Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við próvhandan og at nýggi Tekniski skúlin í Klaksvík verður tikin í nýtslu

Eg takki fyri, at eg eri boðin við til hesa serligu hátíðarløtu!

Fyrst fari eg at heilsa tykkum, sum hava staðið sveinaroyndina í dag. Hjartaliga til lukku við royndini og við sveinabrævinum, sum tit eisini skjótt fara at fáa.

Abbi mín í móðurætt hevði stóran elektromekaniskan verkstað í Hornabø í Havn. Tað var eitt serligt livandi og røkið umhvørvi við nógvum lærlingum. Teir gjørdu m.a. fyrsta neyðstreymsagregatið til Landssjúkrahúsið í 50-árunum. Í dag taka vit fyri givið, at okkara sjúkrahús hava neyðstreym, men einki er ein sjálvfylgja. Nógv – ótrúliga nógv - kunnu vit takka góðum handverkarum fyri.

Ofta taka vit hesa fakligheit fyri givið. Vit hava rennandi vatn, vit hava streym, og vit hava tól. Okkara vinna hevur framkomin framleiðslutól, og okkara heilsuverk hevur eitt høgt tænastustøði. Nógv av okkum liva bara í hesum veruleika uttan at geva okkum far um tann lærdóm og tað handverk, sum liggur til grund fyri øllum hesum, sum ger lív okkara lættari, longri og stuttligari.

Tøkniliga menningin hevur verið øgilig í mínari livitíð. Og tað at læra til elektrikara ella maskinsmíð í dag er ikki tað sama sum tað var fyri bara fáum árum síðan. Men tað er ikki bara tøknin, sum er broytt. Okkara møguleikar at velja okkum útbúgving og lívsleið eru eisini broyttir kollveltandi. Í dag kunnu tey ungu tíbetur sjálvi velja, hvat tey vilja lesa, læra og gera.

Eitt av aðalmálunum í mínari politisku hugsjón er, at øll menniskju skulu hava frælsi. Øll menniskju eiga at hava frælsi frá fátækt og kúgan, og øll menniskju skulu hava frælsi at menna síni skapandi evni og møguleikar í felagsskapinum.

Fyrr skuldi tú arbeiða við tí, sum pápi og abbi tín gjørdu, eisini um tú ikki hevði hug ella hegni til tað. Í dag er øðrvísi, í dag kanst tú velja at arbeiða við tí, sum pápi tín og abbi tín hava arbeitt við. Men tú kanst eisini lata vera. Tú kanst fara, har hugurin dregur teg, og tú kanst dyrka tíni egnu talentir.

Arbeiðslívið fyllir nógv. Vit brúka okkara ljósastu livitímar til tað yrkið, sum vit hava valt okkum, og tí hevur tað serligan týdning, at vit fáast við nakað, sum gevur meining fyri okkum. At vit sleppa at takast við tað, sum okkum dámar, og sum vit duga at fáast við. At vit sleppa at brúka og menna okkara talent.

Tit hava lært eitt yrki, og tit hava lært tað væl. Tað er ein fantastiskur møguleiki. At sleppa at blíva dugnaligur til eitt fak. At blíva úrmælingur, meistari, til tað, sum einum dámar. Tá verður arbeiðsgleðin til lívsgleði.

Tað at hava eitt fak og ein førleika við sær í tilveruni, er ein hin størsta gávan. Tí arbeiðið gevur okkum ikki bara møguleikar at brúka okkara talent, men gevur okkum eisini eitt materielt frælsi, sum í grundini setur okkum frí sum menniskju, sum gevur okkum frælsi frá fátækt og kúgan, ja, gevur okkum satt lívsfrælsi.

Fortreytin fyri hesum er, at vit hava eitt væl ment útbúgvingarverk, sum leiðir ungdómar inn á røttu hill, tað veri seg tann bókliga ella handliga vegin – ella okkurt heilt annað harímillum, til dømis listavegin ella ítróttar- ella tónleikavegin. Okkara uppgáva sum samfelag er at geva fólki umstøður at blóma við júst teimum gávum, sum tey hava, og sum tey vilja dyrka.

Tí kunnu vit fegnast um tey ymisligu útbúgvingartilboð, sum hesin skúlin í dag kann bjóða. Nýggi bygningurin hevur latið upp fyri fleiri møguleikum. Tit hava fingið eina nýggja matvøruútbúgving, og umframt Yrkisnám og Gymnasialu tøknibreytina hýsa tit nú eisini Klaksvíkar HF-skeiði. Hetta er stórt framstig, og eg fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við tí.

Enn einaferð, góðu elektrikarar og maskinsmiðir. Hjartaliga til lukku við sveinaroyndini og við, at tit skjótt eru lidnir við lærutíðina og fáa tykkara sveinabræv.

Nógvar leiðir standa nú opnar fyri tykkum. Tit hava ein fakligan førning við tykkum, sum fer at bera tykkum longur á leið, tað veri seg í arbeiðslívi innan tykkara fak, í framhaldandi útbúgving ella í onkrum heilt øðrum. Tí lívið er tykkara, og tit hava frælsi at velja tykkara egnu leið.

Enn einaferð takk fyri, at eg var boðin við.