Røður 2016


Vælkomurøða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við fernisering í Mentamálaráðnum hjá Onnu Kathrinu Højgaard

”Úr øllum ættum koma myndir” 

Vælkomin til fernisering hjá Onnu Kathrinu Højgaard og vælkomin øll á gátt á okkara arbeiðisplássi í Mentamálaráðnum!

”Úr øllum ættum koma myndir” er heitið á framsýningini”, og Anna Kathrina sigur, at hugskotið til heitið stavar frá sanginum hjá Rasmusi Effersøe ”Úr øllum ættum koma vindar”.

Anna Kathrina tekur nógvar náttúrumyndir, og tað spyrst ikki burtur, at veður og vindur hava nógv at siga.

Er tað skýmligt? Regnar tað? Skínur sólin? Ella er tað kanska mjørki?

Og hvat síggja vit so á myndunum? Eitt landslag?  Eina bygd? Eitt náttúrufyribrigdi? Ella okkurt heilt annað, sum kanska kemur úr onkrari ætt ella onkrum vinkli úr okkara innara universi?

Ja, hetta er eitt forvitnisligt heiti. Og tað er forvitnisligt at lána hesa framsýning í eina tíð, so vit kunnu fáa íblástur úr øllum ættum.

Eg kann siga um Onnu Kathrinu Højgaard, at hon er fødd úti á Reyni í 1954. Hon hevur verið í læru hjá Bambusi og hevur lært í Danmark hjá donskum andlits- og reklamumyndatakarum. Anna Kathrina hevur eisini stóran áhuga fyri grafikki, og tað sæst eisini aftur í onkrum av myndunum. Anna Kathrina hevur gjøgnum árini havt fleiri framsýningar í Føroyum og í Danmark, og eg fari at takka tær, Anna Kathrina, fyri, at tú hevur valt at sýna fram her í Mentamálaráðnum.

Eg haldi, áðrenn eg endi, at eg kundi lisið upp sangin, sum hevur givið íblásturin til framsýningina:

Úr øllum ættum koma vindar

Orð: Rasmus Effersøe · Lag: Till Østerland vill jag fara.

Úr øllum ættum koma vindar,

tó ættin ein mær dámar best,

hon fór ímillum fjallatindar,

har sum eg havi vinfólk flest.

Kom, sveima, mjúki vestanvindur,

út yvir akrar, gjøgnum skógv!

Tú svalir hjarta mítt eitt sindur,

tú minnir meg á bláan sjógv.

Tú bert mær heilsu yvir bylgju

úr Føroyum og frá fólki har;

góð ynskir hevur tú í fylgi

frá teimum, sum væl unna mær.

Lat vesturætt ta skjútsond vera,

sum altíð meg kann minna á,

at Føroyum eg ei skomm skal gera,

men tær í æru halda má.


Takk fyri og til lukku við framsýningini Anna Kathrina.