Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við, at nýggi skúlin í Skopun / uppíbygningurin var vígdur leygardagin 15. oktober 2016

Góðu skopuningar og øll, sum eru komin saman til hesa hátíðarløtu, nú nýggi skúlin verður vígdur og sýndur fram.

Fyrst fari eg at ynskja øllum tykkum, sum varða av skúlanum, kommunustýri, leiðslu, lærarum, næmingum og foreldrum, ja øllum skopuningum, hjartaliga til lukku við nýggja tilbygninginum.

Sum landsstýriskvinna í undirvísingarmálum fegnist eg um, at arbeiðið at byggja hevur gingið so væl. Frá tí at gongd veruliga kom í verkætlanina í fjør, hevur arbeiðið gingið bæði væl og skjótt, og nú kunnu vit standa her í snotiligu hølunum og fegnast um góðu umstøðurnar, sum skúlabørnini í Skopun hava fingið.

Áðrenn útbyggingina hevði skúlin tríggjar stovur. Nú hava tit seks, umframt stovu til heimkunnleika og nýggj vátrúm og vesi við brúsu.

Hetta má gera mun. Bæði fyri næmingar og lærarar.

Og tað hava tit uppiborið.

Steinbjørn B. Jacobsen sigur í yrkingini ”Vøkstur”:

Alt upplivað og lisið

Livir og veksur

skjýtur nýggjar nálir

Og skúlin er – og eigur at vera – eitt satt vakstrarhús.

Tað er í hesum bygningi, at framtíðin hjá Skopun verður myndað og formað. Tað er í teimum fyrstu skúlaárunum, at menningargrundarlagið verður lagt og týdningarmestu læruførleikarnir verða grundfestir, og tað er her, í skúlanum, at vit øll hittast. Skúlan eiga vit øll, í felag, og í honum læra vit at samstarva og luttaka í sosiala felagsskapinum á jøvnum føti við onnur.

Einki stendur í stað. Heldur ikki skúlaskapur.

Skopuningar hava mangan verið undangongufólk. Tað liggur kanska í tí at vera niðursetubygd. Kirkjuráðið í Skopun var millum tey fyrstu, sum søktu um loyvi at brúka føroyskt mál í kirkjuni. Tað var millum Skopun og Sands at fyrsti vegurin varð gjørdur millum tvær føroyskar bygdir. Eisini í dag tora tit at ganga undan, tit tora at seta krøv – um havnaútbygging og tunlar. Og tit gera eisini vart við tykkum innan kreativu vinnuna, tí tit eiga ein av okkara fremstu filmslistafólkum, leikstjóran Sakaris Stóra.

Jóannes Dalsgaard sigur í yrkingini ”Framtíðin”:

”Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari

hon má skapast

hon má takast

frá teimum sum hava tikið sær einkarrætt

til hennara.”

Einki stendur í stað. Men eingin menning kemur av sær sjálvum.

Skúlin í Skopun hevur fylgt væl  við tøknligu menningini, tit hava samvirknar talvur í hvørjari stovu, og hvør næmingur kann hava sína egnu teldu. Í dag fegnast vit um, at skúlin eisini er dagførdur, tá tað kemur til fysisku karmarnar. Sum eg havi skilt, so er stórur partur av arbeiðinum gjørdur av handverkarum úr Skopun, og tað kunnu tit vera stolt av. Tit flyta bygdina frameftir, tit skumpa undir menningina.

Mín vón er, at nýggi skúlin verður við til at stimbra bæði menning og trivna. Bæði millum næmingar og lærarar. Og í bygdini sum heild.

Til síðst vil eg takka Skopunar kommunu fyri at raðfesta skúlan og læringina. Takk fyri, at tit hava gjørt neyðugu íløguna, sum skuldi til, fyri at skapa góðar undirvísingarkarmar fyri børnini, sum ganga í 1. til 5. flokki í Skopun.

Og takk fyri, at eg og maðurin vóru boðin við til hátíðarhaldið.

Hjartaliga til lukku!