Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á felags ráðleggingardegi fyri dagstovnar í Sunda kommunu, hildin í Bygdarhúsinum í Hósvík fríggjamorgunin 1. apríl kl. 09.00

Góðu luttakarar á felags ráðleggingardegi fyri dagstovnar í Sunda kommunu.

Fyrst takk fyri, at tit hava boðið mær norður higar at seta tykkara dag við at hugleiða eitt sindur um hugtakið málsliga menning hjá børnum, og hvørjar tankar vit politiskt leggja í hetta fyribrigdið.

Sum fleiri tykkara kanska longu vita, so liggur málslig menning hjá børnum mær hjartanum nær, tí gjøgnum málið mennast vit sum einstaklingar, medborgarar og felagsskapur, sum land og fólk.

Málið og málsligt margfeldni er eitt tað fremsta fólkaræðisliga amboðið, tí málið gevur okkum evnini at reflektera, argumentera, analysera og konkludera, og gjøgnum málið skapa vit okkara egna og okkara felags fatan av veruleikanum.

Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur sett sær fyri at menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign við tí endamálið, at meira tíð verður sett av til námsfrøðiligt virksemi, at skapa trivnað og málsliga menning. Eisini ætlar samgongan at styrkja námsfrøðiliga gransking, at seta á stovn dagstovnaráð, at seta í verk tiltøk, sum styrkja um málsligu menning barnanna, lesiførleikar fólksins og fólkaræðisliga  medvitið hjá børnum og ungum. Føgur orð, sum einans hava virðið, um tey eisini gerast veruleiki.

Eitt annað, sum eisini var eitt tað fyrsta málið, sum eg skrivaði undir sum landsstýriskvinna, var at seta í verk námsfrøðlig stevnumið fyri dagstovnaøkið. Hesi eru liðugt orðað og verða í næstum sett í verk úti um landið.

Sambært námsfrøðiligu stevnumiðunum skal dagstovnurin byggja sítt virksemi á fólkaræði og altíð virka til frama fyri barnsins besta. Børnini skulu fáa møguleikar at vera virknir luttakarar í einum fólkaræðisligum samfelag og at vera við til at skapa mennandi, avbjóðandi og hugvekjandi møguleikar.

Tey leggja dent á eina barnaáskoðan har børn hava førleikar og hava ein virknan leiklut at skapa seg sjálva. Tað er ein heildarfatan av børnum, har umsorgan, spæl, mentan og læra eru ein heild, og dagstovnurin skal vera eitt umsorgar-, mentanar- og læruumhvørvi, sum er til fyri barnsins besta. Barnsins besta skal altíð vera útgangsstøðið og grundarlagið fyri virkseminum í dagstovninum og arbeiði á dagstovnunum skal byggj á teirra áhuga.

Námsfrøðiligu stevnumiðini leggja stóran dent á at børn eru virkin í medskapanini av egnum lívi. Tí er tað ein spennandi avbjóðing hjá námsfrøðingum støðugt at hyggja at um øll børn fáa sum bestar møguleikar og fortreytir til at trívast, læra og mennast.

Ein týðandi partur av samfelagsuppgávuni hjá dagstovnunum er at byggja arbeiði á fólkaræðisliga grundarlag, soleiðis sum ST-sáttmálin um barnarættindi vísir á. Tað er neyðugt at geva sær stundir at umhugsa og menna eina hugsan um, hvussu rættindi hjá børnum skulu skiljast, og hvussu tey kunnu gerast ein partur av gerandislívinum í dagstovninum.

Áskoðanin á børn, sum alheimssamfelagið við barnarættindasáttmálanum á odda hevur tikið til sín, er ein mynd av einum ríkum barnið, sum er ríkt uppá møguleikar, sterkt og máttmikið og dugandi, og sum skal hava møguleikar at hava ávirkan á egið lív. Hendan barnaáskoðanin setur nýggj krøv til pedagogisku uppgávuna og pedagogiska innihaldið.

Dentur eigur at leggjast á tað leitandi, undrandi og forvitna barnið, við øllum teirra møguleikum og førleikum, og at síggja tað sum børnini eru áhugaði í og tað samskifti sum myndar tey. Tí er tað undranin hjá børnum, sum skal vera stýrandi í dagliga pedagogiska virkseminum. Børnini skulu fáa fjølbroyttar møguleikar at skapa sítt egna lív í samstarvi við onnur . Tá kunnu tey fáa ein góðan gróðrarbotn i at virka í einum samfelag har øll á ein ella annan hátt koma til orðanna, og har vit sleppa undan  tøgnmentanini.

Mál er eitt sosialt fyribrigdi. Vit læra mál í samspæli við onnur.  Børn læra mál við at hoyra mál, og tá tey sjálvi fáa møguleikar at brúka málið og tá tey sjálv eru virkin í einum sosialum samanhangi . Gransking vísir, at málslig menning ávirkast positivt tess meira børnini tosa, og tá tey fáa møguleika at seta orð á sínar hugsanir (Gjems 2008).

Gerðandissamrøðan hevur avgerandi týdning, men fær lítið pláss í gransking, hóast gerandissamrøðan er 80-90 % av samrøðunum í barnagørðunum.

Tað er í gerandissamrøðum at  børn læra um tað sum er rundan um tey, um galdandi virði, hvat verður væntað av teimum og hvussu tey skulu fyrihalda seg til hvønn annan (Gjems 2008).

Í námsfrøðiligu stevnumiðunum er komið inn á, hvørjar fjølbroyttar møguleikar børn eiga at fáa til at menna sítt mál, eitt nú við at tosa saman um ymiskar spurningar og í samrøðum og frásøgu fáa møguleika at viðgera grundleggjandi spurningar, menna sítt mál og sín samskiftisførleika við fjølbroyttum møguleikum at úttrykkja seg, hoyra søgur, syngja ríma, kvøða, siga frá, gera søgur og yrkja, menna sín áhuga fyri myndum, teksti og ymiskum miðlum, og menna sín førleika at brúka, tolka og samtala um hetta og ikki minst at taka lut í umrøðum um ymiskar heimsspekiligar spurningar og síggja fjølbroyttar møguleikar og loysnir.

Men fyrsta fortreytin fyri at stimbra málið er at hava nakað at tosa um, og tað er gerandissamrøðan, sum hevur mest at siga. Børn mugu fáa nógvar møguleikar at gera royndir og kanna sítt umhvørvi. Kreativitetur og málslig menning hanga neyvt saman og tað er gjøgnum kreativitetin at vit kunnu skapa nýggjar tankar. Avbjóðingin hjá námsfrøðingum er at ansa eftir, at vit lata upp fyri nýggjari hugsan, heldur enn at steingja hugsanina.

Norski granskarin Liv Gjems vísir á, at nógvir av spurningunum í dagstovnunum eru aftirlatnir spurningar, sum kunnu svarast við einum ja ella nei, og lítið er um opnar spurningar, har børnini vera boðin inn til eina samrøðu. Eitt nú opnar um spurningar sum: Hvat hugsar tú um?  Hvat heldur tú um hetta? Hvat meinar tú? Hvat hugsaði tú, tá ið tað hendi? Hvat droymir tú um? Hvat var stuttligt í barnagarðinum í dag? Hvat gleðir tú teg til?

Tey mugu fáa møguleika at  liva í einum ríkum og fjølbroyttum málsligum umhvørvi, har tey fáa møguleika at arbeiða við tí sum vekur teirra forvitni, og sum eggjar tey til framhaldandi menning – tað er soleiðis tað eigur at vera.

--

Sum andstøðutinglimur legði eg uppskot fyri tingið um at fáa eina heildarætlan fyri, hvussu vit stimbra málsligu menning barnanna. Hetta er og hevur leingi verið eitt mál, sum hevur ligið mær hjartanum nær, so nú er møguleikin til staðar, eftir at samgongan hevur sett málið í samgonguskjalið. Enn eru vit í Mentamálaráðnum á fyrireikingarstøðinum, men vónandi fara vit skjótt at síggja tey fyrstu úrslitini av hesum arbeiðið.

Uttan at binda meg sjálva ella onnur niður, kann eg nevna, at nakrir av tankunum í uppskotinum snúðu seg um at stovna eina serstaka málpulju, har fólk kunnu søkja um stuðul til tiltøk og átøk og til framleiðslu av tilfari, sum hevur til endamáls at stimbra málsligu menning barnanna. Og her er umráðandi at nevna, at talan er ikki um at fáa børnini at tosa ella læra eitt ávíst “korrekt” føroyskt mál, men at stimbra málsliga førningin, persónliga móðurmálið og fjølbroytni sum heild. Tí tað skerst ikki burtur, at títt persónliga móðurmál liggur tær hjartanum næst, ja, tað er hjartamálið, sum nemir hjartastreingir. Hetta leggja vit einamest til merkis, tá ið vit skulu siga okkara hjartans meining á fremmandamálið – ja, tá eru vit skerdir fuglar.

Føroyar er lítið máløkið. Føroysk børn fáa bara tilfar á føroyskum, um vit raðfesta tað. Tí skulu vit sum samfelag stuðla framleiðslu og útbreiðslu av tilfari til børn.

Móðurmálið er samleikaskapandi. Umráðandi er, at børnini møta føroyskum máli í gerandisdegnum í spæli, í miðlum, á stovni/skúla, í frítíðartilboðum og heima við hús.

Tí kann ein heildarætlan av hesum slagt fevna um spurningar sum:

- Í hvønn mun og hvussu kunnu vit føroyska tøkniligu samskiftismiðlarnar, sum í løtuni eru á útlendskum?

- Hvussu takla vit løgfrøðiligu avbjóðingarnar í mun til víðarisølu og/ella bókasavnsútlán av útlendskum tilfari til børn og ung, sum Kringvarpið og onnur hava føroyskað?

- Hvussu styrkja vit bókasavnstilboðini til børn í øllum landinum?

- Hvussu styrkja vit tilboðini til børn í útvarpi, sjónvarpi og á netinum?

- Hvussu kunnu vit stuðla framleiðslu, útbreiðslu og týðingar av tilfari til børn?

- Í hvønn mun kunnu vit stuðla foreldrunum í at menna málsligu førleikar barnanna?

- Hvørji málslig tilboð kunnu vit bjóða útisetabørnum?

- Hvussu styrkja vit málsligu førleikarnar hjá teimum, sum arbeiða við børnum?

- Hvussu tryggja vit, at børn á dagstovnum kring alt landið fáa nøktandi málsligar avbjóðingar og stimbran?

- Hvussu tryggja vit, at tey alt fleiri útlendsku børnini fáa nøktandi frálæru í føroyskum, uttan at vit tó gera okkum inn á móðurmálssamleika teirra?

Tað eru fleiri orsøkir  til, at vit sum samfelag skulu raðfesta málsligu menning barnanna, og at vit politiskt eiga at skipa hetta virksemið í eina fasta legu, har mál og mið, tíðarleistur og játtan eru uppií.

Málið og málsliga menningin eru sera grundleggjandi fyri barnið og menning tess, og harvið eisini fyri fólk og land og menning tess.

Russiski sálarfrøðingurin Vygotsky, sum livdi frá 1896 til 1934, og sum er høgt í metum innan norðurlendska námsfrøði, segði, at málið er sjálv sálin í menniskjanum, og málmenning er ein liður, ja, ein treyt fyri sosialu-, kensluligu,- og fatanarligu menning barnsins.

Karolina Matras, serfrøðingur og granskari á Námsvísindadeildini hevur víst á, at tørvur er á miðvísari málsligari menning av føroyskum børnum út frá einum lingvistiskum og menningarsálarfrøðiligum støði. Eisini sigur hon, at vit eiga at skipa so fyri, øll børn fáa tilboð um málsliga menning, at førleikamenning fer fram úti á øllum stovnum/skúlum, at tvímælt børn, útlendsk børn og útisetabørn eisini fáa skipað málmenningartilboð. Og at foreldur fáa vegleiðing, og serliga at mammur fáa vegleiðing í viðgongutíðini, tí málið verður longu gróðursett í móðurlívi og í fyrstu tíðini eftir føðing.

Málið og málsligt margfeldi fremsta fólkaræðisliga amboðið, tí málið gevur okkum evnini at taka til okkum vitan og at nema okkum útbúgving. Eitt væl upplýst og útbúgvið fólk er fortreytin fyri einum vælvirkandi fólkaræði og einum framkomnum samfelag.

Eisini skapar málið okkara veruleika, og her er vert at hava í huga, at við at stimbra málsligu menning barnanna kunnu vit royna at koma føroysku tøgnmentanini til lívs. Sostatt skulu børn og øll onnur eggjast til at seta orð á, eisini kenslur, tabu og tað, sum nívir.

Pinkubørn lagra orðatilfeingið í natúrligum spæli við onnur og við samspæli við vaksin. Tí er umráðandi, at foreldur tíðliga fáa vegleiðing í málmenning hjá børnum, eins og foreldur fáa vegleiðing í aðrari menning hjá børnum, eitt nú tá ið tey eru í samband við Gigni og lækna. Verða børn ikki stimbrað málsliga sum smábørn, tekur tað langa tíð at innheinta, og tí skal setast inn tíðliga, eitt nú kann heilsusystirin fáa ein stóran leiklut fyrstu tíðina. Her er eisini ein avbjóðing, at hetta tilboð er ikki regluligt kring alt landið.

Barnið kunnar seg líka nógv um umheimin tey bæði fyrstu liviárini, sum restina av lívinum. Í bókini Rura hjá Tóru Næs lesa vit t.d., at heilin veksur tvífalt 1. liviárið - og longu tá eigur ein natúrlig málmenning at fara fram. Hon vísir á týdningin av, at foreldur eru til staðar, eisini mentalt. Tíverri fer nógv samskifti fram sum einvegis kommandoir, foreldrini eru ikki til staðar, sita uppi við borðið, meðan barnið liggur á gólvinum, sita við telduna ella tala við einstavilsis boðum. - Legg teg á gólvið at samskift við barnið, sigur Tóra.

Eisini hevur tað verið frammi, at nógvir lærarar uppliva, at 7 ára gomul koma í skúla við lítlari og ongari orðanøgd. Ein avbjóðing er, at dagstovnar eru ymiskir. Nakrir hava skipaða málmenning, aðrir ikki. Øll børn í landinum eiga at fáa dygdargóð tilboð, tá ið umræður málsliga menning í dagstovni.

Alt hetta er slíkt, sum vit, sum varða av menning barnanna eiga at taka í størsta álvara, bæði á stovns- og skúlaøkinum, sum myndugleikar, foreldur og samfelag sum heild. Og fyrst og fremst út frá meginregluni um, at barnið er evnaríkt og ríkt uppá møguleikar, sterkt, máttmikið og dugandi, og skal hava møguleikar at hava ávirkan á egið lív.

Tað skal vera okkara felags mál, og ivist eg onga løtu í, at hetta fer at hepnast við felags vilja og felags stevi, tit á stovnsøkinum, eitt nú við at taka málið upp á felags ráðleggingardegi, og vit myndugleikar við at vísa í verki, at vit meina tað, sum vit siga. Okkara lutur skal so ikki liggja eftir.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum ein góðan og fakliga kveikjandi dag og alla eydnu við arbeiðinum framyvir.