Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við setan av seminari mikudagin 31. august um førleikameting í Føroyum

Góðu fundarluttakarar, góðu gestir

Í grannalondum okkara hava tilkomin fólk í mong ár kunnað fingið sínar førleikar mettar og viðurkendar. Hetta hevur gjørt tað munandi lættari og høgligari hjá fólki við lívsroyndum og fakligum evnum og innliti at fáa sær eina formliga útbúgving. Í Føroyum hevur hetta ikki borið til. Lógin um førleikameting varð samtykt á Føroya Løgtingi í 2014. Mentamálaráðið hevur síðan arbeitt við at fyrireika eina kunngerð, og nú eru vit komin so væl áleiðis, at vit kunnu bjóða tykkum til hetta seminarið. Tit eru boðin her í dag, tí tit á einhvønn hátt skulu varða av hesum tilboði og ella skulu útinna førleikametingina.

Møguleikin at fáa viðurkent sínar førleikar fer at lata útbúgvingarhurðar upp fyri nógv fólk, sum annars ikki høvdu havt mót at flutt seg. Tey flestu - fyri ikki at siga øll - ynskja eina útbúgving, men tað eru ikki øll, sum altíð síggja seg før fyri tí. Skrivstovukonan, sum í sínari tíð ikki fór í læru, tí hon fekk sjúkt barn og ikki hevði mót upp á eina útbúgving. Sjúkrasysturin, sum hevur prógv úr einum landi, hvørs undirvísingarskipan ikki hevur evropeiska góðkenning. Handverkarin, sum ikki hevur prógv upp á sín kunnleika og tí ikki kann søkja inn á hægri útbúgving uttan fyrst at fara í læru í fýra ár.

Føroyar eru partur av alheimssamfelagnum, føroyingar fáa sær útbúgving og arbeiði aðrastaðni, og vit fáa nýggjar borgarar til landið. Tað er ein fongur fyri okkum, men skal samfelagið fáa sum mest burtur úr teimum royndum og førleikum, sum borgararnir hava, mugu vit menna okkara útbúgvingarskipan við fjølbroyttum og dygdargóðum útbúgvingarmøguleikum fyri allar borgarar, eisini fyri tey, ið tíðliga gjørdust skúlatroytt og heldur valdu at fara í vinnu fyrst. Førleikametingin er ikki eitt útbúgvingarprógv, men hon kann lata hurðar upp til útbúgvingar og prógv, sum annars bara vóru fjarir dreymar.

Góðir útbúgvingarmøguleikar tryggja bæði einstaklingum, virkjum og samfelagnum størri flytføri, betri menning og eitt størri javnstøðu. Við formligari útbúgving og viðurkendum prógvi fær tann einstaki størri tryggleika á arbeiðsmarknaðinum. Hinvegin, hevur tú ikki prógv, ert tú í støðugum vanda fyri at missa starvið til frama fyri tann borgaran, ið hevur útbúgving og prógv. Førleikametingin skal styrkja ta lívlongu læringina og vera við til at fjøltátta útbúgvingartilboðini. Og so skal førleikameting eisini slóða fyri einum tryggari tilknýti til arbeiðsmarknaðin og fremja eina virknari luttøku í samfelagsmenningini hjá tí einstaka.

Skulu vit røkka málinum um eina førleikameting, sum er fult á hædd við tær skipanir, sum grannalond okkara hava, krevst ein væl fyrireikað og væl íverksett skipan. Høvuðstátturin og høvuðsmátturin í hesi skipan eru tit, sum á einhvønn hátt varða av okkara útbúgvingum. Tað er ikki nóg mikið við einari lóg og einari kunngerð, tað er eisini heilt avgerandi, at tit, sum eru í skipanini, fáa røttu amboðini, tí tað vera tit, sum skulu taka støðu til, hvørjar hurðar skulu latast upp, og hvussu langt upp tær skulu latast.

Vit mugu og skulu tryggja, at allir partar hava fult álit á skipanini, so at eingin ivi er um, at ein útbúgving, sum er fingin til vega eftir eina førleikameting, stendur fult mát við eina tilsvarandi útbúgving, sum er fingin til vega á siðbundnan hátt. Dygdin má vera í hásæti, tá fólk skulu førleikametast upp í móti einari viðurkendari og formligari útbúgving, tað veri seg einari yrkisútbúgving ella aðrari ungdómsútbúgving. Førleikametingin skal á ongan hátt vera ein bílig loysn, men vera ein dygdargóð viðurkenning av førleikum, sum fólk veruliga prógva, at tey hava.

Førleikametingin skal tí skipast í tryggum kørmum við serútbúnum starvsfólkum, sum eru før fyri at meta um førleikar og vegleiða um útbúgvingarmøguleikar, soleiðis at tann einstaki kann kenna seg heilt tryggan við tilgongdina, og arbeiðsmarknaðurin kann hava fult álit á, at niðurstøðurnar eru álítandi og svara til tey krøv, sum eru galdandi fyri tey yrki og tær formligu útbúgvingarnar, sum vit hava. Hetta kann bara gerast í góðum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og vit fegnast tí um ta breiðu undirtøku, sum vit hava í hesum seminarinum, sum er fyrsti liður í arbeiðinum at útbúgva fólk at taka sær av førleikametingini.

Endamálið er, at vit skulu kunna bjóða førleikameting innan allar okkara útbúgvingar. Tilfeingið er tó avmarkað, og vit hava tí valt at menna skipanina í stigum. Yrkisútbúgvingarnar eru valdar sum fyrsta øki, eina mest tí at her er tørvurin størstur, men eisini tí hetta er eitt fjølbroytt og víðfevnt øki, bæði hvat útbúgving og áhugamálum viðvíkur. Tað ger, at nógvar royndir og vitan verða fingin til vega longu í fyrireikingartíðini, og nógvar avbjóðingar og nógvir spurningar verða settir, sum annars ikki í eins stóran mun høvdu stungið seg upp ella komið undan kavi.

Tað er Mentamálaráðið, sum myndugleiki, ið stendur á odda við at fyrireika og íverkseta førleikametingina. Men uttan tykkara hjálp røkka vit ikki á mál. Eg fari tí at ynskja tykkum eitt gott seminar.