Mynd: Jan Hartvig Andersson
Røða hjá Rigmor Dam til setan av Summarframsýningini “Sjá tú blánar” í Steinprent á mentanarnáttini 3. juni 2016 kl. 17.00
Góða samkoma.
Góðu Fríða og Jan, sum so hegnisliga reka Steinprent – listareiðrið mikla.
Góða “kurator-Kinna”.
Endiliga var Mentanarnátt aftur í Havn. Tann edrúa og óstressaða, ja, tann mentaða ólavsøkan, sum longu er vorðin ein siðvenja, startskotið til summarið hjá mongum okkara.
Summarkvøldið, har vit havnarfólk, og onnur við, leggja okkum aftur á og nýta og njóta mentan í breiðum høpi og list á høgum støði.
Har vit andliga verða lyft upp frá gerandis løtum á heimligum gøtum.
Og júst summarið er sum tikið úr leikum til slíkar listaløtur. Hesin sansaligi hásongurin, har turkislitta lívið lær, har grøna litspælið sær, har ljós og skuggar bjóða glamlýsinum upp til tølandi kjálkadans - dag og nátt.
Á mentanarnátt við framsýningum og framførslum av øllum handa slag. Her verður ikki bara víst fram, men bjóðað inn og bjóðað av. Og takk fyri tað!
Steinprent er vertur, og heitið er úr flaggsanginum “Sjá tú blánar”. Politisk kunnu vit tíbetur leggja afturat: Og tú rodnar sum blóð.
Verkini eru vald út frá heitinum og eini góðvarnari fatan av sangtekstinum.
Kenna vit kanska sangin aftur í verkunum? Finna vit tað innlítandi ella útlýtandi, tað altjóða ella tjóðskaparliga, tað lítillátna ella uppblásta? Ella finna vit í verkunum tað lakoniskt beinrakna ella kanska ironisku frástøðuna, sum er so nærløgd, tá vit lýsa okkum sjálvi? Í øllum førum er hetta ein áhugaverdur háttur at viðgera tað heimliga.
Lat okkum í felag nýta høvi at fagna summarinum við at seta listina í hásæti.
Og hóast síðstu dagarnir hava verið óvanliga heitir og høgir, so má eg viðganga, at eg eisini elski havnarsummarið, har ljóðliga mjørkatámið avdúkar hvørt eitt veingjasuð, hvønn ein skansamuss, hvørt eitt áratak og hvønn ein brest frá flagginum á Tinganesi.
Nei, nú er ikki at standa og gána, fær tú heldur og blána, áðrenn framsýningin burt er fánað.
Góða eydnu við framsýningini og góða mentanarnátt øll somul!
Takk fyri!