Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hildin á ráðstevnu "Lærdómur er lættur at bera" í Norðurlandahúsinum 12. mai 2016, um avbjóðingar í undirvísingini og fysisku karmarnir fyri undirvísing.
Góðu tit øll!
Fyrst vil eg takka fyrireikarunum fyri, at eg eri boðin at seta hesa ráðstevnu um sambandi millum læring og ítøkiligar karmar. Jeg vil også byde velkommen til vores oplægsholdere, som er rejst herop for at udveksle erfaringer om forskellige aspekter af læringsrummet. Og tit øll, sum hava leitað tykkum í Norðurlandahúsið í dag, vil eg fegin takka fyri, at tit sýna hesum evni áhuga.
Og kundi eitt betri stað verið valt til hetta høvi? Norðulandahúsið man verða eitt tað besta prógvið um, at ítøkiligir karmar hava týdning, nógv størri týdning enn vit vanliga geva okkum far um. Hetta húsið er eitt dømi um, at karmar og innihald kunnu ikki skiljast sundur, men virka saman um at røkja sínum endamáli, ella sum amerikanski arkitekturin Louis Sullivan segði á sinni: formur og funktión eiga at fylgjast.
Hesin setningurin er framvegis viðkomandi, men í dag vita vit nógv meira um, hvussu byggilist, ljós, ljóð og litir tala til bæði vit og kenslur, hvussu tey ávirka trivnaðin og hugin til at læra, at trívast og mennast. Tá vit byggja nýtt leggja vit dent á, at alt fer fram í einari skipaðari tilgongd, har allir brúkarar geva sítt íkast til, at skúlarúmið bæði er favnandi og kveikjandi, avbjóðandi, vekir forvitni og birtir uppundir skapanarhugin.
Í dag verður granskað í atmosferu, huglagi og dámi, bæði tá ið talan er um smærri pláss sum skúlar og bókasøvn, og størri pláss sum býarrúm við vegum, viðarlundum, ljósi og øðrum. Tórshavnar kommuna hevur sum eitt tað feskasta dømi sett sær fyri at fara at endurskoða alla skipanina við gøtu- og ferðsluljósum í Havnini, júst ásannandi, at ljósviðurskiftini hava stóran týdning fyri trivnaðin og menningina í býnum.
Men at hugsa um skúla á henda hátt var ikki gamalt. Miðvingurin Jóhannes Ravnsfjall segði soleiðis um ta tíðina, hann sat á skúlabonki í 1920unum:
”Í skúlanum tá vóru tvær skúlastovur og ein forstova. Ein gamal ovnur var í hvørji stovuni, og brent varð bara torv. Um veturin í kuldanum var bítandi kalt inni, sjálvt um lærarin royndi at kynda sum best. Hann mátti jú heldur ikki nýta ov nógv torv. Bjálving av húsum var ókend, og tey gomlu vindeyguni vóru heldur ikki so tøtt, alt annað. Ein nýtti sjálvsagt ullint klæðir, men kalt var serliga at skriva, og ikki bar til at skriva í vøttum.”
Í dag er ilt at ímynda sær, at børnini høvdu lætt við at taka ímóti lærdómi undir hesum umstøðum. Og líkindini til at skulka sær undan vóru heldur ikki serliga góð. Varð ikki grundgivið nóg væl fyri, hví ein hevði verið burturstaddur, kundu foreldrini rokna við at fáa bót. Henda bót var skrivað á skattaseðilin hjá pápanum, har serstakur teigur var fyri skúlabøtur, og bótin tvífaldaðist fyri hvønn dag, ein var burturstaddur.
Hetta vóru karmarnir um ein skúla, sum tátíðar fíggjarorkan rakk til. Tað snúi seg fyrst og fremst um at fáa børn og lærarar undir turt og at tryggja, at børnini fingu sína skúlagongd. Men longu áðrenn Jóhannes Ravnsfjall hevði sett seg á skúlabonk í Miðvági, var ein framsíggin vestmenningur farin undir at leggja lunnar undir eina tøkniliga kollvelting. Í 1905 legði Ólavur bóndi á Heygum fyrsta telefonkaðalin í Føroyum, hetta var millum Vestmanna og Havnar. Árið eftir varð kaðal lagdur upp á Sandágerði, og vit fingu beinleiðis telefonsamband við útheimin. Nógv er fráliðið og mong viðurskifti eru broytt síðan tá. Neyvan gáaðu vit um, hvønn týdning eitt telefonsamband við útheimin fór at fáa fyri tað samfelagið, vit nú liva í.
Í dag liva vit í einum teldugjørdum heimi. Teldan og fartelefonin eru ein lívstreyt. Á talgildu miðlunum er alt til umrøðu alla tíðina, og vit kunnu nærum óavmarkað fáa samband við hvønn annan og beinanvegin leita fram tað, ið okkum tørvar av vitan og undirhaldi. Við nýggju tøknini hava tíð og stað fingið ein annan týdning, og við hesum koma eisini nýggjar avbjóðingar.
Tað er ofta tryggari at verða í fjøtrum enn at verða frælsur, sigur Franz Kafka í bókini Prosessin, og hesi orðini gerast viðkomandi fyri okkum, nú alt broytist so skjótt. Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit ikki leggja okkum í fjøtur og síggja nýggjar avbjóðingar sum hóttanir, men heldur troyta nýggjar møguleikar.
Tikið verður til, at dagurin í dag leggur grund undir í morgin. Uttan mun til, hvussu ilt er at spáa um framtíðina, so eru vit ein partur av henni. Framtíðin er nú – og við nýggjari vitan og nýggjum royndum fylgir eisini ábyrgd. Tað er okkara ábyrgd, at børnini finna seg heima í skúlanum, og at skúlin finnur heim í børnunum. Hetta eigur at verða grundarlagið undir øllum virksemi í skúlanum, bæði tá tað snýr seg um innihald, og tá tað snýr seg um karmar.
Lærdómur er lættur at bera, er heitið á hesi ráðstevnu. Ja, lærdómur er ein dýrgripur, sum vit ogna okkum og hava við okkum alt lívið, ein dýrgripur, sum eingin kann taka frá okkum. Nema vit okkum holla vitan og førleikar, so gerast vónirnar betur fyri einari tryggari framtíð. Ein góð skúlagongd laðar grundina undir ta vælferð, ið vit øll njóta væl av. Varða vit um skúlan, varða vit um framtíð okkara!
Við hesum orðum fari at takka fyrireikarunum fyri, at teir hava tikið stig til hetta áhugaverda og viðkomandi tiltakið, og eg ivist onga løtu í, at vit fáa góðan íblástur til víðari arbeiðið við at menna okkara skúla.
Og til vores oplægsholdere: Jeg er sikker på, at programmet i dag vil give alle deltagere en udbytterig dag, og jeg håber, at I også får lejlighed til at opleve vores naturskønne omgivelser heroppe, og at I kan hente masser af inspiration med hjem i bagagen.
Eg fari at ynskja tykkum øllum góða eydnu við tiltakinum.Takk fyri!