Mynd: Fróði Vestervaard
Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu – Summarframsýningin 2016 í Norðurlandahúsinum 3. juni, kl. 16.00
NÚ
Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum 2016.
Kæru gestir. Kæru listafólk. Góðu tit øll somul!
NÚ.... NÚ verður tað!
Sum maðurin segði: NOW OR NEVER!
Vælkomin á summarframsýningina 2016 í Norðurlandahúsinum, sum í ár er eyðkend av fleiri felagsnevnarum
- Her eru nógv, gávurík og ung listafólk umboðað
- Øll fødd eftir 1980
- Øll á veg fram.
- Nógv av tykkum eru javngomul og yngri enn sjálvt Norðurlandahúsið, sum hevur givið okkum so nógvar, jaligar og mentanarligar upplivingar, síðan tað varð tikið í brúk í 1983. Takk fáið Húsið fyri tað!
NÚ hava vit høvi at síggja, hvørjum tit arbeiða við? Og hvussu tit arbeiða?
Eru nýggj rák at hóma? Kunnu vit út frá hesum, sum tit nú leggja fyri dagin hóma nakað um framtíðarútlitini hjá føroyskari list?
Sum eg havi skilt tað, eru til hesa framsýningina sett tykkum ávís mørk.
Tit hava t.d. fingið hvønn sín kassa at arbeiða við. Tit eru sloppin at úttrykkja tykkara list umvegis ein, í útgangsstøðinum, innantóman fýrakantaðan kassa.
Og tað er bæði spennandi og áhugavert at síggja, hvussu nógv ymiskt tit hava fingið burtur úr hesum kassunum.
Alt hevur sína tíð.
Og tú kanst siga, at ein er tíðin at vera hugtikin av kassum.
- Hvør minnist ikki gamla slagaran um Little boxes on the hill side, og ta heimsspeki, ið har sá dagsins ljós?
- Hvør kennir ikki allar frøðingarnar, ið vilja leggja - ella seta alt - inn í kassar? Fáa kassarnar at passa niður í hvønn annan, fáa teir at passa saman – fáa alt inn í eina hægri eind. Fáa skil á kaossinum!
- Og hvør kennir ikki øll hesi embætisfólkini, sum – á pappírinum -ikki síggja heimin fyri berum kassum? Men embætisfólkunum til rós má eg siga, at líka so lítið sum hesir kassarnir, vit síggja á framsýningini í dag – líkjast – líka lítið líkjast kassarnir hjá embætisfólkunum. Og tað er júst hesin ymiskleikin, sum skapar spenningin í dagliga virkseminum - hjá frøðingum, hjá embætisfólkum og hjá tykkum listafólkum.
- Margfeldni er meira eyðsýnt heldur enn einsháttan, stendur skrivað í skránni.
Og har havi eg eisini lisið, at tað eru ikki bara landamørkini, sum í dag verða brotin niður, men eisini mørkini millum tær ymsu listagreinirnar kámast!
Og hetta er sanniliga áhugavert at hoyra.
Tí hvat hendir NÚ? Hvat hendir, tá ið mørkini eru burtur? Koma so ikki bara onnur mørk aðrastaðni, til aðrar tíðir?
Spor tíni spreingja
øll landamørk
yrkti Rói Patursson um tað mundið, tá ið Norðurlandahúsið varð tikið í brúk, og tá ið listafólkini, sum NÚ sýna fram her í Norðurlandahúsinum vóru smábørn ella als ikki vóru til.
Alt livir.
Eg fari NÚ at ynskja tykkum øllum til lukku við Summarframsýningini 2016, framyvir blíðan byr á listafólkabreytini og gott summar!
NÚ!
Takk fyri!