Røður 2016


Heilsan frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, til Paulivar Andreasen, fráfarandi skrivara í Mentanargrunni Landsins

Á móttøku í Námi 24. november 2016

Góði Paulivar!

Kæru tit øll sum higar eru komin saman at heilsa upp á fráfarandi skrivaran í Mentanargrunni Landsins.

Síðan eg var smágenta hevur skrivarin í Mentanargrunninum itið Paulivar Andreasen.

Eg kann siga, at næstan alla mína livitíð hevur Mentanargrunnurin verið Paulivar Andreasen og Paulivar Andreasen hevur verið Mentanargrunnurin.

At síggja til: stillur, friðarligur, spakførur. Og arbeiðssamur sum fáur.

So er næstan alt sagt.

Høvuðsstarv hansara hevur verið at vera lærari á Venjingarskúlanum, har hann  undirvísti í føroyskum.  Tey eru ikki so fá ímillum ár og dag, ung og gomul, sum Paulivar hevur lært føroyskt, og á serligum skeiðum, sum Fróðskaparsetrið skipaði fyri fyrr í tíðini, undirvísti hann harumframt eisini útlendingum í føroyskum.  Hetta eru nógv ár, áðrenn orðið integrasjón varð uppfunnið.

Umframt hetta hevur Paulivar eisini skrivað skúlabøkur, og hann hevur týtt og rættlisið ein hóp av føroyskum bókum.  - Alt málið og mentan okkara at frama.

Alt hetta eg her havi nevnt - saman við tolsemi og framúr góðum røkiskapi – hevur gjørt hann toppkvalifiseraðan til at røkja uppgávuna sum skrivari í Mentanargrunninum í 30 ár. Takk fyri tað!

Paulivar tók við sum skrivari í grunninum í 1987, og 10 ár eftir hetta stóð í einum áliti um føroyskan mentanarpolitikk, at mælt var til, at játtanin til Mentanargrunnin skuldi vaksa upp í 15 mió kr. eftir fáum árum.

Hetta vóru tankar tá ið tíðini.

Enn í dag er samlaða játtanin ikki komin upp á helvtina av hesi upphædd. Men framvegis er ætlanin hjá núsitandi samgongu at gera nakað við hetta málið. Og hesum arbeiða vit við í løtuni.

Stórt sæð er hetta  myndin av umstøðunum, sum hava verið galdandi á mentanarøkinum  – eisini fyri Mentanargrunnin – øll árini, Paulivar hevur  virkað sum skrivari grunsins.

Tá ið soleiðis er, er tað líkamikið, hvørjum tú arbeiðir við, ella hvar tú arbeiðir. Og tað er eisini líkamikið, um tú arbeiðir við mentan, list, heilsu, undirvísing o.s.fr.

Trupulleikin er ikki at siga “ja”, trupulleikin er at siga “nei”.

Hetta kynstrið hevur Paulivar dugað til fyrimyndar.

Eg veit væl, at tað er torført at arbeiða við einum máli, tá ið tú ikki hevur ta neyðugu játtanina at arbeiða við. Men hevur tú evnini at røkja uppgávuna, kanst tú eisini røkka langt. Hetta seinna hevur Paulivar so dyggiliga sannført okkum øll um síðan 1987.

Góði Paulivar!

Fyri Føroya landsstýri fari eg at takka tær fyri tíðina og fyri alla ta arbeiðsorku, tú hevur lagt í at virka fyri, at Mentanargrunnurin øll árini hevur havt gott orð á sær.

Við skiftandi formonnum og nevndarlimum, við skiftandi landsstýrum og ikki um at tala við eini ørgrynnu av umsøkjarum og umsóknum øll árini, hevur tú megnað at siglt millum boðar og sker, og kortini hevur tú  - eftir øllum at døma - varðveitt skinnið á nøsini.

Trúfesti títt móti grunninum hevur havt ómetaligan týdning. Takk hevur tú uppiborið fyri tað!

Eg ynski tær alt tað besta í framtíðini.

Takk fyri.