Røður 2016


Rigmor Dam landsstýriskvinna flytur fram røðu í sambandi við at bygningurin hjá Glasir í Marknagili varð reistur 5. juli 2016

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við at bygningurin hjá Glasir varð reistur

Góða samkoma

Longu 3 ár eru liðin síðani fyrsta flagið varð loyst av lendinum og skjøtul settur á stórstu byggiverkætlan í Føroyum. Hóast byggitøkniligar avbjóðingar hava verið á leiðini, hevur bygningurin áhaldin reist seg úr grundini. Eg fari fyrst at takka handverkarum og øllum tykkum, sum hava verið við at lyfta hesa uppgávu, fyri tað megnar arbeiðið, tit hava lagt úr hondum. Uttan tykkara baks og slit var hetta framvegis bert visjónir á pappírinum.

Visjónir, sum nu eru gjørdar til merkisverda byggilist. Runda skapið á bygninginum hevur eina umfevnandi megi - her fara fólk at finna saman, finna íblástur og at víðka sjónarringin. Hvør hæddin slítur seg leysan úr síni ringrás og toyggir seg út ymsar ættir sum fyri at vísa, at her verður brotið upp úr nýggjum, og at eftir lokna útbúgving stendur heimurin opin at søkja kunnleika og eydnu. Glasklædningurin, sum longu kemur til sjóndar fleiri staðni ber boð um opinleika, og eins og træið Glasir fer hann at lýsa upp og kasta ljós yvir skuggar.

Eg eri sannførd um, at bygningurin fer at rudda slóð fyri nýhugsan og nýggjum møguleikum, at hann verður karmur um eitt kveikjandi og fjølbroytt lestrarumhvørvi, sum gevur ungdóminum dirvi at droyma stórar dreymar. Neyvan er tað nakar, sum ivast í, hvønn týdning henda verkætlanin hevur fyri okkara ungdóm og fyri okkara samfelag.

Kære allesammen

Lad mig have lov til at byde jer hjertelig velkommen at fejre en milepæl i byggeriet af uddannelsescentret Glasir. Det har været spændende at følge, hvordan dette dristige bygningsværk fra første færd i sommeren 2013 er vokset frem til, at murene nu står færdige, og tagkonstruktionen bliver lagt. Det største og mest komplekse stykke byggearbejde i Færøsk skolehistorie har taget form.

Et imponerende bygningsværk, hvor der er lagt vægt på at vise, hvad materialerne og konstruktionerne kan som arkitektoniske elementer. Bygningen er – som I ved – inspireret af hvirvlen. Hvirvlen er jo et naturfænomen, vi finder over det hele, lige fra de mindste DNA-strenge til galaksernes spiraltåger. Det arkitektoniske afsæt i hvirvlen afspejler på en meget fin måde den dynamik og udvikling, som vil finde sted her i bygningen, og som vil sprede sig videre ud i samfundet.

En bygning med så krævende konstruktioner fordrer noget særligt – frem for alt faglig dygtighed og engagement. Tak til alle jer, der har været med til at hjælpe projektet igennem de mange faser. En særlig tak til håndværkerne. Dagen i dag er først og fremmest en mærkedag tilegnet jer som tak for veludført arbejde.

Góðu tit øll

Eg eri sera fegin um, at vit við hesum bygningi kunnu geva miðnámsskúlunum í høvuðsstaðnum ta rúmd og tign, sum teir hava uppiborið. Tað er eingin ivi um, at hesar felags umstøður fara at geva betri heintleikar, enn skúlarnir høvdu havt møguleika at fingið hvør sær.

Eg síggi fyri mær eitt skapandi og livandi umhvørvi, har ljósið ikki verður sløkt, tá vanliga undirvísingin er av, men at dyrnar standa opnar fyri almenninginum at savnast um ymisk spennandi tiltøk.

3 mió. kr. eru settar av til at lisprýða bygningin fyri, lýsingar hava verið í fjølmiðlunum eftir listafólki, og eg gleði meg til at síggja uppskotið, sum lístprýðisnevndin fer at koma við.

Eg eri ógvuliga fegin um, at arbeitt verður við at finna eina burðadygga loysn fyri upphiting, og eg kenni tað sum eina skyldu, at vit á hesum øki ganga á odda. Henda verkætlanin kann lættliga gerast ein týðandi varði fyri grønar orkuloysnir í Føroyum.

Eg skal ikki dylja fyri, at hetta er eitt mál, ið leingi hevur ligið mær hjartanum nær. Tí fari eg enn einaferð at takka øllum tykkum, sum á nakran hátt eiga sín lut í, at henda verkætlanin nú er komin so langt: lærarum, starvsfólki og leiðslu á skúlunum, bygginevndini, Landsverki, arkitektum, ráðgevnadi verkfrøðingum, arbeiðstakarum og handverkarum.

Eg fari at enda at takka mínum politisku starvsfeløgum í landsstýrinum og Løgtinginum og Tórshavnar býráði fyri dyggan stuðul og vælvilja.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum góða eydnu við arbeiðinum frameftir.

Takk fyri!