Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á hátíðarhaldi í Námi í sambandi við at  stóri norðurlendski læriportalurin nordeniskolen.org nú er tøkur á føroyskum, og sum hon alment lat upp 18. mai 2016

Góðan morgun og hjartaliga vælkomin á tíðindafund

Vit fara í morgun saman við Foreningen Norden, Norrøna Felagnum og Námi at sjóseta og kunna um nýggja spennandi undirvísingarportalin ”Norden i skolen”, og tað heilt serliga er, at ein føroysk útgáva er ment til portalin.

Norden i Skolen er ein ókeypis læriportalur, ið gevur norðurlendskum lærarum og næmingum nýggjar møguleikar fyri at arbeiða við norðurlendskum málum og norðurlendskari mentan, umframt veðurlagi og náttúru. Portalurin vendir sær bæði til fólkaskúlar og miðnám. Higartil eru í løtuni meir enn 4.700 lærarar skrásettir á norðurlendska portalinum.

Á Norden i skolen er rúgvismikið tilfar, sum fatar um m.a. bøkur, greinar, søgur, frásagnir og filmar, umframt at uppgávur eru gjørdar til tilfarið og lagaðar til ymisk aldurstig.

Tilfarið er skipað eftir aldurbólkum, 1. - 3. fl, 4. – 6. fl., 7. – 10. fl. og miðnámsskúli. Tú fert t.d. inn á evnið mál og mentan, velur aldursstig og síðani tekstaslag og hevur har fleiri valmøguleikar, bæði tekst, film, tónleikasjónbond og ljóð. Tú fært tekstin lisnan, og bæði til tekst og filmar eru arbeiðsuppgávur.

Umframt hetta eru frágreiðingar um norðurlendsku málini, um norrønu feløgini, og málsøga, ið lýsir bókmentalig tíðarskeið og málsøguliga tíðarlinju.

Eisini eru spennandi tiltøk fyri børn og ung sum norrønt skúlakjatt, Norðurlond í bio, spøl, rithøvundaskúli fyri ung, vinarflokkar og Nordjobb.

Eitt heilt nýtt tilboð, sum eisini er á portalinum, er ein ørgrynna av filmum, sum frítt kunnu brúkast í undirvísingini, og sum heilt vist kunnu stuðla upp undir mál- og mentanarfatanina landanna millum.

Eg skal ikki fara í smálutir at greiða frá sjálvum portalinum, men eg haldi, tað er frálíkt hugskot at hava ment ein felags norðurlendskan portal, sum er eitt tilboð í undirvísingini. Dygdargott og fjølbroytt undirvísingartilfar er altíð kærkomið, og eg haldi, at Meginfelag norrønu Felaganna (Foreningerne NORDENs Forbund (FNF) ) eiga rós uppiborið fyri at hava ment portalin saman við Norðurlendsku málsamskipanini og Norrønu Feløginunum í einstøku londunum.

Hugsjónin hjá Meginfelagnum er: "Við kunnleika, vinskapi og samstarvi skulu Norðurlond mennast til møguleikanna landslut". Hesi hugsjón kann eg bara taka undir við!

Okkara umboð í Meginfelag norrønu Felaganna er sum kunnugt Norrøna Felagið í Føroyum. Og tað er Norrøna Felagið, ið hevur átikið sær stóru uppgávuna at týða undirvísingarportalin til føroyskt, og sum vit seta sjóneykuna á í morgun.

Norrøna Felagið eigur stóra tøkk fyri hetta arbeiðið. Tí eg haldi, tað er sera gott, at føroyskir ungdómar kunnu fáa gagn av portalinum við útgangsstøði í føroyskum máli.

Norðurlendski læriportalurin hevur týdning bæði viðvíkjandi grannamálsundirvísing og at styrkja fatanina av samleikanum hjá tí einstaka sum partur av norðurlendska felagsskapinum.

Mál og málslig menning og ikki minst fatanin og virðingin fyri øðrum er ein týðandi liður í menning og virkisførleika hjá tí einstaka. Málið er okkara demokratiska amboð og ein týdningarmikil liður í øllum samskifti, læring og hugsavnan. Mín vón er, at skúlarnir fara at at nýta læriportalin í sínum arbeiði, og at børn og ung fáa eitt amboð, sum gevur teimum fleiri møguleikar at læra um, skilja og kenna seg sum partur av felagsskapinum millum Norðurlond.

Takk fyri!