Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við próvhandan á Kambsdali 23. juni 2016

Góðu studentar!

Hetta var tað. Trý ár við óteljandi forsømdum sóldøgum. Avboðum til veitslur. Trý ár við nervum og sleikjan fyri lærarum. Við innlatingum, bólkaarbeiði, próvtøkum og beiskum kaffi.

Í dag sleppa tit at heysta fruktirnar av stríðnum. Men tað hevur vónandi ikki bara verið stríð. Miðnámstíðin er eisini merkt av vinarbondum og inspirerandi lærarum. Eini tíð, har tit hava fingið nógva bókliga vitan, men har tit vónandi eisini lærdu nógv annað. Um lívið, ábyrgd, samstarv, vinarlag, sigrar og niðurløg.

Nú hava tit tikið – ikki fingið – men tikið! – tykkara miðnámsútbúgving. Hetta var tað.

Men hvat so nú?

Eg veit, at tað eru nógv viðurskifti, sum ávirka svarið til spurningin um, hvat tit nú skulu. Karakterir. Dreymar. Vinfólkini. Hvat onnur vænta av tykkum. Karrierumøguleikar. Pengar. Nógv viðurskifti og nógv fólk ávirka tykkum og tykkara framtíðarætlanir í hesum døgum.

Og nú tit eru til reiðar at royna flogið, ætli eg mær eisini at royna at ávirka tykkum.

Eg vóni, at tit vilja taka míni orð við tykkum í tí, tit nú fara undir – sama hvat tað so enn endar við at blíva.

***

Tað er ein søga um ein fiskimann, sum ein seinnapart var liðugur við dagsins gerning. Hann sat í fjøruni og gleddist um vakra sólsetrið, tá ein ríkur vinnulívsmaður kom framvið. Hesin bleiv illur um at síggja fiskimannin sita soleiðis og dovnast niðri í fjøruni.

– Hví ert tú ikki úti og fiskar? spurdi vinnulívsmaðurin.

– Tí eg havi fingið nokk av fiski fyri í dag. Nú siti eg bara her og njóti lívið og sólseturin, svaraði fiskimaðurin.

– Jamen, tá tú nú hevur avlopstíð, hví brúkar tú so ikki tíðina til at fiska enn meir? spurdi vinnulívsmaðurin.

– Hvat skuldi eg gjørt við allan fiskin? spurdi fiskimaðurin.

– Tú kundi selt hann og keypt tær ein motor til bátin. So kundi tú farið longur út á betri mið at fiskað og fingið meiri – og keypt betri reiðskap. So fært tú enn meiri fisk og enn fleiri pengar. So kundi tú keypt ein størri bát – og at enda kanst tú hava ein heilan fiskiflota, sum tú so kanst selja og tjena eina rúgvu av pengum.

– Og hvat skal eg so gera eftir tað, spurdi fiskimaðurin.

– Tjah.. segði vinnulívsmaðurin – So kanst tú geara niður, taka tað róligt og njóta lívið!

– Jamen tað er jú akkurá tað, eg geri nú, svaraði fiskimaðurin.

***

Hesin at sýna til fátæki og fávitskuti fiskimaðurin hevur eina rúgvu at læra okkum. Eg ynski at geva tykkum tríggjar av teimum mongu boðskapunum, sum kunnu tulkast úr hesi søguni.

Fyrsti boðskapurin snýr seg um at taka ábyrgd av egnum lívi. At stíga út úr hamstarahjólinum, har onnur seta dagsskránna, og har tit verða tvungin til at renna skjótari og skjótari uttan høvi at hugsa tykkum um. Eins og fiskimaðurin skulu tit heldur gera tað, TIT vilja og skapa tilveruna soleiðis, sum TIT halda hana geva bestu meining.

Eg veit, at samfelagið eggjar tykkum til at fara skjótastu leiðina gjøgnum útbúgvingarskipanirnar. Tit skulu koma út á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, tí tit skulu framleiða, skapa virði og tryggja vøkstur.

Í grundini nakað tað sama, sum ríki vinnulívsmaðurin vildi hava fiskimannin at gera. Tit skulu vera effektiv, stremba eftir meiri, hugsa um næsta trinið á karrierustiganum og hóska inn í teir frammanundan givu normarnar og rákini.

Um tað er hetta, tit droyma um og ynskja, so er tað júst hetta, tit skulu gera.

Men eg ynski eisini at stuðla tykkum, sum verða hildin at vera ør, tí tit ætla nakað annað. Tykkum, sum hugsa nýtt og skeivt, tykkum dugnasomu við dirvi og drive. Tykkum, sum ikki lata tykkum sláa út, tá alt ikki ikki gongur heilt sum ætlað.

Fyri júst 26 árum síðani lá eg niðurbundin við leidningum og tólum í eini song á føðideildini í Havn. Eg var 18 ára gomul. Yviri í breiða vindeygakarminum sat, ella nærmari lá, sjeikurin við 80’ara yvirskeggi og Bundesligahári. Hann var eisini 18 ár og repeteraði fysik, tí hann skuldi til próvtøku í 3.G dagin eftir. Á songjarborðinum lá mítt egna tilfar – eg skuldi upp í geografi dagin eftir í 1 hf.

Eg fór ikki upp tað árið – men tað gjørdi sjeikurin, og hann fekk eisini húgvuna tað summarið.

Og hví sigi eg tykkum hetta? Jú, tí eg veit, at tað er ringt at taka stýringina, tá óvæntað viðurskifti knappliga stinga seg upp. Eg veit, at trýstið á tykkum er stórt. Og eg veit, at tað kann vera ringt at vita, hvat man skal. Nógv hugsaðu helst fyri 26 árum síðani, at tað var synd fyri neyðars ungu mammuna. Lívið var helst liðugt, áðrenn tað í grundini var byrjað. Men eg tók stýringina. Eg tók eisini HF og útbúgving eftir tað. Og nú mín sann eri eg landsstýriskvinna.

Lívið er tykkara. Og tað eru tit, sum hvørt kvøld skulu møta tykkum sjálvum í speglinum og vera nøgd og glað við tykkara tilveru. Tað ber væl til at náa langt, sjálvt um man ikki ger, sum øll hini.

Lurtið eftir góðum ráðum og leiðbeiningum, men minnist til, at so banalt, tað kann ljóða, so er hjartað besti gps’arin á flest øllum leiðum. Gangið ikki leiðir, sum ikki kennast rættar.

Sjálvt um business-ætlanin hjá Vinnulívsmanninum var góð, so var hon ikki røtt fyri Fiskimannin. Hann kendi síni egnu virði. Tilvitað fiskaði hann bara so mikið, sum hann hevði tørv á fyri at klára seg – og tilvitað skipaði hann sín gerandisdag soleiðis, at hann eisini fekk stundir at njóta lívið.

Hann ráddi sjálvur og livdi, sum hann metti vera rætt. Og eg ynski í fyrsta lagið at ávirka tykkum til at gera tað sama. Eg vóni, at tit taka stýringina av tykkara egna lívi.

*** 

Annar boðskapurin í søguni snýr seg um at tora at siga autoritetum ímóti.

Fiskimaðurin fýrdi ikki fyri at seta spurnartekin við tað, sum royndi, ríki og respekteraði vinnulívsmaðurin segði.

Og tað hevur ein so ósigiligan stóran týdning, at tit – góðu pisur – eisini tora at seta spurnartekin við alt tað, sum vit eldru, vit politikarar og myndugleikarnir annars halda vera tað einasta rætta.

Heimurin hevur sæð nógvar ræðuligar avleiðingar av, at menniskju bara blint elta eina hugsjón, ein leiðara ella ein myndugleika. Tað lættasta er jú at vera eltibløðra – at vera partur av tigandi meirilutanum. Tað krevur harafturímóti nógv at stíga út úr blinda liðnum, sum Christian Matras yrkir um:

Ganga fram í myrkri

øll tey blindu.

Ganga ymsar leiðir

eftir lyndi.

Eingi hóma miðið

Fram bert ganga –

So fer blinda liðið

Vegin langa.

Tá ið eg sjálv var í tykkara aldri, var heimurin svartur og hvítur. Hann var býttur upp í eystur og vestur, vinstra og høgra, og tað var líkasum tað. Okkara støðutakan snúði seg í stóran mun um at siga, hvørjum av hesum mann var í parti við. Vit kritiseraðu “tey óndu” og forsvarðu “tey góðu”, og vit gjørdu tað púra ókritiskt og uttan spurningar.

Tykkara veruleiki er munandi øðrvísi.

Lokalsamfelagið er nú blivið til globalsamfelagið, og tað kennist, sum vit allatíðina kappast – bæði móti hvørjum øðrum og móti okkum sjálvum. Fyri meg, sum vaks upp í eini sera væl skipaðari antin-ella- tíð, tykist tað sum um upplýsingartíðin nú hevur flutt seg yvir í eina upploysingartíð. Alt gongur skjótt, alt broytist og upploysist - og mitt í meldrinum ganga vit menniskju og royna at finna okkum sjálvi, hvønn annan og eina djúpri meining við tilveruni.

Hetta hevur skapt ein nýggjan autoritet. Vit hava nú óteljandi serfrøðingar av ymsum slagi, sum forklára okkum samanhangir og sannleikar. Hesir hava gyltar dagar í vitanarsamfelagnum, men vónandi tora tit eisini at seta spurnartekin við teir og heldur gera tykkara egnu niðurstøður.

Tit skulu ikki søkja ósemjur, men tit skulu heldur ikki ræðast tær. Sum onkur so beinrakið hevur sagt: “Eru øll somul samd, so er onkur lygn onkustaðni.” Tann fullkomna semjan skapar onga menning – hvørki fyri tykkum sjálvi ella okkum sum samfelag.

Tískil ynski eg í øðrum lagi at ávirka tykkum til at finna dirvi til at seta spurnartekin. Eins og fiskimaðurin vóni eg, at tit fara at vera opin fyri øðrum hugsanum, og at tit lurta eftir argumentunum hjá hinum – men at tit tora at muta ímóti tí, sum stríðir ímóti tykkara sannføring.

***

Triði boðskapurin í søguni er hesin: Takið tykkum tíð til at njóta - og verið nærverandi!

Sjálvt um fiskimaðurin saktans kundi sett nakrar stampar afturat henda dagin, gjørdi hann tað ikki. Hann setti seg at njóta lívið og sólseturin. Hann hvíldi seg. Hugsavnaði seg. Hann sat har í fjøruni og var bara til – uttan at skula nakað, náa nakað, klára nakað. Hann bara var.

Við vitanarsamfelagnum og internetinum hava tit allan heimin í lummanum. Tit verða teppibumbað við vitan allan sólarringin. Men ikki nokk við tí, nei tit verða eisini eggjað til at taka støðu, viðmerkja, senda pengar, deila ella leika á netinum.

Hetta ger, at støðan í heiminum brádliga tykist vera tykkara persónliga ábyrgd. Alt kemur ósáldað beint inn í tilvitskuna, og mín pástandur er, at hetta eru vit menniskju yvirhøvur ikki innrættað til mentalt!

Men tað snýr seg ikki bara um tað, tit fáa INN á skermin. Nei, tit skulu eisini deila ÚT. Eg havi eina fatan av, at um tit ikki allatíðina feysa, snappa, insta, tweeta, linkeda ella tumbla, so glíða tit burturímillum. So eru tit ikki ordiligt til.

Hetta rákið ávirkar ikki bara tykkum ungu. Tað hevur sligið klørnar í okkum øll. Vit mugu støðugt stríðast fyri okkara plássi og eksistensi á alnetinum. Ræðandi kanningar vísa greitt, hvat støðuga trýstið um at verða til staðar á netinum ger við okkum. Og hvat støðuga kunningin um heimsins ræðuleikar ger við okkum. Tað ávirkar okkara mentalu støðu. Og okkara evni at vera nærverandi.

Vit vita tað – men vit eru kanksa ikki heilt tilvitað um tað. Vit eru ófør at røkja kroppin við heilsugóðum kosti og venjingum – men mentala yvirskotið og heilsuna tosa vit minni um.

Og er mentala heilsan vánalig, er skjótt, at kenslan av meiningsloysi tekur yvir. At tú kennir teg einsama og ivast í, hví tú í heila tikið ert sett her á jørð.

Týski høvundurin, Goethe, hevur svarið til tann spurningin. Hann sigur: jú meiri eg hugsi um tað, jú klárari sýnist tað mær, at lívið simpulthen er til, tí tað skal livast. Og eg kann vissa tykkum um, at hann ikki meinti, at lívið skal livast online og undir støðugum trýsti frá øðrum.

Tað hevði fiskimaðurin skilt. At liva lívið til fulnar krevur, at vit njóta tað, sum VIT halda vera gott. Tí sat hann har í fjøruni og sá út til at gera einki. Men í grundini gjørdi hann tað týdningarmesta av øllum: hann mintist til at njóta. Hann var nærverandi og leysur av øllum trýsti. Hann bara var.

Í skapanarsøguni lesa vit, at Gud skapti alt, sum er til. Tað má sigast at vera eitt ordans arbeiði. Men so tók hann sær ein heilan dag – ein sjeyndapart av tíðini – til at njóta. Sjálvt Várharra hevði tørv á hvíld, at hugsavna seg og vera nærverandi. Minnist til tað, góðu pisur. Tit skulu arbeiða hart fyri tí, tit brenna fyri. Men tað hevur eins stóran týdning, at tit njóta. Eru nærverandi. Og merkja góða lívið

***

Góðu pisur!

Nú havi eg roynt at ávirkað tykkum við trimum ymsum boðskapum. Og eg vóni, at tit taka vísdómin hjá fiskimanninum við tykkum, hvagar leiðin so enn ber.

Tí tað týdningarmesta er ikki, hvat tit gera, men at tit gera tað av fullum hjarta, heilhugað, og at tit líta á tykkara egnu evni at meta um, hvat er best fyri júst tykkum. Takið stýringina!

Verið ikki vera bangin fyri at fara skeiv. Tað gera vit øll. Ofta! Og tað eru ofta sokallaðu feilirnir, sum mynda og læra okkum mest. Tað er eingin skomm í at viðganga, at tit eru á skeivari kós. Men tað er skomm, um tit ikki vilja ásanna tað og lurta eftir tykkara snilda innara gps’ara. Eg kann lova tykkum, at hjartað tykkara altíð fer at siga tykkum, um tit eru á rættari leið. Tað yvirgongur nevniliga alla nútímans tøkni.

Tað fer eisini at siga tykkum, um tit kunnu fylgja teirri kós, sum myndugleikarnir meta vera ta bestu. Verið ikki bangin fyri at vera kritisk og seta spurnartekin, um tit ikki eru samd.

Men setið aldri spurnartekin við tað, hjartað sigur tykkum. Heldur ikki um tað av og á merkir, at tit mugu broyta hugsan ella skifta lívsleið. Tað eyðkennir alla menning, at vit flyta okkum. Tað er ikki ein veikleiki, men ein styrki, at vit tora at standa við tey virðini, vit hava – eisini um hjartað við tíðini broytir hugsan.

Og fyri at hoyra tað, hjartað sigur tykkum, mugu tit lurta. Tað gera tit við nærveruni. Við hvíldini. Við at sløkkja sjóðið frá umheiminum við jøvnum millumbilum og njóta tað, sum hevur týdning fyri tykkum.

Við hesum orðum ynski eg tykkum góða ferð, nú tit stoyta tykkum útav eggini.

Heimurin er opin og hevur nógv at bjóða. Men vónandi gloyma tit ikki hesar oyggjarnar mitt í Atlantshavi. Minnist til hetta lítla fólkið, sum so brennandi ynskir, at tit ein vakran dag koma heim aftur at reiðrast.

Hjartaliga til lukku - og takk fyri, at eg slapp at røða fyri tykkum henda hátíðardag!