggja eina nútímans frálæru og venjing til næmingar og uttanhýsis skeiðsluttakarar, soleiðis at altjóða reglur á maritima økinum kunnu verða lærd á skúlunum.
Nú øll vinnubrøv verða endurnýggjað hava inntøkurnar frá skeiðsvirksemi verið hægri enn vanligt, og partur av hesum er brúktur til hesa íløguna. Tí er eisini talan um, at maritima vinnan við hesum hevur fingið nakað aftur fyri at hava brúkt skúlan. Tað er gleðiligt við einum góðum samstarvi.
Eg skal takka Vinnuháskúlanum fyri stóra arbeiði sum er gjørt við at leggja alt hetta til rættis. Hetta er gjørt í góðum samstarvi við fyritøkuna Kongsberg sum veitara, sum eisini eigur eina takk uppiborna.
Tað er gott at hava rokkið málinum – fyri at vit í dagsins hátøkniliga samfelag framvegis kunnu siga tey so kendu orðini: “Navigare nesesse est” – tað er neyðugt at sigla.
Takk fyri.