Røður 2016


Mynd: Hjalmar Jóhan Juul


Setanarrøða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum

Skúladepilin í Hovi, dýri biðidagur, 22. apríl, kl. 14.00

Háttvirda samkoma! Kæru tónleikarar!

Ein av okkara virknu høvundum, Maurentius S. Viðstein, hevur í greinini  “Tónar í hundrað ár” lýst fyri okkum, hvussu tónleikurin hevur ljóðað í Føroyum, alt síðan hetta oyggjaland við buldur og mikið brak steig upp úr Atlantshavi.

  • Her hevur verið avtakt við fugli bæði í haga og í bergi á hvørjum sumri, og hesir fyrstu íbúgvar landsins hava havt mál, mál við tónum og tónleiki, hvør við sínum nevi.

Víðari sigur Maurentius: Munurin millum tónleikin  í haga og í bergi er stórur, tí meðan heiðafuglurin yvirhøvur letur í “moll” so er tónleikurin í urð og bergi altíð í “dur”, hann er harðari og mælskari, men mál hevur hann .

.......

Aftur í ár verður “blást” til musikkstevnu ella til hornorkesturstevnu, hesaferð fer tiltakið fram í Suðuroynni, og tað er Tvøroyrar Hornorkestur, ið skipar fyri her á Skúladeplinum í Hovi.

So vítt eg dugi at síggja, eru tað í ár 50 ár síðan tann fyrsta skipaða hornorkesturstevnan varð hildin í Føroyum. Tað var í Vestmanna í 1966. Síðan hava stevnurnar árliga fjakkað upp á skift ímillum sokallaðar ‘hornorkesturbygdir’ sum Klaksvík, Fuglafjørð, Sørvág, Eiði, Vestmanna, Tvøroyri og so Havnina eisini.

Í ár hava 8 orkestur úr øllum landinum sett sær stevnu her í Hovi. Her verður skipað fyri konsertum og verkstovum av øllum handaslag – ja, her verður veruliga blást í hornið olivant – tvørtur um deildir og stovur, ja, tvørtur um kommunumørk.  Góður tónleikur kennir sær eingi mørk – heldur ikki kommunumørk.

Eg haldi, at tað er av ómetaliga stórum týdningi, at tit sum varða av hornorkesturmentanini í Føryum, halda fast við hetta árliga afturvendandi tiltakið, sum henda landsmusikkstevnan er. Eitt tiltak sum nú í 50 ár hevur bundið fólk allastaðni frá í landinum saman gjøgnum tónleikin.

Í Suðuroyartíðindum stóð ein grein í 1985, yvirskriftin var: Hvat hevði Tvøroyri verið uttan hornorkestur? Har verður skrivað eitt sindur um tað tá unga Tvøroyrar Hornorkestur, sum varð stovnað í 1978, og sagt verður, at í orkestrinum  eru 22 spælarar, teir hava vanliga 2 venjingar um vikuna, men uppmøtingin er ikki góð. Hornorkestrið má kappast við seyðin, fiskin, fótbóltin og sjónvarpið.

Í dag kundu vit kanska spurt: Hvat høvdu Føroyar verið uttan eina Landsmusikkstevnu?

Eg fari at takka tykkum øllum, sum á henda hátt við treiskni, áhaldni og við tónleiki halda lív í tónleikinum i landinum.

Takk Tvøroyrar Hornorkestur, sum hevur skipað fyri stevnuni á hesum sinni.

Eg fari við hesum at ynskja  tykkum øllum blíðan byr.

Við hesum orðum er musikkstevnan 2016 sett.

Takk fyri.