Vælkomurøða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við fernisering í Mentamálaráðnum - framsýning hjá Pernille Falch Heinesen við heitinum "Rúmtekningar"
Tað er mær ein gleði at kunna bjóða vælkomin til ferniseringina hjá Pernille Falch Heinesen, sum er útbúgvin frá gullsmiðsháskúlanum í Keypmannahavn og hevur nomið sær heitið “ædelmetalformgiver”, ella sum tað so hábærsligt ljóðar á føroyskum “dýrmálmssniðgevi”.
Tað er altíð ein forkunnug løta, tá vit lata upp eina nýggja framsýning her í húsinum. Her hava bæði ungir spírar og viðurkend listafólk sýnt fram. Á veggunum her í Mentamálaráðnum liggur væl fyri at sýna fram í longri tíðarskeið, og hetta er til mikla gleði bæði fyri okkum, ið starvast her, og teimum, sum hava ørindi í húsinum.
Í dag er tað Pernille Falch Heinesen, ið letur upp framsýningina við heitinum “Rúmtekningar”, og, sum tit síggja, er talan um myndir og smúkkur úr tilfari úr føroysku náttúruni. Hóast - ella kanska júst tí - at Pernille ikki er uppvaksin í Føroyum, er tað føroyska náttúran og tætta sambandið millum menniskju og náttúru, ið gevur Pernille íblástur, og hon fær við síni sniðgeving náttúru, menniskju, handverk, list og dýrmálm at ganga inn í heildir og at spæla saman á forvitnisligan hátt.
Pernille sigur um íblásturin, at alt í Føroyum fær dám av náttúruni og hennara bráðlyndi. Í ódnunum sýnir náttúran ørskap og vald, men karga veðurlagið kann eisini skifta til tað vakrasta veðrið í heimi við stilli og hugna. Tað ráa og tað vakra síggja vit eisini í hesi framsýningini, og vit merkja nærleikan og atdráttarmegina hjá føroysku náttúruni. Men við at seta staklutir sum vomb, vil, horn, skræðu, roðslu og skeljafisk í nýggjar formar saman við silvuri, fær Pernille okkum eisini at síggja við nýggjum eygum og letur upp fyri tí fremmanda í tí kenda og tí marglitta í tí gráa.
Fantastiskt at tað ber til at brúka okkara náttúrutilfeingi á henda sermerkta hátt!
Dýrmálmssniðgevin Pernille hevur havt nógvar framsýningar, serliga í Danmark. Hon hevur eisini luttikið á Várframsýningini, bæði 2014 og 2015. Pernille hevur egnan verkstað á Oyrareingjum.
Eg fari at enda at ynskja Pernille hjartaliga til lukku við ferniseringini, og eg fari eisini at takka næmingunum úr Tórshavnar Musikkskúla, sum spæla fyri okkum.
Takk fyri.